Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. JUNI 2017 · Nr. 67 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Við hús slappi eg av við eini bók ella við stokkunum framman fyri sjónvarpið. Ein gongutúrur reinsar bæði sál og sinn. Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Eggið hjá Edward Fuglø við gjónni og húsatoftunum á Skarði er mær serliga kært. Málningurin minnir meg hvønn dag á mítt upphav, ta máttmiklu náttúruna, og hvussu virðismikil felagsskapurin er. Eg verði eyðmjúk og takksom fyri tað, eg havi. Eyðun Klakstein – Stutt er frá pálmasunnu­ degi til langa fríggjadag. Løgtingskvinnan Óluva Klettskarð brúkar orðing­ina, nú hon er endað í ódnar­veðri í sambandi við fiski­vinnu­ nýskipanina. Orðingin sipar til, at tað kann verða ógvuliga stutt frá at vera væl móttikin og fagnaður til at vera fyri atfinningum og útihýstur. Orðafellið er um Jesu lív, hvussu hann var fagnaður ríðandi inn í Jerusalem pálmasunnudag – og nakrar dagar seinni, langa fríggjadag, var krossfestur. Politisku vindarnir eru skift­andi, og Óluva vísir á tað, sum hendi undir og eftir lækna­stríðið. Hákun Djur­huus upplivdi, at 95-ararnir løgdu einu bumbu í kjallara hansara og ætlaðu at spreingja húsini í luftina. Bert fá ár eftir valdu somu fólk hann á ting og gjørdu hann seinni til løgmann. Fischer Heinesen var mót­ tikin sum hetja av fleiri tús­ und fólkum, heið­urs­portrum, gávum og yrk­ing­um, tá hann kom úr fanga­húsi og aftur til Klaks­vík­ar, men fá ár seinni fekk hann bara 7 atkvøður á kirkju­ráðs­vali. Óluva Klettskarð, sum býr í Klaksvík, situr á løg­ tingi fyri Tjóðveldi, og hon hevur seinastu tíðina ver­ ið partur av semjum um sam­kynd hjúnaband og fiski­vinnu­ný­skipanina hjá lands­stýrinum. Hon er í and­søgn við ráðandi mein­ ingarnar í Norð­oyggj­um, har mótstøðan ímóti fiski­ vinnunýskipanini er stór, og har samkynda hjúna­band­ið sambært meininga­kann­ing­ um hevur minst undir­tøku av øllum økjum í land­inum. Serliga í málinum um fiski­vinnunýskipanina hev­ ur Óluva Klettskarð staðið fyri skotum í lokaløkinum, sum hevur sterkt vinnulív og óttast at missa virksemið, nú fiskivinnan skal skipast av nýggjum. Onkur hevur sagt, at eitt er at stinga hondina í eitt vespureiður, men ann­að er at búgva í einum vespu­ reiðri. – Eg fór frá einum góðum og væl tilrættaløgdum starvi sum miðnámsskúlalærari og mitt í rokið í einum máli, har øll hava eina meining. Mínir starvsfelagar í Havn merkja hetta als ikki á sama hátt, sum eg geri her í Norð­ oyggjum. Tað hevur verið rætti­liga strævið til tíðir, sig­ ur Ólvua Klettskarð. – Tað er ikki soleiðis, at eg ikki fái frið fyri fólki, men fólk hava nógvar meining­ar, og tað kann eisini ávirka familjuna. Summar við­merk­ingar kunnu verða keðiligar at hoyra ella lesa, tær kunnu vera harðligar og ágangandi og merktar av at finna onkran, sum hevur ”skyldina”. Fólk eru bangin, og so kunnu tey reagera óumhugsað. Onkuntíð stúri eg fyri, at tað skal raka teir báðar dreingirnar hjá okk­um, sigur hon. Tora ikki Óluva Klettskarð er bygda­ genta úr Haraldssundi, har hon vaks upp, og umframt skúla­gongd og vanligt barna- og ungdómslív kendi hon eisini til at hava tilknýti til náttúru og traditionellan før­oyskan gerandisdag. Sum smágenta kendi hon allar út­ róðrar­bátarnar úr Klaks­vík, sum sigldi gjøgnum Haralds­ sund – ja, sjálvt motorljóðið á teimum í myrkri. Seinni tók hon hægri útbúgving og hevur í 20 ár undirvíst á mið­ náms­skúla. Síðani hendan sam­ gong­an tók við leiðsluni av landinum í september í 2015, hevur Óluva Klettskarð sitið í løg­ting­inum sum umboð fyri Tjóð­veldi. Sam­gongan setti sær fyri at gera fleiri grund­leggjandi broytingar í sam­felagnum, og tey bæði málini, sum hava fingið nógv mestu um­røðuna, eru sam­ kynda hjúna­bandið og fiski­ vinnu­ný­skipanin. Í hesum meldri hevur Óluva Klettskarð verið part­ur av politikkinum hjá sam­gonguni, sum serliga tykist hava verið í andsøgn við ráðandi hugsanina í Klaksvík, har Óluva Klett­ skarð býr og fekk tær flestu av sínum atkvøðum á løgtings­valinum. – Fleiri av hinum tingfólk­ unum úr Norðoyggjum eru kon­servativ, og tí kunnu fólk helst halda meg verða víðgongda í tí selskapinum, sigur Óluva Klettskarð. – Eg fari at seta stórt spurn­artekin við, um øll eru so samd við teimum ráð­ andi mein­ing­unum í Norð­ oyggjum. Vit hoyra ikki nógvar fjøl­broyttar mein­ ingar í málinum um fiski­ vinnu­nýskipanina, men fólk vilja ikki úttala seg, tí tey stúra fyri, at tað kann fáa avleiðingar fyri tey ella familjuna seinni. Tí skilji eg væl, at fólk ikki vilja blanda seg. Sosialu miðlarnir eru viðvirka eisini til, at fólk kunnu skapa ein dagsordan, sum ikki hevur verið fyrr, sigur Óluva Klettskarð. – Í Klaksvík er man fyrst og fremst lokalur, og so koma alliansurnar aftaná. Og vit hava sæð, at fyritøkur, fak­feløg og einstaklingar eru í einari symbiosu saman við kapitalinum. Tey vilja verja borg heldur enn at hugsa um hugsjónir. – Støðan er nógv álvar­ sam­ari, enn eg fyrr havi hugs­að. Fólk tora, tíma og orka ikki at siga sína hugsan, tí ágangurin er so stórur, og kemur tú við einari meining, sum er upp á tvørs av ráð­ andi hugsanini, kann tað raka teg seinni. Eg veit ikki, um vit kunnu kalla hetta sosialt kontroll, men hetta – Fólk tora, tíma ella orka ikki at siga sína hugsan, tí ágangurin er so stórur, og kemur tú við einari meining, sum er upp á tvørs av ráðandi hugsanini, ræðast tey fyri, at tað kann koma aftur um brekku, sigur løgtingskvinnan Óluva Klettskarð, sum hevur talað fyri fiskivinnunýskipanini í sínum lokaløki, har mótstøðan ímóti uppskotinum er sera stór FÓLK TORA IKKI AT SIGA SÍNA HUGSAN UM Óluvu Klettskarð Óluva Elin Klettskarð er 51 ára gomul og ættað úr Haraldssundi. Hon býr í Klaksvík. Hon er gift Andrasi Sólstein, og tey eiga tveir synir. Óluva er cand. mag. í søgu, føroyskum máli og bókmentum. Hon hevur verið virkin í Tjóðveldi í nógv ár og var eitt skifti forkvinna fyri aðalstjórnina í flokkinum. Óluva hevur sitið í Klaksvíkar býráði, og síðani september 2015 hevur hon verið varafólk á løgtingi.