Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. JUNI 2017 · Nr. 67 skapar gróðrarbotn fyri, at tey, sum eru mælskast, kunnu dominera, heldur hon. Kjakið av sporinum Norðoyggjar eru eftir Eyst­ uroynna sterkasta vinnuøkið í landinum, og serliga innan fiskivinnu er nógv virksemi bæði á landi og sjógvi. Nógv fólk eru knýtt at primeru vinn­uni, og nógv avleitt virk­semi er. Nú samgongan er samd um eina nýskipan av fiskivinnuni, hevur verið ført fram, at vinnulívið í Norð­oyggum kemur at missa virk­semi av hesum. – Samgongan hevur ver­ið løgd undir at spæla hasard við fiskivinnuni, tí vit vilja gera eina nýskipan. Men størsta gamblingin við fiski­ vinnuni er, at mann í 10 ár hevur vitað, at ein nýggj skipan skuldi gerast til nú á nýggjárinum, men mann hevur einki megnað at gjørt. Tí standa vit her. – Tað verður sagt, at ver­ andi vinna fer at missa nógv, men mín hugsan er, at verandi vinnan er vinnarin í nýskipanini. Frá at hava slætt borð frá nýggjárinum, har summi vildu hava alt selt á uppboði, og til ta semjuna, sum nú fyriliggur, er langt lop. Verandi vinna hevur fing­ið sera góðar treytir í ný­skipanini, og nýskipanin avtekur einki. Møguleikarnir eru har, fiskurin er har, skipini eru har, og virkini eru har, sigur Óluva Klettskarð, sum væntar, at fiskimaðurin verður líka raskur og huga­ góður eftir einum nýggjum leisti: – Tey, sum tosa um stongd virki og deyðan í durunum kunnu ikki hava stórt álit á vinnuni her norðuri. Vinnan er bæði dugnalig og sterk, so sjálvandi fer fiskivinnan í Klaksvík framhaldandi at vera í fremstu røð. – Tá ið ein nýskipan í høv­uðs­vinnuni verður gjørd, nertir tú við nøkur grund­leggj­andi viður­skifti í sam­felagnum, og tí sig­ur tað seg sjálvt, at tað verð­ ur mót­støða og hart kjak. Og tá ið hugsað verður um, hvussu sterk fiski­vinn­an er í Norðoyggjum, er tað ikki so løgið, at tað kemur ein mót­ støða ímóti upp­skot­in­um her í lokal­økinum. Ført hevur verið fram, at reiðarí koma at missa virki og skip av nýskipanini, og at arbeiðsfólk fara at missa starvið og harvið grund­ arlagið í gerandis­deg­num. Óluva Klettskarð heldur, at kjakið um fiski­vinnu­ný­ skipanina hevur verið órími­ ligt, og politikarar spinna søgur uttan hald i veru­leik­ anum. – Kjakið er farið so langt av sporinum, at eg til tíðir havi ilt við at taka tað fyri fult. Grundaður kritikkur verð­ur blandaður saman við órímiligar pástandir, sum skapa ótta millum fólk, og tað verður trupult at skilja ímillum, hvat er reelur kritikkur, og hvat er mani­ pula­tión og órímiligt trýst. – Rímiligur kritikkur og ógrundað róp verða blandað saman, og tá er ikki lætt at kjakast konstruktivt. Fólk eru bangin fyri tí ókenda, sum tey kanska ikki skilja til fulnar. Og tey verða kløkk og stúrin, tá ið tað verður tosað um, at arbeiðspláss verða sett til sølu, og at fólk koma at missa hús og heim. – Vit í samgonguni skulu eisini viðurkenna, at vit hava ikki dugað nóg væl at greitt frá fiskivinnunýskipanini. Vit hava heilt einfalt ikki ver­ið nóg pedagogisk og greið mótvegis vinnuni og al­ menninginum, so at tey vita, hvat nýskipanin snýr seg um. Kjakið hevur snúð seg um útluting og verið merkt av, at feløg og áhugamál ganga saman um at verja borg. Vit hava als ikki tosað um allar hinar partarnar av nýskipanini, ov fá fólk hava luttikið í kjakinum, og meiningarnar hava verið ov ófjølbroyttar, heldur Óluva Klettskarð. – Miðlar og fólk hava kosið suðuroyingarnar sum vinnarar í semjuni um fiski­ vinnu­nýskipanina, og tað kemst av, at miðlarnar bert vísa áhuga fyri teimum, sum alment finnast at. Eg eri partur av teimum, sum havi ávirkað og flutt tingini rætta vegin og havi verið við til at gjørt stórar broytingar. Eitt arbeiði, sum fleiri hava verið við til at gjørt á røttum stað, nevniliga innanhýsis í samgonguni, men so er av­ leiðingin eftir øllum at døma, at ein verður skýrd tapari aftaná. Hetta er bert eitt úttrykk fyri, hvussu miðl­ arnir verða drignir í manesj­ uni av ávísum per­són­um og áhugamálum í slík­um málum, heldur Óluva Klett­ skarð. Politikkur ikki livibreyð Tjóðveldi, sum við Høgna Hoy­dal sum landsstýris­ manni í fiskivinnumálum hevur staðið á odda fyri fiski­ vinnunýskipanini, hevur mist undirtøku í Klaksvík, har flokkurin hevur staðið seg væl ígjøgnum nógv ár. Á seinasta býráðsvali misti flokkurin tvey umboð í Klaks­vík, og tá var Óluva Klettskarð ikki afturvald. Verð­ur hugt fram ímóti næsta løgtingsvali, kann hugs­ast, at flokkurin verður revs­aður í Norðoyggjum fyri fiskivinnu­nýskipanina. – Eg eri ikki livibreyðs­ politi­kari, og tað er ikki av­ gerandi, at eg stilli upp ella verði vald. Fyri meg er lívið meira enn politikkur, hóast eg leggi nógv orku í politiska arbeiðið og brenni fyri tí. Tað verður tó ikki sorgardagur, tá eg fari aftur í skúla at arbeiða. Eg tími politikk sera væl, men tá ið brúk ikki er fyri mær har longur, fari eg víðari til okkurt annað. Mín møguleiki er nú, og eg hugsi ikki um, hvat eg skal um tvey ár. – Eg havi sterka floks­ disiplin og haldi meg havi sjónar­mið, sum ganga út um meg sjálva. Summi mál er størri, enn tú sjálv og tað, sum tú verður útsett fyri. Óluva Klettskarð viðgong­ ur, at meðan kjakið hevur verið upp á tað harðasta, hevur hon hugsað tankan, um tað er stríðið vert. – Eg havi hugsað tank­an, um hetta er vert tað, men eg eri ikki komin til niður­ støðuna, at tað ikki er vert stríðið. Eg havi verið virkin í Tjóðveldi og verið við at orða nógv av politikkinum, tí kann eg ikki siga, nei, nú tími eg ikki meir, hetta er for strævið. Tað er av allar størsta týdningi, at búkkenslan er í lagi. At mann sjálvur kann standa inn fyri hesum, tá ið tað er liðugt, sigur Óluva Klettskarð. UNDIR FÝRA EYGUM Hvat land kundi tú husað tær at vitja? – Tað besta eg veit er at ferðast. Trongskygni og vanahugsan mugu víkja, og upplivingar og forvitni hava ræði. Stórbýir hava hugtikið meg seinnu árini, men nú brellist eg eftir at vitja Cuba-tíðarlumman við teimum mongu andsøgnunum og søguligu vitnisburðunum. Hvør er tín yndisbók? – At velja eina yndisbók ber ikki til hjá mær. Eg lesi nógv, og beint nú liggur fasinerandi skaldsøgan um evropiska list hjá Edmund de Waal Hara við ravgulum eygum á náttborðinum saman við nýggjastu føroysku krimisøguni. Mær dámar væl skaldsøgur, og krimisøgur eiga eisini sítt pláss hjá mær. - Kjakið er farið so langt av sporinum, at eg til tíðir havi ilt við at taka tað fyri fult. Grundaður kritikkur verður blandaður saman við órímiligar pástandir, sum skapa ótta millum fólk, og tað verður trupult at skilja ímillum, hvat er reelur kritikkur, og hvat er manipulatión og órímiligt trýst, sigur Óluva Klettskarð, sum í sínum vinnuliga sterka lokaløki hevur verið í brennideplinum í sambandi við fiskivinnunýskipanina Mynd: Eyðun Klakstein