Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. JUNI 2017 · Nr. 67 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sambært nýggjastu tølun­ um hjá NCC gongur í løt­ uni heldur skjótari at bora Eysturoyartunnilin á Hvíta­nesi, enn tað gongur á Strondum. Í dag veit NCC at siga, at 42 metrar vórðu boraðir og sprongdir á Strondum í síðstu viku, og nú er tunn­ ilin ein stívan hálvan kilo­ met­ur – ella 510 metrar – Strandamegin. Seinastu vikuna eru 57 metrar boraðir og sprongdir á Hvítanesi, og har er tunn­ ilin nú tilsamans 232 metrar langur. Tað merkir, at nú eru bor­aðir og sprongdir til­sam­ ans 742 metrar av Eystur­ oyartunlinum. 90 og 115 Hin 5. juni, tá NCC gjørdi sína næst seinastu dagføring yvir tunnilsgongdina, vórðu tilsamans 48 metrar boraðir og sprongdir á Strondum í vikuni undan – og 58 metrar á Hvítanesi. Hetta merkir, at seinastu tvær vikurnar eru tilsamans 90 metrar sprongdir á Strond­um – og 115 metrar á Hvítanesi. Soleiðis gongur arbeiðið í løtuni at síggja til eitt sindur skjótari á Hvítanesi enn á Strondum. Tað var hin 21. februar í ár, at NCC setti borin í á Strondum – og á Hvítanesi byrjaðu teir at bora hin 27. apríl í ár. ­ ­ Nýggjasta dagføringin hjá NCC yvir tunnilsboringina sigur, at nú eru tilsamans 742 metrar av Eysturoyartunlinum sprongdir og boraðir Tað gongur heldur skjótari á Hvítanesi Lívið er eitt listaverk: Næmingar við Nólsoyar skúla hava í samstarvi við lærara­lesandi á kreativu breytini málað og prýtt brimgarðin í Nólsoy Tað er neyvan av tilvild, at fólk fyri øldum síðan búsettu seg á Sandi Á Sandi er nógvur og slætt­ ur bøur og góður vøkstur. Ein partur av bønum liggur oman yvir sandi. Sólin hitar sandin, og tá tað regnar, seyrar vætan skjótt burtur aftur, so einki liggur og rotnar og doyr í vætu. Fleiri bøndur sláa bøin bæði tvær og tríggjar ferðir, og nógv eru tey, sum eiga eina góða eplaveltu við frálíkum og vælsmakkandi sandeplum. Longu nú um dagarnar hava bøndur á Sandi, sum koyra grasið í brunn, sligið bøin fyrstu ferð í ár, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. vilmund@sosialurin.fo Í Hósvík eru nógvar vakrar perlur sum fólk, ið koyra eftir landsvegnum, ikki geva sær far um Mentan á breddan í Fuglafirði Í ár verða mentanar­ dagarnir í Fuglafirði frá hóskvøldinum 31. august til og við sunnudagin 3. september. - Aftur í ár arbeiða vit við tilfeingismentan, sum yvirskipað hugtak. Vit seta sjóneyku á siðbundin sjónarhorn og byggja brýr millum tað kreativa samfelagið, tí lærandi vinnuna og framskygdan ungdóm. Í Fuglafirði siga tey, at tey fara at taka fastar tættir upp aftur, men fara eisini at knýta nýggjar samanhangir upp í tiltakið. - Vit fara at tríva í nakað av tí, sum áhugaverda norðurlendska rákið ber við sær í løtuni, eitt nú innan mat og tónleik. Í løtuni verður arbeitt við skránni fyri mentanardagarnar, og tí vilja fuglfirðingar fegnir frætta frá fólki, sum hava góð hugskot til hesar dagar. vilmund@sosialurin.fo Bøurin longu sligin