mánadagur 12. juni 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. JUNI 2017 · Nr. 67
Slakari
upsaveiða
Vilmund Jacobsen
Í nýggja bátafelagnum í
Hósvík – Hósvíkar Bátafelag
– eru tey sera væl nøgd við, at
tað hevur eydnast felagnum
at fáa eitt leigumál við
Sunda kommunu um húsið á
havnalagnum í Hósvík, sum
Marine Harvest hevur brúkt
til síni arbeiðsfólk, men sum
felagið ikki brúkar meira.
Gunnbjørn Joensen, for
maður í nýggja felagnum,
vísir á, at bryggjan, sum
hevur verið knýtt at virk
seminum
hjá
Marine
Harvest, eisini kemur væl við
hjá felagnum sum partur av
felagsvirkseminum.
- Hetta er eitt fínt hús
við nógvum møguleikum.
Húsið liggur væl fyri dygst
við bryggjukantin og er í
góðum standi. Tá vit frættu,
at alifelagið fór at gevast í
Hósvík, tosaðu vit við felagið
um møguleikar, og hetta
endaði við einum leigumáli
við Sunda kommunu, sum
nú eigur hesar ognir hjá
Marine Harvest.
Formaðurin í Hósvíkar
Bátafelag sigur, at pláss er
fyri fleiri bátum við bryggj
una, sum er knýtt at felags
húsinum.
- Longu nú hava vit havt
vitjan av fleiri bátasiglarum,
sum saman við okkum hava
fegnast um fram úr góðu
umstøðurnar. Her kunnu
frítíðarsiglarar fáa streym
og vatn, eins og fasilitetirnir
í húsinum eru til taks.
Gunnbjørn
Joensen
fegnast um, at tað eisini
hevur
eydnast
felagnum
at skipa húsið sum eitt slag
av undirhúsi í bygdini, har
fólk kunnu savnast hvønn
leygarmorgun.
– Vit bjóða øllum at
gerast limir í felagnum, og
higartil
telur
limaskarin
umleið sjeyti. Allir limir fáa
eina kotu og kunnu soleiðis
sleppa inn í felagshúsið, nær
tað skal verða, sigur hann.
Nevndin í Ferðavinnufelagnum er
afturvald á aðalfundi, og nýggjur
formaður er Árni Olsen, sum tekur
yvir eftir Thoru Augustinussen.
Tað gera
línuskip
í løtuni
Fimm føroysk
ísfiskalínuskip
eru til fiskiskap
í grønlendskum
sjógvi. Skipini fáa
mest av toski.
Væntandi er, at trý
av hesum skipum
koma heim at landa
miðskeiðis ella síðst í
hesi vikuni. Hini bæði
skipini koma neyvan
heim at landa fyrr
enn í aðru viku.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey
at siga, at tvey
ísfiskalínuskip fiska
í íslendskum sjógvi.
- Tey koma væntandi
heim at landa
miðskeiðis í hesi
vikuni. Skipini hava
eina blanding av toski,
longu, brosmu og hýsu.
Umframt
ísfiskalínuskipini,
fiska eisini tvey
frystilínuskip í
íslendskum sjógvi.
Undir Føroyum er lítil
roynd eftir línufiski
í løtuni, samstundis
sum hetta er vánalig
tíð til útróður.
Tað merkir, at rættiliga
fáir húkar eru í
føroyskum sjógvi.
Fríggjadagin var
bert eitt línuskip
til fiskiskap undir
Føroyum. Skipið er á
svartkalvaveiðu og
kemur væntandi inn at
landa síðst í hesi vikuni.
Okkurt av
línuskipunum, sum
liggja við bryggju,
fara væntandi út
aftur í næstum.
Um útlitini til útróður
hesa vikuna verður
sagt, at streymurin
verður góður, og
veðrið verður gott.
- Umstøðurnar til
útróður verða tískil til
vildar, men væntandi
er ikki, at talan verður
um nógvan útróður,
nú hetta er so vánalig
fiskitíð, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya.
vilmund@sosialur
- Hetta er eitt fínt hús við nógvum møguleikum.
Húsið liggur væl fyri dygst við bryggjukantin og
er í góðum standi, sigur Gunnbjørn Joensen
Nýtt bátafelag
fær góð høli frá
Marine Harvest
Vágs skúli hevur
fingið stórfingna gávu
frá íslendska parinum,
Margrét G. Scheving
og Ásbjørn Óttarsson
Flestu partrolarar eru til
fiskiskap, og fiskiskapurin
eftir upsa hevur verið
góður, tó at hann er
minkaður nakað nú. Skipini
fáa lítið av hjáveiði.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at siga, at
partrolararnir koma inn
at landa, sum henda vikan
gongur.
Trý partrolarapør eru á
gulllaksaveiði.
- Tríggir
djúpvatnstrolarar fiska
upsa og koma møguliga inn
at landa síðst í hesi vikuni.
Ein djúpvatnstrolari fiskar
blálongu og stinglaks, og ein
er farin til Eysturgrønlands
at fiska svartkalva.
Fríggjadagin fiskaðu
tríggir trolbátar norðan fyri.
Teir fáa tosk, hýsu, upsa og
fáa eisini nakað av flatfiski.
- Væntandi er, at
trolbátarnir koma inn at
landa miðskeiðis ella síðst í
hesi vikuni.
Tveir trolbátar fiska á
landleiðini.
- Annar kemur inn at
landa í dag, og hin kemur
helst síðst í vikuni, verður
lagt aftrat.
Hetta er húsið og bryggjukanturin, sum Hósvíkar Bátafelag nú
leigar frá Sunda kommunu til virksemi felagsins
Mynd: Vilmund Jacobsen