Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. juni 2017 · Nr. 67 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Tit skulu ikki halda, at tit eru nakað Náttúruoyðingin á Sundi og í Sundsá 9 Tit skulu ikki halda, at tit eru nakað” Soleiðis ljóðar fyrsta grein í Jantu-lógini, sum rithøvundin, Axel Sandemose, orðað í skaldsøguni En flytning krydser sit spor. Kom í tankar um jantulógar-greinina tað kvøldið, Gunvør Balle, næstforkvinna í býráðnum, sendi á-hugabólkinum í Kaldbak eitt sera hástórt – arrogant – bræv, sum greitt og týðuliga vísir vanvirðingina fyri fólkinum, sum her býr: ”Arbeiðið at gera klárt at taka ímóti grótinum hevði farið ígongd í dag, uttan mun til fundurin við kaldbaksfólk varð hildin í morgin ella í næstu viku. Tí sáttmálin er langt síðan undirritaður og ongatíð uppsagdur.” Við ørðum orðum: …Tit skulu ikki halda, at tit eru nakað, men tit kunnu koma fund… Tit fáa ikki broytt nakað. Vit leggja onki í, hvat tit halda og gera… Havi ongatíð sæð eitt so hástórt bræv frá politikkarum. Brævið hevði meirilutin í býráðnum sent. ”Og disse regeres vi af”. ”Tú skalt ikki halda, at tú veit meiri enn vit”. Soleiðis ljóðar 5. grein í Jantu-lógini. Men vit vistu meira enn býráðsmeirilutin. Hann royndi í hesum skrivinum, dagsett 31. mai, at lúgva seg frá ábyrgd og leggja skyldina á onnur. M.a. tá hann skrivar: ”Sáttmálin um at taka ímóti gróti frá undirsjóvartunnlinum og leggja tað til vinnuøkið á Sundi varð undirritaður ífjør av fyrrverandi býráðnum í TK.” Her royndi meirilutin seg við eini beinleiðis lygn. Hugsið tykkum, at vit hava eitt býráð, sum við eini ein hástórari lygn roynir at kyrra ónøgdina í Kaldbak. Á-hugabólkurin vist betri. Hann hevði fingið innlit í sáttmálan um grótið. Hesin sáttmálin var hvørki skrivaður í fjør ella fyri langari tíð síðani. Annika Olsen hevði skrivað undir sáttmálan ein mánað frammundan – tann 27.apríl. Meirilutin roynir at finna alskyns umberingar, enntá ósannindi, fyri at fremja ta størstu nátturuoyðingina í nýggjari tíð. ”Tú skalt ikki halda, at tú ert meira verdur enn vit” Soleiðis ljóðar 6. grein í Jantulógini. Henda grein er í samljóð við hugburðin, tá meirilutin skrivar til kaldbaksnevnd og áhugabólkin: ”Sitandi byráð yvirtók hetta mál og hevur ikki funnið aðra loysn fyri grótinum”. Kaldbaksfólk, verkfrøðingar, byggifrøðingar, entreprenørar og onnur hava víst áðrar loysnir, sum kunnu brúkast til tunnilsgrótið. Men hesi sjónarmið eru einki verd. ”Tí tú skalt ikki halda, at tú ert meira verdur enn vit”. Okkurt hissini dømi: 1: Eftir samanleggingaravtaluni skuldi Kaldbaksvegurin verða 5-6 metrar breiður. Hann er bara 4-4.5 metrar breiður. Haldið samanleggingarsáttmálan! Grótið kann brúkast at breiðka vegin við, siga entreprenørar og verkfrøðingar. 2: Bátahylurin inni í botninum, varð ongatíð gjørdur liðugur. Gerið bátahylin lidnan við tunnilsgrótið. Stórur tøvur er á bátaplássum. 3: Brúkið grótið til innkoyringarvegin frá tunnlinum. Tað er brúkligt, siga entreprenørar. 4: Grótið kann saktans brúkast til Sknsabryggjuna. So verður minni at spreingja á Glyvursnesi. Hetta siga menn við nógvum royndum frá slíkum arbeiði. Havnameistarin sigtur, at henda loysnin kann ikki brúkast, tí farleiðin um Hoyvíkshólm, flesina og grynnuna er so ófantalig ávetri. Tað vita vit øll, sum tíðum sigla hesa leið. Men hvussu nógvar dagar er talan um? Eitt fátal! 5: Harafturat ber til at leggja grótið á goymslu. Nøkur gil eru nevnd. Hesum tók yvirfriðingarnevndin ikki undir við. Men álvaratos: brúkið heldur nøkur gil enn sjóvarstrond og Kaldbaksfjørð. Men hesi sjónarmið eru einki verd…. ”Tí tú skalt ikki halda, at tú ert meira verdur enn vit”. Teknokratarnir á Vaglinum á havnaskrivstovuni hava fullkomiliga heilavaskað býraðið. ”Tú skalt ikki halda, at tú dugir til nakað”. Grein 7 í Jantulógini. Fólk, sum hava fakligt skil á hesum øki, hava víst á okkum í áhugabólkinum á, at ætlanin hjá Tórshavnar kommunu er fullkomiliga burturvið. Teir skilja ikki tøkniligu ráðgevingina í Tórshavnar kommunu…. Hetta, sum eg skrivi, er ikki lygn. Vit brúka ikki somu framferðarhættir, sum meirilutin. Men hesi, sum hava vent sær til okkara, tora ikki at leggja nøvn til. Tey bera ótta fyri ikki aftur at fáa arbeiði aftur frá Tórshavnar kommunu…. Eisini siga hesi skilvísu fólk, at loysnin at flyta 50-60.000 grótlastir millum Hvítanes og Sund er sera vandamikil. Bilarnir eru tungir. Hava drúgva tíð at koma upp í ferð. Roknast kann við nógvum yvirhálingum á mest trafikkeraða landsvegnum á landinum…. Hesi fólk rista við høvdinum eftir loysnunum hjá býráðnum í høvuðsstaðnum. Meirilutin heldur eftir øllum at døma, at henda loysnin er sera góð. Líkt er til, at hann hevur líka stóra arroganta vanvirðing fyri teimum í ferðsluni á vegnum millum Hvítanes og Sund, sum hann hevur fyri meginpartinum av fólkinum í Kaldbak. Í Niðaru Soylugørðum tann 11. juni 1017 Jóhann Mortensen