mánadagur 12. juni 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. JUNI 2017 · Nr. 67
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TVEY MÁL Á 500 MILLIÓNIR KRÓNUR
Málskjúttar hjá Sveis vóru Granit Xhaka úr Arsenal og
Xherdan Shaqiri úr Stoke City. Teir eru keyptir fyri næstan
500 milliónir krónur til samans. Arsenal keypti Granit
Xhaka fyri einar 300 til 350 milliónir krónur frá Borussia
Mönchengladbach, meðan Stoke keypti Xherdan Shaqiri
frá Inter Milan fyri væl yvir 100 milliónir krónur
Føroyska A-landsliðið bleiv spælt av vøllinum á Tórsvølli, tá Sveis
vann 2-0 í HM undankappingardystinum. Lars Olsen royndi seg við
taktiskari snildu, men tað nyttaði lítið í góðveðrinum. Føroyska
landsliðið er ikki tað sama uttan Jóan Símun Edmundsson
TRÓNDUR ARGE
Tað eru tvey føroysk lands
lið. Eitt við Jóan Símun
Edmundsson, og eitt uttan
Jóan Símun Edmundsson.
Tað er ein av niðurstøðunum,
eftir at Sveis fríggjakvøldið
vann
2-0
á
Føroyum.
Føroyska
spældi
við
tveimum áleyparum í eini
vón um at hótta, men tað var
bara í løtum, at vit kláraðu
tað.
Restina av tíðini prógvaði
Sveis hví teir eru í topp-10 á
heimsstyrkilistanum.
Teir
reyðu og hvítu í miðevropa
spældu bóltin væl runt, og
tað sjáldsamt at teir gjørdu
nakrar feilir. Fyrsta korterið
hóttu okkara, men í ein
samfullan tíma hevði Sveis
fult tamarhald á dystinum.
Seinastu løtuna settu teir
ferðina niður, og føroyska
liðið fekk luft aftur.
Áleyparaprátið
Undan dystinum bleiv nógv
tosað um, at Lars Olsen
fór at spæla við tveimum
áleyparum. Tað er heldur
óvanligt fyri eitt føroyskt
landslið, men ætlanin var
at hótta meiri í álopsstøðu,
men helst hevði Lars Olsen
eisini
sæð
onkra
snildu
í
verjustøðu,
tí
Finnur
Justinussen og Klæmint A.
Olsen endaði við at renna
nógv í verjustøðu.
Tað eru ymiskar mein
ingar um taktiska tiltakið
hjá
landsliðsvenjaranum.
Onkur heldur fyri, at triði
maðurin á miðjuni hevði
steðga fyrra málinum, tí tá
tapa miðvallararnir sínar
tvídsytir. Onnur halda at tað
er líka mikið, tí Sveis hevði
komið í hasar støðurnar
alíkavæl.
Í álopsstøðu er niður
støðan, at vit koma ikki
til
skot
úr
vandamiklu
støðunum. Gilli Rólantsson
var tvær ferðir í skotstøðu,
men valdi at spæla víðari. Vit
hava nú bara skorað í einum
av teimum fimm dystunum
higartil.
Tóku ikki av
møguleikanum
Tað er eftirhondini ein aftur
vendandi, at okkara koma í
góðar støður, men ikki taka
av. Hesa ferð vóru tað serliga
innkøstini, sum ikki blivu
umsett. Hóast bóltin kom
innfyri og onkuntíð bleiv
fyrsti bólturin vunnin, men
tað blívur ikki umsett til
royndir á mál.
Somuleiðis
komu
vit
til nøkur innlegg og Gilli
Rólantsson kom skotstøður,
men tølini siga, at vit hava
ikki eitt skot á mál úr vanda
miklari støðu.
Hetta er við at blíva ein
trupulleiki á landsliðnum, tí
vit koma ov sjáldan í góðu
støðurnar. Tað er ikki bara
áleyparnir, men eisini tá vit
hava deyðbóltar.
Útskiftingar
gjørdu mun
Lars
Olsen
brúkti
allar
tríggjar
útskiftingarnar. Inn
komu René Shaki
Joensen, Karl Løkin
og
Odmar
Færø.
Teir gjørdu mun, tí
serliga René Shaki
Joensen setti lív í
álopsspælið, men tað
skal sigast til verju
fyri teir, sum blivu
útskiftir, at Sveis tóktist
slappa meiri av tá.
– Vit høvdu úrslitið og
tað var týdningarmikið,
at koma frá dystinum
uttan skaðar, sigur Valon
Berhami, sveisiskur
landsliðsspælari.
Lars Olsen helt eisini
fyri eftir dystin, at kanska
skuldi René Shaki Joensen
havt byrjað inni, men vísti
á at hann spælarin ikki er í
besta dystarformi í løtuni.
Skansin vísti vegin
Ein ótrúliga stórur partur av
upplivingini til landsdyst á
Tórsvølli, er fjepparafelagið
Skansin. Tað er ótrúliga
stuttligt at síggja hvussu
nógv
lív
fjepparafelagið
kann seta í ein landsdyst.
Fleiri
av
løgunum
eru
fangandi og geva nógv til
samlaðu myndina. Hesa ferð
var einki undantak.
Skansin er okkara 12.
maður.
Spældu ikki upp
til okkara besta
Fyrsta fortreyt fyri, at eitt
føroyskt
landslið
kann
vinna ein dyst er, at okkara
spæla upp til okkara besta.
Tað gjørdu vit ikki heitl
hesuferð. Serliga á bóltinum
vóru okkara minni neyvir
enn vanligt. Av spældu ikki
bóltin í støðum, har vit
vanliga tora at spæla heldur
torføru avleveringina. Tað
gjørdi eisini, at vit ikki
komu úr egnari hálvu í ein
samfullan tíma.
Tá vit so fóru at gýppa í
púra vandaleysum støðum
var øllum greitt, at hetta varð
ikki okkara dagur. Skulu vit
vinna á Andorra og Lettlandi
á heimavølli, so skulu vit tora
at spæla fótbólt. Tað krevur
eisini røttu týpurnar
á vøllinum.
Taptu fyri einum
betri liði
Niðurstøðan
hjá
øllum
spælarunum eftir dystin var,
at Sveis hevur eitt ótrúliga
sterkt lið. Liðskiparin, Atli
Gregersen, fór so langt sum
at siga, at hetta er eitt tað
besta liðið hann nakrantíð
hevur spælt ímóti.
Møguleikin var lítil undan
dystinum, men vit komu
ongntíð so langt sum at
søkja lítla møguleikan.
trondur@sosialurin.fo
SPÆLDIR AV
TÓRSVØLLI
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Føroyar – Sveis: