Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. juni 2017 · Nr. 67 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR YES WE CAN! EIN STÓR UPPLIVING Scott: Turið: Føroyski landsliðsvenjarin, enski Scott Harrington, var so­mikið fegin um søguliga bragd­ið hjá kvinnunum, at hann var rørdur. – Eg eri ótrúliga fegin. Tað er ikki lætt at seta orð á. Hetta var rørandi, segði Scott beint eftir sigurin ímóti Finnlandi. Hann heldur, at av­rik­ ini í teimum báðum dyst­ un­um vóru framúr. – Vit fingu løn fyri at spæla 120 minuttir av góð­um hondbólti, har vit trúðu upp á at vit kundu, og har vit komu út til dyst­ ir­nar og góvu alt, vit áttu, segði hann. Nógvu avboðini undan kapp­ingini skaptu nakað av avbjóðingum, men góða fyri­reikingin hevur smíðað lið­ið væl saman. – Tað er ein æra at hava allar 15 genturnar við okkum. Tær eru úr nógv­ um ymiskum feløgum í Før­oy­um og Danmark, og vit eru blivnar til eitt lið her. Tað var ein avbjóðing, um vit fóru at megna at spæla liðið saman upp á fimm vikur, men tað hava vit klárað, og nú er tað prógv­að, at svarið upp á tann spurningin er ja, tað megn­aðu vit. Vit spældu all­ar sum ein í kvøld, og tað var ein stór trúgv upp á tað, segði Scott Harrington at enda og vísti á, at Før­oy­ ar er eitt ótrúliga trupult lið at spæla seg ígjøgnum, og at tað bleiv prógvað við at Finnland einans fekk fimm mál allan fyrra hálv­ leik. Ein av stuðulsleikarunum á føroyska liðnum, Turið Arge Samuelsen úr Kyndli, var væl nøgd við at Før­oy­ ar fingu svarað aftur eftir eina ivasama byrjan ímóti Finn­landi. – Vit byrjaðu ikki ser­ liga væl, men tað var nokk úr­slit av at vit høvdu spælt ein øgiliga harðan dyst dagin fyri. Vit høvdu eina knasandi góða verju – har var eingin slingur í valsinum. Vit hildu teim­ um niðri á fimm málum í fyrra hálvleiki, sum er eks­ tremt gott, og so høvdu vit nakr­ar leikarar, sum komu inn við nýggjari orku og gjørdu tað ordiliga gott. Eg vil siga, at breiddin á okkara liði bjargaði okk­ um í dag, segði hon eftir dyst­in. Inn ímillum gjørdist tað tætt, men Føroyar hildu allatíð høvdið kalt. – Tað er fyrst og fremst tí at vit ikki ivast í okkara av­talum og verjustøðum, tí vit vunnu heilt sikkurt dyst­in upp á verjuna hjá okk­um. Vit vistu, at tær ikki høvdu ta størstu skot­ styrkina útifrá, so tað snúði seg um at fáa tríggj­ ar, so tær skuldu byrja um­aftur, segði Turið og lýsti síðani kensluna eftir sig­ur­in. – Tað var ein løgin kensla, tí man hugsar, um hetta nú kann vera rætt. Tað var ein øgiliga, øgiliga góð kensla og ein stór upp­ liv­ing, segði Turið Arge Samu­el­sen.