Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. juni 2017 · Nr. 67 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur um viku­ skiftið spælt EM-und­an­ kapping í grikska høv­uðs­ stað­num, Athen, har trý lið vóru í undanbólkinum. Mót­støðu­londini vóru verts­ landið Grikkaland og so Finn­land. Við átta HM- og EM-und­ an­dystum og ongum sigri var longu greitt frammanundan, at Føroyar fóru at fáa tað trup­ult við at spæla seg víð­ ari. Ikki gjørdi tað útlitini betri, at fleiri av leikarunum høvdu givið avboð, men við høv­uðs­venjaranum, Scott Harr­ington, á odda, settu før­oysku kvinnurnar kós ímóti Danmark longu eina viku frammanundan, har tær vóru á venjingarlegu og spældu venjingardystir ímóti Roskilde og Ydun. Søguligt Fyrsti dysturin í EM-und­an­ kapp­ingini var leygardagin ímóti Grikkalandi. Tær før­ o­ysku bjóðaðu alt fyri eitt vertunum upp til dans, og við høgari leik­ferð og álopskendari verju fingu tær skelkað heima­lið­ið, sum kom at renna aft­aná før­oy­ ing­unum í fyrra hálv­leiki. Støð­an í hálv­leiks­steðg­inum var 15-10 til Før­oy­ar. Seinni hálvleikur byrjaði ikki serliga væl hjá Føroyum. Fleiri føroyskar útvísingar glopp­aðu dyrnar fyri Grikka­ landi, sum eisini tók av og fekk otað seg inn aftur í dyst­ in, men ongantíð kom tætt­ ari enn at hótta og at enda stóðu eftir við ongum. Við djørvum spæli í av­ ger­andi løtum tryggjaðu Før­oy­ar sær ein tættan 25-24-sigur. Úrslitið lýgur eitt sind­ur við tað, at Grikkaland fekk síðsta málið í seinasta sek­undi. Tað vóru serliga før­oysku bakk­ar­nir, Anna A. Brimnes og Kristi­anna Henne­berg Joen­sen, sum vóru eyðsýnd­ar – Kristi­anna í nær­dyst­un­u­m og Anna við lang­skot­um og ikki minst brotskøstum. Eisini Turið A. Samuelsen fekk fimm mál, eins nógv sum Kristianna, í eyðkendum stíli. Hetta var fyrstuferð í søguni, í níggjundi royndini, at føroyska kvinnulandsliðið vann ein HM- ella und­an­ kapp­ing­ardyst. Hildu tætt Søguligi sigurin ímóti Grikka­landi lat alt fyri eitt dyrn­ar upp fyri at spæla seg víðari. Kravið var, at Før­oy­ ar í minsta lagi fekk javn­leik ímóti Finnlandi í gjár, sunnu­ dagin. Møguleikarnir burdu ver­ ið góðir, tí Finnland í fyrsta dysti sínum hevði tapt 29-20 ímóti Grikkalandi, sum Før­ oy­ar vann ímóti. Dystarbyrjanin var tó merkt av nervum, og eitt ágang­andi finskt lið var om­ aná fyrstu løtuna bæði 3-0 og 4-2. Eftir smáum tíggju min­uttum fekk Føroyar tó fótað sær, eitt nú við einari væl upplagdari innskiftari Marj­un Danberg, og við eitt var tað Føroyar, ið var omaná og vann sær leiðsluna. Bæði liðini spældu við 5-1-verju og órógvaðu spælið hjá hvørjum øðrum, so mál­ ini vóru ikki tey mongu, og Før­oy­ar fór til hálvleiks á odda 8-5. Frá byrjan í seinna hálv­ leiki rapaðu málini inn. Før­ oyar var fyri tað mesta á odda við trimum, men tvær ferðir kom Finnland upp á eitt mál á muni. Tær før­ oysku hildu tó aftur hesaferð høvd­ið kalt og stýrdu seg til ein 20-17-sigur, sum loysti út fyrstu føroysku lut­tøkuna í sjálvari EM-und­an­kapp­ing­ ini. albinus@sosialurin.fo HONDBÓLTUR NÆR OG ÍMÓTI HVØRJUM? Yvirlit: Í sannførandi stíli og við full­um stigatali hevur før­ oyska kvinnulandsliðið fyri fyrstu ferð í søguni spælt seg til sjálva EM- und­an­kapp­ingina. Tær hava nú spælt seg víðari úr fyrsta part­inum av und­an­kapp­ing­ini, og nú eru tær í sjálv­ari und­ an­kappingini, sum vit kenna hana, og har all­ar av sterkastu hond­bólts­ tjóð­unum eru við. Tað er longu nú greitt, at Før­oyar koma í und­an­ bólk numm­ar 3. Her verða mót­støðu­lond­ini Svøríki, Serbia og Make­donia. Um dystarætlanin fer at halda, so spæla Føroyar hes­ar dagar: 27. ella 28.09.17: Serbia – Føroyar 30.09 ella 01.10.17: Føroyar – Svøríki 21. ella 22.03.18: Føroyar – Makedonia 24. ella 25.03.18: Makedonia – Føroyar 30. ella 31.05.18: Føroyar – Serbia 02. ella 03.06.18: Svøríki – Føroyar Teir fyrstu tveir EM-sigrarnir í søguni hjá føroyska kvinnulandsliðnum hava tað við sær, at kvinnurnar hava spælt seg til EM-undankappingina og nú møta londum av ovastu rók. Føroyar – Grikkaland 25-24 (15-10) Málskjúttar: Anna A. Brimnes 9 (5), Turið Arge Samuelsen 5, Kristianna Henneberg Joensen 5, Ninna K. Johansen 3, Bjarta Osberg Johansen 2, Siw Matras Larsen 1 Føroyar – Finnland 20- 17 (8-5) Málskjúttar: Anna A. Brimnes 6, Marjun F. Danberg 4, Kristianna H. Joensen 3, Siw Matras Larsen 2, Daniella Joensen 1, Bára K. Hansen 1, Turið Arge Samuelsen 1, Ninna K. Johansen 1, Tóra Eliasen 1. Landsliðið víðari: KVINN- URNAR SKRIVAÐU EM-SØGU