Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. juni 2017 · Nr. 67 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Pætur Albinus FÓTBÓLTUR 24 ára gamli føroyski lands­ liðsleikarin, René Shaki Joensen, er farin til Ísra­els at royndarvenja við møgu­ liga fleiri feløgum, tó uttan at navn er sett á nakað av teimum. René, sum er hálv­ ur úr Ísrael, valdi ikki at taka av tilboðnum hjá Vend­ syssel FF, har sáttmáli hans­ ara nú er runnin út. Hann hevur sagt við Rás2, at tað er ein dreymur hjá hon­um at sleppa til Ísraels at læra familju sína betur at kenna og eisini at læra seg hebra­ iskt. FORMIL 1 Kappkoyring hevur verið í Kanada um vikuskiftið, og har eydnaðist tað Lewis Ham­il­ton (Mercedes) at strúka avstað við sigrinum og minka um munin í saml­ aðu kappingini til odda­ mann­in, Sebastian Vettel (Ferr­ari), sum hesaferð gjørd­ ist nummar fýra. Danski Kev­in Magnussen (Haas) gjørd­ist nummar 12 og fekk har­við einki stig. Í samlaðu kapp­ingini er Sebastian Vet­ tel á odda við 141 stigum, með­an Lewis Hamilton hev­ ur 129. FR. ÍTRÓTTUR Usain Bolt rann í gjár sína seinastu kapping í heim­land­ inum, Jamaika. 30 ára gamli sprintarin hevur boð­að frá, at hann gevst við at renna eftir HM í august. 100 metr­ ar teinin í Racers Grand Prix í Kingston, Jamaika, vann hann í gjár við tíðini 10,03. – Eg haldi ikki, at eg nakr­ an­tíð havi verið so ner­vøs­ur áðr­enn eina kapping fyrr. Eg haldi eisini, at hetta var ein av mínum vánaligastu tein­ um. Avrikið var vánaligt, og starturin var vánaligur sum altíð, segði hann eftir at hava runnið ta ivasomu tíð­ina frammanfyri 30.000 áskoð­ar­ um. Usain Bolt hevur vunnið átta OL-gullheiðursmerki og 13 HM-heiðursmerki. KURVA- ­BÓLTUR Føroyska kurva­bólts­lands­ lið­ið hevur havt forkunnuga vitj­an av amerikumanninum Theo­dore “Tat” Tucker, sum var her heima og bjóðaði sær til at venja føroyska lands­ liðið eina venjing nú fram ímóti oyggjaleikunum í Got­ landi. Theodore “Tat” Tuck­er hevur spælt í bestu donsku deildini og er í løt­uni hjálp­ ar­venjari hjá Ran­ders Cimb­ ria. Pól Jak­ob­sen og John Norðbúð Thom­sen eru venj­ arar hjá før­oyska lands­lið­ num, sum á oyggja­leik­un­um hev­ur tríggj­ar úti­setar við: Ragn­ar Jac­ob­sen og Steen Róa Lorenzen úr Aal­borg um­framt Bastian Heina­son Zach­ari­as­sen, sum spæl­ir high school basket í USA. SÚKKLING Torkil Veyhe var enn eina­ ferð á sigurspallinum, tá ið hann í gjár súkklaði við í donsku súkklukappingini, GP Horsens Posten. Før­ oyski súkklarin, sum um­ boð­ar ColoQuick-CULT, kom við í eitt stórt útbrot við 21 súkklarum á hesum tein­ in­um, ið var 200 kilometrar lang­ur, og hann sat eisini við at enda, tá ið einans trígg­ir vóru eftir. Spurturin er tó ikki sterkasta síðan hjá Torkili, og hann mátti taka til takkar við at gerast numm­ar trý, sum tó var eitt frá­líkt úrslit og nóg mikið til at snúgva seg við upp á sig­urs­skamm­ilin. Stefan Djurhuus, ið er av føroyskari ætt og súkkl­ar við Riwal Platform, gjørd­ist nummar sjey. Danski súkklarin, Jakob Fugl­sang (Astana), vann í gjár størsta sigurin á súkkluleið síni, tá ið hann tryggjaði sær saml­aða sigurin í Critérium du Dauphiné, sum er ein upp­hit­ing til Tour de France. Á sein­asta tein­inum hevði hann 1:15 upp til Richie Porte, ið hevði før­ara­troyggjuna, men hann smurdi allar kapp­ing­ar­neyt­ar­nar av á sein­asta teininum og end­aði frammanfyri mætar súkkl­ ar­ar sum Chris Froome og Al­berto Contador. Jakob Fugl­sang er 32 ára gamal og verð­ur kapteinur hjá Astana í Tour de France, sum byrjar 1. juli. TENNIS Grúskongurin Rafael Nadal er aftur á trónuni í French Open, og tað í sannførandi stíli. Hann vann allar sjey dyst­irnar í ársins útgávu av French Open uttan at tapa eitt einasta sett. Í finaluni, sum var í gjár, vann hann 6-2, 6-3, 6-1 ímóti Stanislas Waw­ rinka úr Sveis. Hetta var 10. ferð, at 31 ára gamli spaniólin vann French Open. Hinar Grand Slam-kappingarnar, Wimble­don, US Open og Austra­lian Open, hevur hann til samanberingar vunnið fimm ferðir tilsamans. Púra óvæntað var tað tann óseed­aða 20 ára gamla Julia Osta­penko úr Lettlandi, sum leygardagin vann French Open hjá kvinnum við at vinna 4-6, 6-4, 6-3 ímóti heimsins nummar trý, rum­ ensku Simonu Halep, í fin­ al­uni. Ostapenko, sum er numm­ar 47 á heims­styrk­ is­list­anum, fær heili 15,6 milli­ónir krónur fyri sigurin. Und­an sigrinum í hesi Grand Slam-kappingini hevði Osta­ penko ikki so frægt sum vunn­ið eina WTA-kapping. Áveg­is í finaluna í French Open vann hon eitt nú á donsku Caroline Wozniacki. RENÉ ROYNIR SEG Í ÍSRAEL Føroyski landsliðsleikarin er farin at royndarvenja í Ísrael. Torkil Veyhe var aftur á sigurspallinum, og føroyskur kurvabóltur hevur havt vitjan úr USA. Rafael Nadal vann French Open fyri 10. ferð René fekk hálvan tíma ímóti Sveis Torkil Veyhe fekk enn eitt gott úrslit