mánadagur 12. juni 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. JUNI 2017 · Nr. 67
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Thomas Thinggaard:
Hugsið um tann einstaka spælaran
MENNING
Thomas Thinggaard
Fótbóltsmennari hjá Fótbóltssambandinum frá januar 2017
Hevur A og B licens frá ávíkavist 2016 og 2011
Venjari hjá feløgum:
2008: Gug Boldklub
2008-11: Frederiksberg Boldklub (ungdómsvenjari)
2012: Vanløse (ungdómsvenjari)
2012-16: HIK (ungdóms- og vaksnamannavenjari)
Venjari hjá landsliðum:
2017: Landsliðsvenjari hjá føroyska U16/U17 liðnum við
dreingjum
Næsta stig fyri
landsliðið – mugu
verða betri á
bóltinum
Um Føroyar skal taka næsta stigið,
so eru føroysku spælararnir ikki
nóg góðir á bóltinum undir trýsti.
Avleveringar,
vendingar,
fyrsta
nerting og mótið til at tora at halda
upp á bóltin eru ikki góð nokk.
Vit skulu fyrst og fremst tryggja,
at spælararnir frá heilt ungum
árum fáa vant tað grundleggjandi
í fótbólti. Teir mugu duga at gera
tingini tekniskt rætt, fyri seinni
kunna gera tað undir trýsti.
Vit koma langt upp á stríðs
andan og samanhald. Tað er
fantastiskt, og vit skulu ikki gloyma
at viðurkenna tað. Tað er ikki givið,
at um tú sendur eitt lið á vøllin í
Danmark, so stríðast teir líka nógv
sum eitt føroyskt landslið. Nú
skulu vit bara umseta tað til gott
spæl eisini.
* Thomas Thinggaard vísir her á
sjónbandabrot frá U16 kappingini fyrr í ár,
har føroyska liðið sparkar bóltin vekk, hóast
tað er gott pláss, tí vit eru stressaðir. Síðani
vísir hann á triðja dystin í kappingini, ið er
móti einum sterkum Luksemborg, men at
liðið nú spælir bóltin runt. Tað er vegurin
fram.
Ljós á tann
einkulta spælaran
Fleiri spælarar blíva nærmast
misnýttir, tí teir skulu spæla so
nógvar dystir. Nøkur lið hava nokk
av spælarum, men gera tað fyri
at vinna, heldur enn at menna
spælarar. Fyri at blíva betri, má
ein spælari venja. Hin parturin er,
at tað eru smærri feløg, har tað er
neyðugt at somu spælarar spæla
allatíð.
Tað er skynsamt, at eitt felag
hyggur at einstaka spælaranum,
og spyr hvar hann mennist best.
Ikki hvar hann kann vinna teimum
komandi ungdómsdyst.
Eisini skulu venjarar tora at
flyta spælarar runt á vøllinum,
um tað gevur meining í mun til
menningina
av
spælarunum.
Sjálvt um tað gongur útyvir úr
slitið av dystinum. Spyr hvussu
hesin blívur ein A-landsliðsspælari
í framtíðini.
Tað merkir ikki, at úrslitið í
komandi dysti ikki er týdningar
mikið, men at tað ikki er tað týdn
ingarmesta. Fólk skilja tað soleiðis,
at tað ikki er týdningarmikið
at vinna. Soleiðis skal tað ikki
skiljast, men heldur at tú hevur
menningina hja spælaranum
fremst í huga. Tað er eisini
ein máti at vinna uppá –
í longdini.
Í Danmark gekk
eg undir at vera ov
verjukendur og bara
spæla fyri at vinna.
Her siga tey, at eg
eri ov framrættaður
og slett ikki spæli
fyri at vinna.
**Hann visir á ein spælara í
Danmark, sum hann áhaldandi
brúkti á miðjuni, sjálvt um bæði hann
og spælarin vóru greiðir yvir, at hann bleiv
miðverji sum vaksin. Orsøkin var, at hann á
miðjuni fekk fleiri ágóðar í longdini
Fjølbroyttar árgangir
Tað er saknur í eitt sindur fjølbroyttari hugsan um árgangirnar. At
tey feløgini, sum hava torført við at manna lið, skulu kunna brúka
onkrar eldri spælarar. Tað hevði eisini gjørt, at onkur av teimum
betru liðunum fingu meiri mótstøðu.
Bestu spælararnir í árganginum fáa ikki nóg góða mótstøðu í
fleiri dystum. Tað ger, at menningin ikki er nóg góð. U16 spælarar
fáa einki burturúr at vinna 10-0. Teir fáa einki burturúr at vinna við
at spæla 80 prosent av tí, teir kunnu. Tá kundi ein góð mótvekt verið,
at lítla liðið hevur loyvi at brúka tríggjar U18 spælarar. So fáa bæði
stóra liðið og lítla liðið eina eyka motivatión at spæla.
Tað er ein trupulleiki í eitt nú U16 árganginum, at tað eru ov fáir
dystir, sum eru kappingarførir. Eitt argument er, at teir spælararnir,
sum ikki menna seg skjótt, hava góðar treytir, tí vit eru so fá, men
eg hugsi meiri um teir, sum eru best – at vit ikki fáa meiri burturúr
teimum.
FSF skal átaka sær ein størri leiklut
Soleiðis sum sambandið er millum feløgini og FSF, og treytirnar, sum
feløgini hava, so kundi ein loysn verið, at Fótbóltssambandið átekur
sær ein størri leiklut. Ein møguleiki er eitt nú økis-úrvalsvenjingar, har
landsliðsvenjararnir venja bestu spælararnar eina ferð um vikuna úti í
økjunum. Hetta gevur teimum bestu spælararum ein betri møguliga at
venja saman við hinum og fáa góða mótstøðu. Feløgini kunnu ikki gera
hetta sjálvi, so tá má FSF traðka til.
Tróndur Arge/Símun Christian Olsen
Tað sigur fótbóltsmennararin og
U17
landsliðsvenjarin,
Thomas
Thinggaard. Hann hevur arbeitt í
føroyskum fótbólti í eitt hálvt ár,
og heldur at vit gera nógv rætt, men
at vit kunnu blíva nógv betri. Hann
heldur, at tað er týdningarmikið
at hugsa um einstaka spælaran.
Somuleiðis heldur hann, at tað er
týdningarmikið, at gera góðu venj
ararnar betri.
Hann tók um ársskiftið við sum
ein av fýra fótbóltsmennarunum.
Hann gongur undir at verða gløgg
ur eygleiðari, sum ikki altíð ger so
nógv burturúr sær sjálvum, tá hann
er til staðar. Hann hevur longu
verið avstað við U16 landsliðnum
fyrr í ár. Ein kapping, sum hevur
givið manninum nakað at hugsa
um.
Gerið
góðu
venj
ararnar
betri
Góðu
venjararnir
hava
uppiborið rós, men vandin er,
at teir fara úr umhvørvinum.
Orsøkin
er,
at
teir
eru
foreldravenjarar.
Tað
er
einki fíggjarligt, sum heldur
teimum til. Bert børnini.
Her er ein møguleiki, at
brúka fleiri pengar at halda
upp á venjararnar, har sum
teir eru. Mín áskoðan er,
at vit skulu gera teir góðu
venjararnar
betri,
heldur
enn at hava nógvar venjarar,
sum ikki mennast ella taka
seg fram.
Tað ræður um at finna
venjarar við ambitiónum,
sum
vilja
sleppa
á
venjaraskeið og blíva betri.
Eg møti ov nógvum, sum
eru venjarar, men ikki hava
tikið venjaraprógv, tí tað
er ikki tíð til tað. Tað skal
vera ein motivatión til góðu
venjararnar, men tað skal
eisini verða ein motivatión
til teir, sum leggjast afturat
at blíva betri.
Tað finnast kanska aðrar
loysnir, men í løtuni er tað
fíggjarliga størsta eggjanin.
Tað er ikki neyðugt, at lønin er
her og nú, men at ein venjari
sær, at tað eru fulltíðarstørv
ella venjarastøv, har tú hevur
ráð til at taka tær tað tíð, tað
tekur at verða ein venjari við
ambitiónum.