Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. JUNI 2017 · Nr. 67 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jógvan Martin Olsen: Fleiri pengar til ungdómsmenning MENNING Tróndur Arge/Símun Christian Olsen Jógvan Martin Olsen telist mill­um føroysku venjararnar við allar­mestu royndunum. Hann hevur vant NSÍ og Víking, hann hevur vant eitt ótal av U-landsliðum og hevur verið bæði hjálpar- og høv­uðs­venjari hjá føroyska A-lands­lið­num. Toftamaðurin er eisini einasti føroyingurin við UEFA Pro License venjaraútbúgvingini. Í løtuni starvast Jógvan Martin Olsen sum fótbóltsmennari hjá Fót­ bóltssambandinum, og hevur millum annað ábyrgdina av at hjálpa feløgum at menna dagligu ung­dómsvenjingina. Royndi venj­arin hevur eisini greiðar hugsanir um, hvat skal gerast, um føroyskur ung­dómsfótbóltur skal taka næsta stigið. Jógvan Martin Olsen heldur mill­um annað, at føroysku fe­løg­ini eiga at brúka minst ein fjórð­ing av fíggja­rætlanini upp á ung­dóm­in, at kappingarskipanin í ver­andi líki ikki er nøktandi og at yvir­gongdin frá ungóms- til vaksna­mannafótbólt av tí sama verður ov trupul og at vit ikki tora nóg væl at dyrka talentini. Niðanfyri setir Jógvan Martin Olsen orð á fimm av størstu av­bjóð­ing­ un­um í føroyskum ung­dóms­fótbólti í løtuni. Menningar­ átakið hjá Fótbólts­ sambandinum má fylgjast av feløgunum Fótbóltssambandið hevur gjørt fimm átaksøki í samband við nýggju menningarætlanina, og tað er av stórum týdningi, at hendan verður fylgd av fe­ løg­unum kring landið. Tað er serliga innan hesi øki, at før­ oyskur fótbóltur og føroyskir fót­bóltsspælarar kunnu og hava tørv á at mennast. Vit skulu spæla meiri (U6-U12) í venj­ ingunum við málum, skift­andi vallarstøddum og í mesta lagi trimum á hvørjum liði frá U6-U8 og 4v4 og 5v5 hjá U10 og U12. Vit skulu venja meir styrkivenjing (U14 og eldri), tí spælararnir skulu gerast sterkari og skjótari, og hetta kann eisini vera skaða­ fyribyrgjandi. Vit skulu venja meir 1v1 verjuspæl (U14 og eldri), tí hetta er eitt øki, har tað er greitt, at vit kunnu betra okkum munandi. Vit skulu spæla meir undir trýsti (U6 og eldri), tí tað er ikki nóg mikið bert at læra seg at avlevera, temja og reka. Tí verður mælt til, at venjarar í nógv størri mun eggja sínum spælarum, at trýsta mótstøðuspælararnar við at fara eftir bóltinum. Eisini skulu vit í størri mun venja offensivt trýst, og ikki bara leggja okkum eftir at standa rætt langt afturi á vøllinum. Til seinast skulu vit venja meira gjøgnumbrotsspæl (U14 og eldri), tí føroysk lið hava mangan havt ilt við at skapa møguleikar úr opnum spæli. Ov lítið av peningi verður brúktur til ungdóms menningina Eitt eldfimt evni, men býtið av pen­inginum hjá feløgunum er skeiklað. Í stóran mun hevur mann venjarar til Effodeildarliðið – onkrir fulla tíð, aðrir kanska upp ímóti fullari tíð – ið møta til venjing fýra ferðir um vikuna, og stórt sæð ikki eru við í ung­ dómsvenjingini í felagnum ann­ ars. Í hesum førunum haldi eg ikki, at feløgini fáa nóg mikið fyri peningin. Eg var venjari og høvuðsungdómsvenjari í Víkingi og legði stóran dent á at menna ungdómsvenjingina í felagnum, og tað sama síggja vit t.d. í NSÍ, har Anders Gerber hevur fingið sama leiklut. Ágóðarnir eru týðiligir, tá eitt felag hevur slíkan fagligan førleika umborð. Í sama viðfangi minkar sjálv­ bodna arbeiðið í feløgunum, og tað gerst alsamt truplari at seta nýggjar venjarar við. Familjulívið krevur meir av monnunum nú, enn tað gjørdi fyrr, og tíðin er farin frá, at venjarar hjá yngru liðunum finna seg í at gera alt fyri einki, meðan onnur fáa pen­ing afturfyri. Hví skal ein ung­dóms­ venjari, sum hevur ábyrgdina av venjing 3-4 ferðir um vikuna við eini 30 spælarum og skal skipa fyri kappingum í vikuskiftinum, gera tað ókeypis, tá ein spælari kanska fær 5000-10000 krónur fyri at venja fýra ferðir um vik­una? Ungdómsdeildin í einhvørjum felagi skal eiga í minsta lagi 25 prosent av fíggjarætlanini. Hevur eitt felag fýra milliónir, skal minst ein millión brúkast til ung­dómsmenning. Vit tora ikki nóg væl at dyrka talentini Tíðin er komin til, at vit skulu tora at arbeiða við meir við kvali­ teti. Vit skulu framvegis arbeiða við breiddini, og taka hond um øll, sum eru í feløgunum. Men vit skulu samstundis hava dirvi til at geva teimum betru spæl­ arunum, sum hava ynski um at gerast yrkisleikarar, møguleika at fáa venjing við hægri dygd. Tað hava vit verið øgiliga varin við í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani, frá 2008-2012, tók Fótbólts­sam­ bandið stig til talentvenjingar eina ferð um vikuni úti í teim­ um ymsu økjunum, har tey evna­ríkastu úr feløgunum fingu høvi at venja saman, og teir stað­ bundnu venjararnir eisini vóru við. Tá hækkaði dygdin í venj­ ingini, og bæði feløg, spæl­ar­ar og venjarar fingu meir burturúr. Tað er neyðugt, at feløgini eisini tora at dyrka talentini, men tað krevur, at tú hevur nóg nógvar skikkaðar venjarar, og at hesir ikki hava ábyrgdina av ov nógvum spælarum í part. Eitt lutfall upp á 1:10 í ung­dóms­ venjing hevði verið ynskiligt, tí um tú skalt taka tær av 30 spælarum í senn, er avmarkað, hvat kann gerast. Yvirgongdin frá ungdóms- til vaksnamanna fótbólt er ov trupul, og kappingar skipanin er ikki nøktandi Hetta er ein stór avbjóðing, tí áhuga­ málini hjá feløgunum eru øgiliga ymisk. Men tá ein spælari fer frá ungdóms- til vaksnamannafótbólt, er tað ein stór broyting. Tá er umráðandi, at nøkulunda á jøvnum føti við mótstøðuna umleið 50 pro­ sent av tíðini, er betur enn mót­ støðan umleið 25 prosent av tíðini og er verri enn mótstøðan umleið 25 prosent av tíðini. Hetta fyri at raka eina javnvág, har spælarin bæði upplivir viðburð, men eisini fær avbjóðingar, har hann verður noyddur at arbeiða harðari. Í løtuni hava fleiri feløg Effo­ deildarlið, 1. deild og kanska U18 og U16 eisini. Trupulleikin er, at sam­starvið millum hesi liðini haltar í nógvum førum, og fleiri staðni knípir tað við dialoginum og yvirskipaðu ætlanini. Hypotetiski dugnaligi leikarin verður tikin upp at venja við Effoliðnum. Hann skal spæla við 1. deild leygardag, undir einum øðrum venjara, sita á beink­ inum í Effodeildini sunnudag og síðan við U18-liðnum mánakvøld undir triðja venjaranum. Umframt hetta venur hann hinar dagarnar. Hetta kann eftir stutta tíð føra til mentala og kroppsliga møði, ið er torfør at sleppa burturúr aftur, og tískil spælir leikarin skjótt uttan yvirskot, og fær kanska negativar viðmerkingar um avrikini omaná tað heila. Í longdini ger hetta, at vit missa spælarar. Tað krevst, at mann hevur eina ætlan, har spælarin verður settur í miðdepilin. Dystarminuttir, venj­ ingar og hvíld mugu hanga saman. Viðvíkjandi kappingarleisti hevði helst verið skilagott at fari til ólíka ár, so mann fær U11, U13, U15, U17 og síðan eini U21-kapping, har mann hevur fýra árgangir at velja úr og hevur eina ávísa breidd, eisini hjá teimum smærru feløgunum. Okkum tørvar eitt fótbólts akademi, og tað skal koma frá Fótbólts sambandinum Fótbóltssambandið skal seta eitt fót­bóltsakademi á stovn, har menn­ing av fótbóltsspælarum er í mið­deplinum. Júst hvussu hetta skal skipast, havi eg ikki eitt greitt boð upp á í løtuni. Til dømis verður talan um eina stóra verkætlan, um spælarar skulu búgva saman, eins og mann sær aðrastaðni. Tað kann eisini gerast í samstarvi við skúlan, har tað verður partur av lestrarætlanini. Har ber til at leggja dent á tað fakliga og tað fót­ bóltsliga. Har skuldu vit so havt góðsku­venjingar við skikkaðum venjarum. Møguliga kundu vit havt breytir í fleiri miðstøðum, til dømis í norðurøkinum, eysturøkinum, vestur­økinum, miðøkinum og í suður­økinum. Tá fótbóltsbreytin byrjaði í Havn, var eg venjari í Víkingi, og onkrir av okkara leikarum fóru heimani­frá klokkan 06.00 og vandu so frá klokkan 08.00 til 09.30. Eftir vanliga skúlagongd komu teir so heim aftur, og vandu aftur við felag­num klokkan 17.00. Menningin var ikki til at taka feil av. Eisini hevði verið spennandi, um vit kundu fingið samstarv í lag við okkurt akademi hjá felagi uttanlands, t.d. í Hollandi, og fingið ein ella tveir U15 ella U17 spælarar um árið at tikið trý ár á einum slíkum. Tað krevur, at spælarin hevur eitt trygt umhvørvið, men kanska føroyskar familjur høvdu verið áhugaðar at fari við, um felagið skaffaði teimum arbeiði innan teirra útbúgvingarøki og FSF lat fíggjarligan stuðul. Jógvan Martin Olsen Fótbóltsmennari hjá Fótbóltssambandinum frá januar 2017 Tók UEFA Pro License venjaraútbúgving frá nov. 2009 til á sumri 2011. Er einasti føroyingur, ið hevur hesa útbúgvingina. Í løtuni er Bill McLeod Jacobsen í gongd við at taka hana. Venjari hjá feløgum: 1994-95: LÍF 1996: B68 2002-04: NSÍ (Løgmanssteypið í 2002) 2009-13: Víkingur (Løgmanssteypið í 2009 og 2012) 2014: B68 2016: ÍF Venjari á landsliðnum: 1996-05: Hjálparvenjari undir Allani Simonsen og Henriki Larsen 2006-08: Høvuðsvenjari Harumframt var Jógvan Martin Olsen U16 landsliðsvenjari í 1995, U18 landsliðsvenjari í 1997, og hevði næstu árini ábyrgdina av at byggja upp landsliðsarbeiðið frá U15-U21. Somu ábyrgd hevði Jógvan Martin Olsen, tá hann var høvuðsvenjari í NSÍ frá 2002-04, og tá hann var høvuðsvenjari í Víkingi frá 2009-13.