mánadagur 12. juni 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. JUNI 2017 · Nr. 67
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Venjarin hjá NSÍ er ikki í iva um, at føroyskur fótbóltur kann mennast nógv afturat. Hann heldur,
at hugburðurin til fótbólt í Føroyum skal kollveltast. Vit skulu samla teir bestu spælararnar
í hvørjum árgangi og gera ein skúlaflokk, so hesir fáa meiri venjingar og á hægri stigi. Vit
skulu tora at hugsa meiri í elitufótbólti, og ikki ræðast at traðka onkran á tærnar
Anders Gerber:
ELITUVENJING OG
FÓTBÓLTSSKÚLI
ER VEGURIN FRAM
MENNING
Tróndur Arge/Símun Christian Olsen
Ein av teimum, sum hevur greiðar
meiningar um menning í føroysk
um fótbólti, er danski venjarin
hjá NSÍ, Anders Gerber. Gløgt er
gestsins eyga, sigst, og meðan vit
til tíðir hava eina romantiska mynd
av føroyskum fótbólti og okkara
brøgdum, hevur Anders Gerber hug
at rista eitt sindur í okkum.
Hann samanber Føroyar við
Silkeborg og vísir á, at bestu spæl
ararnir í teimum eldru árgangunum
í Silkeborg venja saman upp til
sjey ferðir um vikuna at kalla alt
árið. Í Føroyum venur eitt nú U19
landsliðið 15 til 25 ferðir saman.
Hann sær eisini stórar trupul
leikar við venjingunum í feløg
unum, har tað mangan er ov
stórur munur á evnunum hjá spæl
arunum. Nakað, sum sæst aftur í
dysti, har annað liðið mangan vinn
ur stórt.
Eisini eru viðurskiftini rundan
um vanliga venjaran í yngru deild
unum ikki góð nokk. Partarnir
kunnu ikki krevja nakað av hvørj
um øðrum. Og oftani snýr tað seg
um at vinna, heldur enn at menna
spælaran. Einstaka spælaran.
Anders Gerber hevur eina loysn,
og sær eisini fleiri møguleikar í før
oyskum fótbólti.
Venja ov illa og ov lítið
Anders Gerber hevur verið hjálpar
venjari hjá Silkeborg IF í fýra ár
frá 2011 til 2015. Hann brúkar eisini
Silkeborg sum eina samanbering,
tí fólkagrundarlagið er áleið tað
sama, men tað er stórur munur á
venjingarnøgdini hjá spælarunum
í tannárunum. Ein spælari í Før
oyum venur helvtina minni og á
lægri stigi enn kappingarneytarnir
í Danmark.
– Størsta avbjóðingin er, at
spælararnir venja ov lítið. Støðið
á gerandisvenjingum er ov lágt,
og evnaríku spælararnir hava
mangan ov lætt spæl móti verru
viðspælarunum. Tí verður hann
ikki trýstur nóg mikið. Dystirnir
hjá honum eru á ov lágum stigi,
og hann spælir ov sjáldan móti
jøvnum ella betri mótspælarum og
verður ikki trýstur, sigur Anders
Gerber.
Hann kemur seinni inn á aðrar
loysnir, sum kunnu gera gerandis
dagin meiri spennandi fyri ein
føroyska fótbóltsspælara, men tá
tað kemur til at hugsa um Føroyar
og føroyskan landsliðsfótbólt, so er
svarið ein fótbóltsskúli.
– Avgjørt besta loysnin í mínum
eygum er, at bestu spælararnir
kring landið verða samlaðir og
venja ofta saman. Jú fyrr tað verð
ur gjørt, tess betri. Eg tosi ikki um
6 ára gamlar spælarar, men um U12
ella U13.
Onki menningarumhvørvi
Viðvíkjandi
elituvenjing,
fylgja
fleiri ting við, sum vit ikki hava úti
í einstøku feløgunum í Føroyum.
Anders Gerber nevnir eitt nú fólka-
og fíggjargrundarlag og umstøður.
– Vit tosa eisini um, at teir
fáa betri venjarar og harvið eitt
betri menningarumhvørvi. Tað er
kjarnin í hesum málinum. Tað eru
ov fáir spælarar, sum eru í einum
menningarumhvørvi. Tað eru ov
fá støð í Føroyum, har tú hevur
fortreytirnar fyri at hava eitt
menningarumhvørvi, sigur Anders
Gerber og leggur afturat:
– Eitt nú er tað ikki ”feedback”
upp á dystir, ongar sjónbanda
greiningar av avrikunum, ikki
sjónbandaupptøkur av venjing og
ongin einstaklingavenjing. Og so
leiðis kann eg halda fram. Tað eru
ikki kropsligir venjarar knýttir
at øllum feløgunum, vit hava
ikki mentalar venjarar og tað eru
heldur ikki fysioterapeutar knýttir
at ungdómsliðunum. Tá er tað ikki
eitt menningarumhvørvi, og tí er
einki menningarumhvørvi í Føroy
um, sigur danski venjarin.
Loysnin er ein FSF-
stýrdur skúli
Venjarin hjá NSÍ er greiður í síni
talu. Loysnin er ein skúli, sum FSF
varðar av.
– Besta loysnin er, at bestu spæl
ararnir venja saman um morgunin,
fyri síðani at kunna venja úti í fe
løgunum um kvøldið. Eitt slag av
fótbóltsskúla er ein sera góð loysn,
tí tað ger at spælararnir koma at
venja meiri og á hægri stigi, sigur
fyrrverandi hjálparvenjarin hjá
Silkeborg.
Hann vísir á, at tað ikki er neyð
ugt at búgva á skúlanum, tí tað er
so stutt frástøða í Føroyum. Ein
fyrimunur, hann nevnir fleiri ferðir.
– Tað kundi eitt nú verið, at 20
teir bestu vandu saman tríggjar til
fýra ferðir um vikuna á skúlanum,
har landsliðsvenjararnir standa fyri
venjingini. Her blívur landsliðið
betri, tí spælararnir verða betri
”matchaðir” til venjing og kunnu
venja oftari, sigur Anders Gerber,
og heldur ikki, at tað er ein vansi
fyri tey feløgini, sum mugu lata
sínar spælarar.
– Spælararnir kenna seg eisini
heima í feløgunum, har teir venja
seinnapart og um kvøldarnar. Her
eru teir eisini millum teir bestu
og fáa roynt tey tingini, teir læra.
Tað eru ting tú betri kann læra, tá
tú spælir móti veikari mótstøðu,
meðan tú lærir annað, tá tú spælir
móti góðum spælarum. Við hesum
fær spælarin avbjóðingar á øllum
økjum, heldur venjarin hjá NSÍ fyri.
Hann vísir á, at í Danmark verða
líknandi tiltøk gjørd fyri spælarar
frá umleið 7. flokki av, og líka til
miðnámsútbúgvingin er liðug. Tað
vil siga eini seks til sjey ár við skúla
og fótbólti.
Elituhugsan manglar
Ein av høvuðsniðurstøðunum hjá
Anders Gerber er, at vit í Føroyum
ikki hugsa um elituna. At vit ikki
tora at velja til – og samstundis
velja frá. Eftir hálvt annað ár í
Føroyum, skilur hann væl, um
tað hevði verið stór mótstøða fyri
einum slíkum uppskoti.
–Eg skilji væl, at tað eru fólk,
sum ikki høvdu tikið væl ímóti tí,
men tað er stóri trupulleikin her.
Vit eru so bangin fyri at traðka
onkran á tærnar, fyri at onkur
blívur keddur, og vit eru bangin
fyri, at onkur skal skriva okkurt
ljótt um tað. Men soleiðis er tað
næstan altíð við broytingum. Tað
er altíð onkur, sum ikki dámar tær,
sigur danski venjarin avgjørdur,
men vísur á møguleikarnar.
– Eg sigi ikki, at talið akkurát skal
verða 20. Tað kann eisini verða eitt
sindur dynamiskt, har tað í summ
um flokkum eru fleiri, og øðrum
færri, umframt at útskiftingar
kunnu fara fram, men tað verður
neyðugt at taka eina avgerð, sigur
Anders Gerber og vísir til eitt dømi
úr føroyska ítróttarheiminum.
– Hyggja vit eftir fimleikinum
í Føroyum, velja tey frá longu í 1.
flokki, so hví kunnu vit í fótbólti
ikki taka eitt val í 7. flokki. Eg haldi
bara, tað er neyðugt og longri er
tann søgan ikki. Um vit skulu flyta
okkum, so tað merkist, má ein hug
burðsbroyting til, har vit fara at
hugsa nógv meiri um elituna, sigur
Anders Gerber.
Hann leggur dent á, at tað
ikki merkir, at tað ikki skal vera
fótbóltur úti í feløgunum, men tað
merkir, at landið velur at satsa upp
á nakrar spælarar, sum fáa betri
umstøður.
Avbjóðingin við venjarum
Eitt afturvendandi prát í føroysk
um ungdómsfótbólti eru venjar
arnir. Her heldur Anders Gerber,
at vit mugu skapa eitt spennandi
og mennandi venjaraumhvørvi, so
»Eg trúgvi tað mest realistiska boðið í hesum sambandi er
at gera eitt miðpunkt, sum verður eitt menningarumhvørvi.
Tú kundi kanska sagt, at vit kundu havt trý, men eg haldi, at
eitt er tað besta. Tá leggja við alla orku í eitt og sama stað«