mánadagur 12. juni 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. JUNI 2017 · Nr. 67
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
venjararnir standa við. Í løtuni er
mangan talan um foreldur ella fólk,
sum bara vilja hjálpa felagnum,
men tað er ikki nokk, um vit vilja
í elituna.
– Vit mangla venjarar, sum eru
menningarvenjarar. Tað er eitt stórt
arbeiði, tí tað skal venjast nógv,
og tú skal eftirmeta og fyrireika
venjing eisini, sigur venjarin hjá
NSÍ.
Fótbóltssambandið
hevur
frá ársbyrjan sett fýra fótbólts
mennarar, sum skulu hjálpa før
oysku feløgunum.
– Tað er eitt stig á leiðini, men
eg haldi, at helmingurin av tíðini
hjá teimum verður brúkt skeivt.
Teir eru úti hjá feløgunum og meta
um venjingarnar og geva góð ráð.
Tað er sum so fínt nokk, men eg
haldi bara, at vit fáa ov lítið fyri
pengarnar tá, tí ein venjari kann
gevast til eina og hvørja tíð. Tað
haldi eg onkursvega er ov ótrygt,
sigur Anders Gerber og vísir til ein
annan trupulleika.
Venjararnir hava arbeiði við síð
una av, meðan fótbóltsvenjing er
eitt ítriv. Tá blívur alt eitt sindur
tilvildarligt, og ein venjari kann
bara gevast, tá hann ynskir, heldur
Anders Gerber fyri
FSF-krav og venjarar á
hálva tíð er loysnin
Her heldur venjarin hjá NSÍ, at
ein máti at kunna krevja meiri av
venjarunum er at seta teir hálva
tíð. Hann væntar tó ikki, at hetta
hendir um FSF ikki setur kravið
– Eg veit tað er trupult við fígg
ing, men tað er tørvur á tí. Kanska
skal tað kravið koma frá FSF, tí so
verða feløgini noydd at raðfesta
ungdómsvenjarar hægri. Eg ræðist,
at tað ikki kemur at henda, um
tað ikki er eitt krav frá FSF, sigur
Anders Gerber og vísir á eitt dømi,
har tveir venjarar verða settir hálva
tíð, fyri 200 túsund krónur um árið
í part.
– Tað er 400 túsund krónur, sum
NSÍ skal finna í fíggjarætlanini. Tað
er ein sera stórur partur, og tí síggi
eg eisini, at tað verður torført, at
fáa menningarumhvørvið at liggja
úti hjá feløgunum. Tí haldi eg, at
topp-20 skal mennast av FSF, sum
skal tora at taka kjansin, sigur
Anders Gerber.
Ungdómsdeildirnar
hava avbjóðingar
Anders Gerber heldur, at tað er
ov stórur munur á liðunum í ung
dómsdeildunum í Føroyum. Tað
ger, at ov nógvir dystir verða
ov lættir fyri vinnandi liðið. Tá
munurin á liðunum er so stórur, ger
tað dystin verri. Fyri NSÍ merkir tað
ofta, at mótstøðan er ov veik.
– Um vit siga, at tað eru 25
dystir fyri eitt lið, eru bara tíggju
av teimum á einum nøktandi
stigi. Tað er ikki gott nokk, sigur
venjarin hjá NSÍ, sum eisini heldur,
at bygnaðurin við 1.deild leygardag,
Effo sunnudag og U18 mánadag er
ein skeiv raðfylgja.
– Best var um Effo spælir áðrenn
1. deild, tí so fært tú spælarar frá
Effo niður, sum ger at dystirnir
blíva á einum hægri stigi. Tað er alt
ov fáir dystir í 1.deild, har støðið er
høgt nokk, sigur Anders Gerber.
Hann heldur fyri, at hugburðurin
er tann týdningarmiklasti, tí tað
snýr seg um at menna spælarar
heldur enn at vinna. Ein vansi er
sjálvandi, at tú kanst detta úr 1.
deild.
Uppraðfesta
landsliðsfótbólt
Ander Gerber hevur eisini eina
meining um, hvussu vit fyrireika
okkum til ungdómslandsdystir.
Serliga, tá tað kemur til skránna
við dystum.
– Her kann eg vísa á eitt dømi.
U19 landsliðið skal avstað sunnu
dag at spæla venjingardyst móti
Luksemborg
týsdag.
Spælarar
nir skulu spæla við feløgunum
leygardag, fyri síðani at spæla týsdag
og hósdag móti Luksemborg, vísir
venjarin hjá NSÍ á og leggur afurat:
– Eg haldi, at U19 spælararnir
fáa mest burturúr at spæla lands
dystirnar, men teir koma troyttir til
dystin, tí teir hava spælt í Føroyum
beint
frammanundan.
Síðani
skulu teir ferðast og venja seg við
grasið. Har haldi eg ikki, at U19
landsdystirnir hava fingið nóg høga
raðfesting av FSF, tí spælararnir
skulu verða frískir til slíkar dystir,
sigur Anders Gerber, sum eisini
finst at støddini á hópinum.
– Afturat tí, hava teir bara ein
dag hvíld millum dystirnar, men
hava bara 16 útispælarar við til
dystin. Tað vil siga, at umframt
at fyrireikingarnar ikki eru nóg
góðar, eru ov fáir spælarar við til
at kunna spæla tveir dystir upp á
so stutta tíð, sigur Anders Gerber,
sum ikki lovaði sínum U19 lands
liðsspælarum at spæla leygardagin
áðrenn U19 landsdystirnar.
– Teir spældu ikki áðrenn U19
landsliðið fór avstað, fyri at fáa
sum mest burturúr dystunum móti
Luksemborg. Av tí sama verður
1.deildarliðið ikki eins gott. Tað er
fyri at menna spælaran. Vit meina,
at um spælararnir fara frískir av
stað, fáa teir meiri burturúr túrin
um. Harvið fáa vit meiri aftur, sigur
venjarin hjá NSÍ.
Menni einstaklingin
Gjøgnum alla samrøðuna gongur
aftur, at Anders Gerber saknar, at
einstaki spælarin verður raðfestur
hægri enn komandi dysturin. At
felagið og venjararnir í størri mun
menna ein spælara, og hugsavna
seg um, hvussu hann kann blíva
betri í longdini.
– Tað hevur størst týdning,
at spælarin mennist. So um ein
spælari hevur tørv á at spæla
á einum ávísum stigi, so skal
hann tað. Tað er ikki alt avger
andi at vinna, men tað er so
týdningarmikið, at hyggja at tí
einstaka spælaranum og spyrja,
hvat hann hevur brúk fyri. Tað
kemur í fyrstu røð, frammanfyri at
royna at vinna ein ungdómsdyst.
Góð ráð til føroyskan
fótbólt
Ander Gerber er ein ótolin maður,
sum ikki er til langtíðarloysnir.
Hann heldur, at FSF og føroyskur
fótbóltur bara skal koyra avstað.
– Eg eri mest til, at vit bara skera
í gjøgnum, tí hin loysnin tekur ov
langa tíð. Tað krevur, at nøkur
djørv fólk taka tað avgerðina og
tora at standa við hana. Tað er
vandamikið, bara at halda, at alt er
gott, tí vit klára okkum væl í løtuni.
Tú skal allatíð endurnýggja teg og
flyta teg fram, sigur Anders Gerber
at enda.
trondur@sosialurin.fo
»Eg trúgvi tað
mest realistiska
boðið í hesum
sambandi er at
gera eitt miðpunkt,
sum verður eitt
menningar
umhvørvi. Tú
kundi kanska
sagt, at vit kundu
havt trý, men eg
haldi, at eitt er tað
besta. Tá leggja
við alla orku í eitt
og sama stað«
MENNING