mánadagur 12. juni 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. JUNI 2017 · Nr. 67
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyskur fótbóltur stendur frammanfyri stórari avbjóðing, um vit framhaldandi skulu kappingarfør við onnur
lond. Tað er ikki longur nokk at tapa heiðurligt og samstundis liggja í egnum brotsteigi, men hvussu taka
vit næsta fetið? Í greinarøð fer ÍtróttarSosialurin afturum menningina av føroyska fótbóltsspælaranum
Afturum føroyska fótbóltsmenning:
FØROYSKI FÓTBÓLTS
SPÆLARIN KANN
BLÍVA BETRI
MENNING
Tróndur Arge/Símun Christian Olsen
Tað kann verða ringt at greina før
oyskan fótbólt. Fyri fáum árum
síðani vunnu vit tvær ferðir á
Grikkalandi og í ár hevur U17
landsliðið verið til EM endaspælið.
Fólk aðrastaðni standa spyrjandi,
hvussu tað ber til.
Samstundis síggja vit eitt før
oyskt A-landslið blíva spælt av
vøllinum móti Sveis, U15 landsliðið
hevur stórar trupulleikar í dansk
ari liðkapping, U19 landsliðið tapir
tvær ferðir fyri Luksemborg og U21
landsliðið er ikki kappingarført
móti Litava.
Sólskinssøgan sum
vakti okkum
Ei undur í, at fólk halda at fótbólts
menningin í Føroyum stendur í
fagrasta blóma. Í mai mánað var
U17 landsliðið hjá dreingjum til
EM endaspælið, eftir at hava vunn
ið seg víðari úr tveimum undan
kappingarbólkum.
Við sólskinssøguni kemur eis
ini eitt ynski um at røkka enn
longri. Tað merkir at taka eitt stig
afturat. Stigið, sum íslendingar
millum annað hava tikið. Til EM
endaspælið sóu vit eisini, hvussu
langt tað er á mál við fótbólts
menning í Føroyum.
Føroysku spælararnir høvdu
snøgt sagt ongan møguleika móti
elituni í Evropa. Tað er heldur ikki
so løgið, tá vit hugsa um fólkatalið,
men í føroyska fótbóltsheiminum
verður víst á, at vit saktans kunnu
røkka enn longri.
Føroysku spælararnir venja als
ikki á nóg høgum stigi, og venja
heldur ikki eins nógv og mótstøðu
spælararnir.
Serliga
móti
Fraklandi
var
munurin
ræðandi
stórur.
Tað
sæst eisini greitt, at føroysku
spælararnir halta langt aftaná á
fleiri økjum. Kropsliga var
munurin stórur, men
eisini tekniskt og
ikki minst er
ferðin
og
kvikleikin
ein stór av
bjóðing
Eftir tíggju ár sum
U17 landsliðsvenjari veit Áki
Johansen(,) hvat hann tosar um, tá
hann eftir seinasta dystin sigur, at
vit mugu uppraðfesta venjingina
av kropsligari styrki og kvikleika.
U17 landsliðið var ein sólskins
søga, men ein sólskinssøga, sum
vakti okkum. Sum vísti okkum á,
at longri tú kemur – longri er á mál.
Hin veruleikin
Síðani hava vit sæð U15 landsliðið
havt stórar trupulleikar í danskari
liðkapping, men er tað so løgið, tá
vit ikki samla spælararnar oftari á
yngrum aldri?
Vit síggja nýggja árgangin av
U17 landsliðnum tapa greitt í síni
EM undankapping, men er tað so
løgið, tá spælararnir als ikki eru
klárir tekniskt, kropsliga og ikki
minst taktist?
Vit síggja eisini eitt U19 lands
lið, sum tapir tvær ferðir 1-0 á
Luksemborg í venjingardystum,
men er tað so løgið, tá flestu spæl
ararnir ikki eru best møguliga fyri,
tí teir hava spælt fyri síni feløg
stutt frammanundan.
Vit síggja U21 hava stórar
trupulleikar í Litava, har heimaliðið
vinnur 3-0, men er tað løgið, tá vit
umframt
áðurnevndu
tingini,
heldur ikki spæla venjingardystir
við U21 landsliðnum. Í roynd
og veru høvdu hvørki
A-landsliðið
ella
U21 landsliðið
eitt skot á
mál
úr
vanda
m i k l a r i
støðu.
Vit síggja heilar
U-landskappingar
á
tremur við stórsigrum – men
hvør vinnur tá? Vit síggja nógvar
venjarar uttan venjaraútbúgvin,
sum gera tað av berum huga, men
er tað nokk, um vit vilja í elituna?
Vit síggja føroysk fótbóltsfeløg
brúka milliónir upp á bestu liðini,
men krevja lítið og einki afturfyri
– hví ikki heldur brúka pengarnar
upp á at menna spælarar?
Skulu finna fram til
hvat skal gerast
Ætlanin við greinarøðini er at lýsa
støðuna í føroyskum fótbólti, tá tað
kemur til menning av spælarum. At
tosa við fólk, sum hava førleikar at
síggja, hvat kann og skal gerast
fyri at fylgja menningini í altjóða
fótbólti.
Tað sum fyrr var nokk, er ikki
nokk longur. Føroyskur fótbóltur
er komin á eitt hægri stig – og nú
vilja vit víðari.
Landskappingin í Gibraltar er í
rúkandi menning, og líkt er til, at vit
tapa kappingina á styrkilistanum
fyri landskappingar. Tað er ein
vanlukka fyri føroyskan fótbólt,
tí so missa vit eitt av plássunum í
Evropa, sum gevur nógvar pengar
og avbjóðingar til føroyskan fót
bólt. Einki føroyskt lið er komið
víðari í Evropa seinastu tvey árini,
men fleiri teirra skulu hava rós
fyri at hava uppraðfest evropalut
tøkuna.
Luksemborg er í holt við at
geva øllum pass, sum hava búð í
landinum í eitt ár. Soleiðis kann
landsliðið velja millum væl fleiri
spælarar, meðan vit í Føroyum
ikki klára at fáa spælarar sum
Alex José dos Santos, Sorin Anghel
og so mest aktuella spælaranum,
Lukasz Cieslewicz, á landsliðið. Fót
bóltssambandið meldar pass í pass-
stríðnum, og tí standa spælararnir
á egnum beinum.
Andorra hevur júst vunnið sín
fyrsta altjóða landsdyst, sum var
á heimavølli móti Ungarn. Eftir
málleysa javnleikin millum Andorra
og Føroyar, er ikki vist, at vit eru so
nógv betri enn lítla fjallalandið.
Skulu vit framhaldandi verða
sterkast av smátjóðunum, og sam
stundis javnan bjóða sterkari mót
støðu av, verður neyðugt at finna
fram til hvussu tað kann gerast.
Endamálið við greinarøðini er
at samla góðu eygleiðingarnar og
góðu ráðini, og vónandi finna fram
til, hvussu vit í felag kunnu lyfta
føroyskan fótbólt. Og vit byrja við
byrjanini. Menningini av føroyska
fótbóltsspælaranum.