mánadagur 12. juni 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. JUNI 2017 · Nr. 67
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Nú er greitt hvørjir sekst
an leikarar skulu umboða
Føroyar til HM endaspælið
fyri U21 landslið við monn
um, sum verður í Algeria
í summar, dagarnar 18. til
31. juli 2017. Á tíðindafundi
fyrrapartin
í
dag
hava
venjararnir, Sonni Larsen,
Ingi Olsen og Christina
Krogshede, úttikið hópin.
Ferðalagið fer úr Føroyum
sunnudagin
16.
juli
til
Keypmannahavn og síðani
víðari umvegis Barcelona
til Algiers. Heimferðin av
hongur av hvussu úrslitini
fara at laga seg.
Á tíðindafundinum hevði
Sonni Larsen orðið og úttók
hópin. Hann vísti á, at var
alt annað enn lætt, tí tað
eru fleiri spælarar, sum ikki
sleppa við, ið gjarna kundu
havt hugsa sær tað
U21
landsliðsvenjarin
legði
afturat,
at
Niklas
Simonsen úr Skjern Hånd
bold er nakað skaddur. Tað
er ivasamt um hann verður
heilt klárur, men arbeitt
verður við tí. Føroyar eru í
bólki A, saman við Týsklandi,
Noreg, Ungarn, Suðurkorea
og Kili.
Sonni Larsen helt fyri, at
serliga Týskland verður ein
torførur biti at svølgja, men
at tað í slíkum dystum er
týdningarmikið at gera sær
deilmál. Dysturin har vit
fyribils hava størst møgu
leika er móti Kili. Hann legði
tó afturat, at hann enn ikki
hevur fingið fatur tilfari um
Suðurkorea.
Millum spælararnar, sum
vóru á tíðindafundinum, var
Helgi Hoydal úr H71. Hann
segði saman við hinum, at
hugurin at venja er avbera
góður. Allir søgdu við ein
munn, at teir gleða seg til
HM endaspælið.
trondur@sosialurin.fo
Í ÍtróttarSosialinum í dag er fyrsti
partur av eini greinarøð um menning
í føroyskum fótbólti. Tað kann verða
torført at avlesa hvørjum standi
føroyskur fótbóltur er í. Vit hava eitt
U17 landslið, sum hevur luttikið í EM
endaspælinum, meðan A-landsliðið
liggur ovarliga á FIFA styrkilistanum.
So hví seta spurnartekin við menning
av føroyskum fótbóltsspælarum?
Orsøkin er, at tá tú tosar við fólk í
yrkinum, so síggja tey fleiri batar, sum
vit kunnu gera. Vit skulu heldur ikki
undirmeta framgongdina, sum altjóða
fótbóltur er í. Stendur tú í stað, so
gongur tú tíggju prosent aftur, sigur
ein tummilfingraregul. Soleiðis er eisini
í fótbólti.
Fyri nøkrum árum síðani kláraðu vit
okkum væl á U21 landsliðnum, men
hóast spælararnir venja nógv, so er
munurin vaksin. Vit síggja tað eisini
í Evropa, har einki føroyskt lið hevur
vunnið seg víðari seinastu tvey árini.
Tí hava vit valt at kava niður í
føroyskan fótbólt, fyri at finna útav
hvat meiri kann gerast. Og tað vísur
seg, at tað eru fleiri ting, sum ikki eru
optimal. Tað eru eisini fleiri ting, har
vit mugu tora at hugsa øðrvísi.
Føroyskur fótbóltur er fyri fleiri
avbjóðingum, men vit hava eisini betri
umstøður enn nakrantíð. Spurningurin
er so hvat vit gera? Fótbóltskúla,
fótbóltshøll ella leggja fleiri pengar í
ungdómsdeildirnar?
Afturgangandi fyri prátið um
fótbóltsmenning í Føroyum er, at vit
hava nógvar møguleikar at betra um
tað, sum vit hava.
Í fyrsta partinum av greinarøðini
verður tosað við Anders
Gerber, venjara hjá NSÍ, og
fótbóltsmennararnar, Jógvan Martin
Olsen og Thomas Thinggaard. Teir
hava allir sín ymiska inngangsvinkul
til føroyskan fótbólt, og teir vilja
honum bara tað besta – men tað krevur
at vit tora at broyta hann til tað betra.
trondur@sosialurin.fo
Vit hava
langt á mál
U21 LANDSLIÐIÐ HJÁ
MONNUM ÚTTIKIÐ
Hópurin:
Málverjar
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
Útileikarar
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Áki Egilsnes, VÍF
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Fríði Hammer Weyhe, KÍF
Kjartan Johansen, StÍF
Jónas Gunnarson Djurhuus, H71
Pætur Mikkjalsson, Neistin
Teis Horn Rasmussen, Neistin
Pætur Johansen, StÍF
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
Pætur Thomsen, H71
Rune Olsen, Neistin
Rói Berg Hansen, Neistin
Sjúrður Olsen, VÍF
Dystirnir eru hesir
18. juli Týsdagur Kl. 14.00
Føroyar – Kili
La Coupole D´Alger Arena
20. juli Hósdagur Kl. 20.00
Suðurkorea – Føroyar La Coupole D´Alger Arena
21. juli Fríggjadagur Kl. 18.00
Noreg – Føroyar La Coupole D´Alger Arena
23. juli Sunnudagur Kl. 18.00
Føroyar – Týskland La Coupole D´Alger Arena
24. juli Mánadagur Kl. 18.00
Føroyar – Ungarn La Coupole D´Alger Arena