mikudagur 13. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 195 - 13. oktober 2004
PAM
Offshore Service
søkir elektrikarar til arbeiði
í Noregi
Av tí at eftirspurningurin eftir dugnaligum elektrik-
arum til arbeiði í Noregi økist,hava vit brúk fyri fleiri
fólki.
Talan er um útbygging av gass-verkætlanini »Snø-
hvit« ið Statoil letur byggja á oynni Melkøya, uttan-
fyri Hammerfest í Norðurnoregi. Arbeitt verður
tvær vikur og frítíðin er tríggjar vikur.
Um tú lýkur niðanfyri nevndu krøv, vilja vit fegin
hoyra frá tær:
• Tú er elektrikari, helst við royndum frá oljuvinnu
ella skipi
• Dugur at samskifta á norðurlendskum
• Ert álítandi, ágrýtin og samvitskufullur
Ringið og hoyrið nærri hjá
P/f PAM Offshore Service
Gunvør Balle, tlf. 30 11 00
P/f PAM Offshore Service er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipa-
smiðju og veitir tænastur til oljuvinnuna. Í løtuni starvast um 20
fólk uttanlands í hesu vinnu.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Deild A
Sjúkrarøktarfrøðingar
og heilsuatstøðingar
Vegna farloyvi søkja vit eftir sjúkrarøktarfrøðingi
at arbeiða 0,7 tíð frá 01.11.04 til 31.08.05 og
heilsuatstøðingi/sjúkrahjálpara at arbeiða 0,7 tíð
frá 01.11.04 til 31.08.05 ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv:
Prógv og góðkenning sum sjúrkarøktarfrøð-
ingur/heilsuatstøðari
Fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska
økið
Góð samstarvsevnir.
Lønar- og setunartreytir sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini frá Annu Løwe
Sørensen, deildarsjúkrarøktarfrøðingur deild A,
tlf. 455463 lokal 519 ella Jonu Nielsen, fyristøðu-
kvinnu lokal. 106.
Umsókn, saman við prógvi og autorisatión, verð-
ur at senda til: Umsjónarmannin, Klaksvíkar
Sjúkrahús, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreist: Týsdagin 26. oktober 2004.
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingur
til goymsluna
Til goymsluna á Landssjúkrahúsinum er eitt full-
tíðar avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøðingar
leyst at søkja til setan skjótast gjørligt til og við
31. oktober 2005.
Starvið var herfyri lýst sum fast starv, men tað
verður við hesum rættað til avloysarastarv. Um-
sóknarfreistin er eisini broytt.
Goymslan hevur umleið 7.000 ymiskar vørur, og
umsitur umleið 13. milliónir kr. árliga. Vit veita
vørur til Landssjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús,
Klaksvíkar
sjúkrahús
umframt
onnur
viðskiftarfólk innan heilsuverkið.
Goymslan umsitur eisini útlán av hjálpartólum,
sum verða lænt sjúklingum heim styttri tíðar-
skeið.
Umframt tað vanliga arbeiði á goymsluni kemur
viðkomandi at umsita hesi útlán.
Tað starvast í løtuni 6 starvsfólk á goymsluni.
Førleikakrøv:
•
prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur.
•
faklig vitan innan tól og vørur, sum dagliga
verða nýtt í røktini á sjúkrahúsum
•
edv-kunnleiki á brúkarastøði (Navision Finan-
cials forrrit verður brúkt)
•
kunnleiki til goymslur og vørustýring er ein
fyrimunur.
Eginleikar:
•
góður røkjuskapur
•
góð samstarvsevni og tænastasinni
•
at verða opin og positiv/ur, eisini tá nógv er at
gera.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fe-
lagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Upplýsingar um starvið
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Malenu Meitelberg, leiðara á goymsluni.
Telefon 30 45 99 - 1163 ella
e-post malenam@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 27. oktober 2004 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn, merkt "umsókn til starv" við
avriti av prógvum,CV og viðmælum e.l.skal send-
ast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira
um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk"
Landssjúkrahúsið
FO 100 Tórshavn
Starvsfólk til
økispsykiatriina
Søkt verður eftir 2 starvsfólkum til økispsyki-
atriina. Talan er um tvey fulltíðarstørv, at byrja 1.
desember 2004. Hetta eru nýggj størv í samband
við,at farið verður undir økispsykiatriskt virksemi.
Starvið umfatar
•
at skapa eitt frálærutilboð fyri sjúklingar og av-
varðandi í teimum ymisku økjunum í
landinum
•
at arbeiða við psykoedukatión til sjúklingar og
avvarðandi innan tær ymisku psykiatrisku
diagnosurnar
•
førleika og royndir at fremja sjálvstøðugt
virksemi umframt at verða við í menning av
psykiatriska arbeiðinum á deplinum og úti í
økinum
•
upplæring av starvsfólkum, sum koma at
verða partur av økispsykiatriini
•
bólka - og individuella samtaluterapi og frá-
læru innan økið
Krøv til umsøkjaran
•
viðkomandi útbúgving
•
hollar royndir innan psykiatri
•
kunnleika og royndir innan kognitiva terapi
•
viðkomandi eftirútbúgving
•
áhugi og royndir við frálæru
•
førleiki til individuella samtaluterapi
•
teldukunnleiki
•
nýhugsan og kreativitetur innan trupulleika-
loysn
•
at arbeiða sjálvstøðugt
•
saman við deildarleiðarinum at vera við at
samskipa skeið og eftirútbúgving innan tað
psykiatriska økið
Vit kunnu bjóða
•
eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum
avbjóðingum
•
skeið/eftirútbúgving innanhýsis og uttan-
hýsis, sum psykiatriski depilin skipar fyri
Setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til deildarleiðaran Ænu Reinert tlf 304500 lok
4130 ella teldupost ana.reinert@lsh.fo ella leið-
andi sjúkrarøktarfrøðingin á psykiatriska depl-
inum á Landssjúkrahúsinum, Bergit Weihe, tlf.
304500, lokal 4102 ella teldupost bergitw@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 27. oktober 2004 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn, merkt "umsókn til starv" við
avriti av prógvum,CV og viðmælum e.l.skal send-
ast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira
um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk"
C
M
Y
K
18
Rundir
dagar í
Írlandi
Fimm leikarar
hava rundan dag
mikudagin
JUBILEUM
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Dublin, Írland:
Gongst eftir ætlan, so
verða tað fleiri av før-
oysku landsliðsleikar-
unum, sum fara um
hampuliga rund dystar-
tøl mikudagin, tó at tal-
an ikki verður um nakað
veruligt jubileum.
Óli Johannesen stendur
fyri sínum 70. dysti, og
sum hann hevur leikt
seinastu dystirnar, so er
so eingin sum helst ivi
um, at hann eisini verð-
ur á vøllinum hesaferð.
Og umframt liðskipar-
an, so eru ikki færri enn
fýra aðrar leikarar, sum
fara um runt tal miku-
dagin, um ikki óvæntað-
ar
broytingar
verða
framdar á liðnum. Julian
Johnsson er helst leikar-
in, sum innan leingi
liggur næstovastur á all-
time listanum hjá Før-
oyum yvir altjóð dystir.
Dysturin hjá honum á
Cypros var tann 59. í
røðini,
og
soleiðis
sleppur hann helst í lítla
bólkin, sum hevur rund-
að tey seksti fyri Før-
oyar.
Bæði Fróði Benjamin-
sen og Rógvi Jacobsen
hava
møguleikan
at
spæla
sín
landsdyst
nummar 30, og endaliga
kann Jón Rói Jacobsen
spæla sín dyst nummar
20, síðani hann fyri trim-
um árum síðani debut-
eraði á Svangaskarði
sum innskiftur álopsleik-
ari.
Nr. 195 • mikudagur • 13. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Broytingar mugu
gerast á føroyska
liðnum, og tað líkist
einum plássi til John
Petersen, tó at aðrir
møguleikar eisini
finnast
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Dublin, Írland:
Tað er sjálvandi skaðin hjá
Claus Bech Jørgensen, sum
ger tað alneyðugt hjá venj-
arunum at fremja broyt-
ingar á liðnum, sum annars
hevur staðið seg rættiliga
væl teir báðar seinastu
dystirnar. Ikki minst tí 4-5-
1 uppstillingin hevur riggað
somikið væl. Bæði tí mið-
vøllurin við hesum hevur
fingið nakað meira av pon-
dus, og eisini tí tað hevur
hepnast somikið væl at
hava ein ógvuliga mobilan
Rógva Jacobsen sum fimta
miðvallaranum.
Møguleikarnir
Í so máta er kanska ikki
mest nærliggjandi at rokna
við, at Rógvi verður fluttur
av tí plássinum, men tað
eru tað so aðrar orsøkir,
sum kortini tala fyri. Ikki
minst tann sannroynd, at
John Petersen upp á eitt
lítið korter gjørdi heilt
nógv um seg sum avloysari
hjá Rógva á Cypern. Ja,
helst somikið nógv, at talan
var um bestu landsliðsmin-
uttirnar hjá John í hampu-
liga langa tíð. Hartil kemur
so eisini, at Rógvi áður
hevur staðið seg væl á
vinstra
miðvallarborði.
Fram til dystin móti Sveis,
har Claus Bech Jørgensen
kom í hópin, sat Rógvi
soleiðis á sessinum .
Soleiðis sum landsliðs-
hópurin er samansettur, so
finnast tó eisini fleiri aðrar
møguleikar at seta liðið
saman
eftir.
Heðin
á
Lakjuni hevur leikt framúr
fyri HB í ár, og fyri hetta
varð hann eisini tikin við í
hópin, men enn hevur hann
so ikki fingið nakran min-
utt á ferðini.
Ein
annar
møguleiki
kundi verið, at Atli Daniel-
sen kemur inn, soleiðis sum
hann gjørdi tað á Cypros,
og at Julian Johnsson síðani
tekur plássið úti í vinstru.
At døma eftir innskifting-
unum, sum hava verið
gjørdar seinastu tíðina, so
er Atli helst ein av teimum,
sum av álvara nærkast ein-
um føstum plássi, men
spurningurin er so, hvørt
hetta verður mitt á miðvøll-
inum ella aðra staðni á
liðnum.
At Hjalgrím Elttør nú er
komin afturat í hópin, letur
eisini upp fyri nøkrum
møguleikum, men tað er
illa hugsandi, at hann kem-
ur beinleiðis inn millum
teir fyrstu ellivu. Og endi-
liga kundi verið, at venjar-
arnir gjørdu av at nýta Súna
Olsen eitt vet longur uppi á
vøllinum. Tað vil altso siga,
at finna nýggjan leikara til
vinstra bakk. Her eru
sjálvandi
eisini
nakrir
møguleikar, men skal slíkt
eksperiment gerast, so fara
venjararnir helst at gera tað
í einum venjingardysti. Tí
broytingar í verjupartinum
eru ikki nakað, sum tú bara
gert, tá talan er um undan-
kappingardyst móti einum
av liðunum, sum berjast
fyri at koma við til enda-
spælið. Tá ræður um at
hava eina verju, sum megn-
ar at standa móti trýstinum.
Liðið
Sæð burtur frá neyðugu
broytingunum, skal ikki
roknast við, at føroyska lið-
ið verður broytt nakað ser-
ligt í mun til tað, sum fór á
vøllin móti Cypros.
Málverji verður uttan iva
aftur Jákup Mikkelsen, og í
verjuni er at kalla sjálv-
skrivað afturval til allar
fýra leikararnar. Einasta
undantakið kann so verða,
um venjarin roynir at flta
Súna Olsen upp at fylla
miðvøllin, men tað vildi
undir øllum umstøðum ver-
ið ein djørv avgerð til júst
hendan dystin. Tí verða tað
helst Pól Thorsteinsson, Óli
Johannesen, Jón Rói Jacob-
sen og Súni Olsen, sum
fara at manna tey fýra
verjuplássini.
Miðvøllurin
kann
so
setast saman eftir ymsum
mynstrum, men her verður
tó roknað við, at teir fimm
frá høgru verða Jákup á
Borg, Julian Johnsson,
John Petersen, Fróði Benja-
minsen og Rógvi Jacobsen.
Einsamalla
álopsplássið
verður so aftur upp til Jón-
hard Frederiksberg at fylla,
soleiðis sum hann hevur
gjørt tað í seinastu dyst-
unum.
John aftur í hitan
Nýggjur leikari skal finnast á miðvøllinum. Venjararnir hava fleiri møguleikar at velja ímillum, men tað líkist einum plássi til
John Petersen
Talan verður nærum um
føðingardagshýr, tá farið
verður á vøllin mikudagin
19