Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 13. oktober 2004 21 Hundraðtals áskoðarar Hóast tey vóru ljódlig í Nicosia, so verður stuðulin frá føroysku áskoðarunum helst enn størri í Dublin ÁSKOÐARAR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Dublin, Írland: Tað hevur ikkis sjónligt í býarmyndini enn, at talan verður um landsdyst miku- dagin, men tað er einki at ivast í, at so hvørt sum týsdagurin líður, verða alt fleiri fløgg og annað, sum hoyrir fótbóltsáskoðarum til, at síggja í býnum. Og eins lítið er helst at ivast í, at eisini eyðkendu føroysku litirnir verða at síggja. Úr Fótbóltssam- bandinum hevur ljóðað, at tey hava selt eini eini 700 atgongumerki til dystin. Eina staðni millum 300 og 400 av hesum eru komin beinleiðis til Dublin við Atlantic Airways, sum nær- um hevur gjørt eina luft- brúgv úr Vágum til írska høvuðsstaðin seinastu dag- arnar, og so verður roknað við, at hópur av áskoðarum fara at gera sær dælt av samstarvinum, sum før- oyska flogfelagið nú hevur gjørt við Maersk Air. Tað merkir nevnliga, at eftir eina flogferð til Kastrup, er tað mest sum kostnaðar- leyst at koma víðari til Dublin. Úr at gera Og sum skilst, so hava før- oysku áskoðararnir fingið fleiri upplivingar á ferðini. Mánadagin hevði hópur av teimum verið á rundferð á Guinnes bryggjarínum, sum liggur skamt frá hot- ellinum, har ferðalagið hjá 12. manni heldur til, og seinni um kvøldið fór stórur hópur av hesum til væl kenda Mama-Mia musicalin. Týskvøldið stóð írskt kvøld á skránni, og skuldi hetta ganga fyri seg í út- jaðaranum av Dublin. Her skuldu áskoðararnir vitja eina pub, har matarlepin er samansettur av bestu írsku rættunum, og eftir hetta skuldi írskur tónleikur og fólkadansur sjálvsagt á skránna. Mikudagin er so dystar- dagur, og her verða fyri- reikingarnar eisini nógvar. Longu kl. 15. verður byrjað at savna fólk saman á eini pub nærhendis leikvøllin- um, og so er einki at ivast í, at føroyska ferðalagið her fer at royna at doyva alla ljódliga mótstøðu frá írsku fjøldini. Tað ljóðaði mánadagin, at ein av stóru stjørnunum á liðnum hjá Írlandi, Roy Keane, ikki fór at verða tøkur hjá írum til føroya- dystin. Fyrst og fremst varð sagt, at Manchester United miðvallarin hevði fingið ein lítlan snudd í knæið, men hartil rokn- aðu írsku miðlarnir við, at liðið ikki fór at taka nøkur óráð fyri móti lítlu Før- oyum. Keane hevur nevnliga longu eitt gult kort á kontini, og gult kort í næsta dystinum ber við sær, at hann er leikbann- aður til komandi undan- kappingardystin, sum verður í Tel-Aviv móti Írsael. Týsdagin tóktust boðini tó at vera broytt nakað. Roy Keane hevði fram- vegis ikki vant við restini av liðnum, men hann hevði runnið við fullari ferð, uttan at merkja nak- að sum helst til skaðan. Og hóast Írland eru stór- favorittar undan dystin- um, so er helst einki at ivast í, at venjarin fer at senda tað liðið, sum hann heldur vera sterkast, á vøllin. -jm Keane kortini við Hóast teir hava fingið tvey góð úrslit við javn- leikum á útivølli móti ávíkavist Sveis og Frak- landi, so tykjast írsku leikararin ikki taka nakað fyri givið, nú Føroyar koma á vitjan. Talan er annars um ein dyst, sum írsku miðlarnir krevja skal vinnast trygt, og einki er at ivast í, at talan verður um eina sen- satión, um okkara menn fáa nakað við sær úr dystinum. Hetta er tó ikki nakað, sum tykist taka leikarar- nar av fótum. Týsmorgun- in hevði SkyNews orðið á Kenny Cunningham, og hann ávaraði ímóti, at írar tóku sær av løttum hesaferð. – Sjálvandi eru vit fav- orittar, og vit eiga eisini at vinna. Men fyri tað fer sigurin ikki at koma av sær sjálvum. Vit vita, at óvæntað úrslit kunnu koma fyri í fótbólti, og eru vit ikki 100% klárir til dystin, so kunnu vit ger- ast offur fyri einum slík- um. – Eg sigi ikki, at vit skulu vera bangnir, men vit skulu vita, at møgu- leikin fyri einum óvænt- aðum úrsliti er til staðar, og tí mugu og skulu vit taka uppgávuna í størsta álvara, segði altso Kenny Cunningham at enda. -jm Broytt írskt álop Tá Írland leikti javnleik á útivølli móti Fraklandi, mátti fremsti álopsleik- arin, Clinton Morrison, fara skaddur av vøllinum. Niðurstøðan hjá lækn- unum er, at Morrison helst ikki er førur fyri at spæla næsta mánaðin, og hann verður tí heilt víst ikki við í hópinum móti Føroyum. Ístaðin rokna írsku miðlarnir við, at Damien Duff verður fluttur upp í álopið undir liðini á Robbie Keane, og at Andy Reid úr Nottingham For- rest kemur inn á vinstra miðvøll. -jm Varnir írar Hóast hann mest sannlíkt als ikki kem- ur á dómaraseðilin, so sigur Bárður Jo- hannesen seg hava eina fína ferð við landsliðnum TRIÐI MÁLVERJIN Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Dublin, Írland: Sum gardering fyri Jákup Mikkelsen, nú hesin fyri stuttum hevur verið skadd- ur, gjørdu landsliðsvenjar- arnir av, at taka ein triðja málverja við í hópin hesa- ferð. Valið fall á Bárð Jo- hannesen úr HB, og hóast hann ikki hevur nøkur ser- lig útlit fyri spælitíð á ferð- ini, nú bæði Jákup og Jens Martin eru tøkir, so dylir hann ikki fyri, at talan hevur verið um stóra upp- living. – Tað hevur tað avgjørt verið. Hetta er fyrsta ferðin, at eg eri við til undankapp- ingardyst, so fyri meg er talan avgjørt um framstig. Bárður var annars eisini við í landsliðsmyndini í vár, tá venjingarlegan var á skránni, men ein skaði stutt eftir hetta bar við sær, at tað ikki var fyrr enn um ólav- søkumundið, at hann aftur kundi spæla. Ta ferðina duldi hann ikki fyri, at skaðin kom ógvuliga illa við, nú hann var um at koma í landsliðs- hitan, og tí er gleðin eisini tilsvarandi størri, nú hann aftur er við eftir bert hálvt kappingarár á vøllinum. – Eg haldi sjálvur, at tað hevur gingið støðugt framá hjá mær, síðani eg kom aftur, og hetta er heilt víst eitt deiligt punktum fyri kappingarárinum. So má eg bara taka eitt ordiligt ár næsta ár, soleiðis at mann kann koma enn nærri liðnum. Og kappingarneytarnir hjá tær eru kanska um at verða nakað gamlir og slitnir? – Ja, eg eri í øllum førum nógv tann yngsti í so máta, so nú má vera tíð at lata øðrum framat, staðfestir Bárður flennandi. Gott at vera við Longu kl. 15 fara føroysku áskoðararnir at savnast nærhendis leikvøllinum. Dysturin sjálvur verður leiktur kl. 19.30 Hóast talan »bert« hevur verið um venjingar, so vónar Bárður Johannesen, at hann fer at fleiri ferðir av hesum slagnum framyvir 21 20 Nr. 195 - 13. oktober 2004 Gera okkara besta Henrik Larsen dugir væl at síggja, at Írland eru favorittar til dystin mikudagin, men hann staðfestir, at bæði hann og leikararnir fara at gera sítt besta, fyri at fáa eitt gott úrslit VENJARIN Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Dublin, Írland: Tað er einki at ivast í, at tal- an verður um stóra upp- gávu hjá føroyska liðnum, tá farið verður inn á Landsdowne Road í írska høvuðsstaðnum. Eftir javnleikin á útivølli móti Fraklandi, tykist Írland vera í góðari støðu í undankapp- ingini. Hetta tó treytað av, at trý stig fáast til vega mikudagin, og í írsku miðl- unum verður so ikki roknað við, at hetta skal gerast nakar trupulleiki. – Tað er jú ikki fyrstu ferð, at vit lesa tað í bløð- unum, og sum so hava tey eisini rætt í tí. Írland burdi ikki havt nakrar trupulleik- ar av okkum, men á vøllin- um eru tað ellivu móti ell- ivu. Og raka vit rætta dag- in, samstundis sum teir ikki eru heilt klárir, so kann tað jú vera, at vit fáa gjørt okk- urt óvæntað. Hyggur tú at leikarunum, so hava teir jú nakrar framúr góðar leikar- ar, sum spæla við stórum feløgum, so teir burdu verið betri enn vit. Men enn einaferð, so eru tað ellivu móti ellivu, sum fara á vøll- in, segði føroyski landsliðs- venjarin, tá hann seinna- partin mánadagin hevði havt fyrstu venjingarnar við hópinum her í Írlandi. Og síggjast skal heldur ikki burtur frá, at okkara menn júst hava fingið eitt gott úrslit, og sjálvur helt Henrik eisini, at lagið í hópinum var gott. – Tað haldi eg, at tú sást á venjingini í dag. Spælarar- nir tykjast ógvuliga upp- settir, og teir arbeiddu knallhart. Vit høvdu eisini ein fínan dag á strondini í gjár, og hóast tað so kortini gjørdist nakað drúgt við hasi ferðini, men tíbetur sær ikki út til, at tað hevur gjørt so nógv. So mugu vit geva teimum nakað av hvíld nú, og so síggja vit, hvussu allir eru fyri í morgin. Hvíldin hevur týdning Júst drúgva ferðing gav annars veruligan ótta hjá nógvum, undan dystinum her í Írlandi, men sum nevnt omanfyri, so heldur Henrik Larsen ikki, at tað hevur gjørt so nógv, sum vandi var fyri. – Vit ótu morgunmat, beint sum vit komu fram mánamorgunin, og so fingu leikararnir loyvi at sova til 13.00. Eftir venjingina her í kvøld stendur so aftur hvíld á skránni, og so rokni eg við, at vit bara taka eina venjing í morgin. Tað hevur hóast alt verið ein drúgv ferð, so hvíldin hevur minst líka stóran týdning hjá okk- um, sum venjingin hevur, staðfestir Henrik Larsen. Tað hevur fleiri ferðir áð- ur víst seg, at meðan før- oyska landsliðið ikki hevur staðið seg væl móti suður- og eystureuropeiskum tjóð- um, so hevur bretski fót- bóltsstílurin í nógvar mátar hóskað sera væl til okkara. – Vanliga hóskar hesin fótbólturin betri til okkara, men tú skalt ikki síggja burtur frá, at teir hava nakrar frálíkar leikarar. Damien Duff er til dømis ein framúr góður driblari, sum kann skapa nógv einsamallur, so tað verður altso ikki nøkur løtt upp- gáva. Vit mugu so bara síggja, hvat teir fara at koma við mikudagin, og so mugu vit gera okkara besta, til tess at byrgja upp fyri hesum, segði føroyski venj- arin at enda. Hóast tað líkist ein- um plássi millum teir fyrstu ellivu, eftir tveir túrar á beinkin- um, so tykist John Petersen taka tað púra rólig, nú venjar- arnir skulu seta før- oyska liðið LEIKARAPRÁT Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Dublin, Írland: Tey flestu mundu halda, at tann av føroysku útskifting- unum, sum gjørdi besta munin á Cypern, var tá John Petersen varð settur inn á vøllin. Alt fyri eitt byrjaðu nøkur ting at hanga saman í føroyska spælinum fram eftir vøllinum, og sjálvur tykist John eisini hampuliga væl nøgdur um tað, sum hann fekk avrikað hetta korterið. – Tað var so tað, sum eg skuldi inn til. Altso at royna at fáa fatur á nøkrum bólt- um og fáa spælið at hanga betri saman. Tað gekk eisini hampuliga væl, men tað var ræðuliga tungt at koma inn í ein slíkan dyst. Pulsurin var ikki komin heilt upp, tá eg fór á vøllin, og við ferðini, sum tá var á spælinum, var tað sera strævið at fylgja við, og eftir bert fáum minuttum var eg mest sum pøstur. Einki er givið Óbeinleiðis, so var tað helst tilgongdin av Claus Bech Jørgensen, sum trýsti John Petersen út á landsliðs- beinkin, har hann annars hevur verið rárur gestur. Hesaferð verður Claus tó ikki á liðnum, og tí er nær- liggjandi at hugsa, at venj- ararnir fara aftur til upp- stillingina, sum fyri tað mesta varð nýtt undan hesi tilgongdini. Altso við Rógva Jacobsen sum vinstra miðvallara og John sum øðrum av álopsleikar- unum. Sjálvur tykist John tó ikki hava kannað sær nakr- an bita. Og hann heldur fast um, at venjararnir hava fleiri møguleikar, nú liðið skal setast saman. – Eg taki tað púra róligt. Teir kunnu seta Heðin beinleiðis á vinstra mið- vøll, og sjálvandi er Rógvi eisini ein møguleiki har, men fyri tað er ikki víst, at eg verði leikarin, sum kemur á plássið fyri Rógva. – So alt í alt, so vóni eg bara, at eg kann fáa eina løtu á vøllinum onkra staðni í dystinum, sigur altso John Petersen at enda. John tekur tað róligt – Hvíldin hevur minst líka stóran týdning hjá okkum, sum venjingin hevur, staðfestir Henrik Larsen, sum ætlandi skar venjingarnar hjá føroyska liðnum niður í tvær í Írlandi Hóast tað tykist sum uppløgd loysn, so vil John Petersen á ongan hátt staðfesta, at hann verður millum teir fyrstu ellivu mikudagin C M Y K 20