Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 13. oktober 2004 23 Vágakvinnur fingu eina góða byrjan upp á hondbóltskapping- arárið, tá ið tær á úti- vølli vunnu stórsigur á uppflytarunum úr Tjaldrinum HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er okkurt, sum kundi bent á, at tað verður ein trupul uppgáva hjá Tjaldr- inum í 1. deild hjá kvinnum í ár. Sunnudagin høvdu uppflytararnir úr Runavík vitjan av Søljuni, sum í fjør stríddist í botninum, og vágakvinnur vunnu ein trivaligan 41-18 sigur. Nicoleta skeyt 17 mál Stóri spælarin í dystinum í Runavík sunnudagin var Nicoleta Radu Hansen hjá Søljuni. Hon gjørdi ikki mætari enn at skjóta 17 av teimum 41 málunum hjá Søljuni. Tað var beinan vegin í dystinum, at Søljan fór frá Tjaldrinum, og tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, hevði Søljan lagt sjógv millum seg og heimaliðið. Undir leiðslu av Nicoletu legði Søljan seg á odda 13- 5, tá ið fyrri hálvleikur var komin í helvt, og so var dysturin longu avgjørdur. Men vágakvinnur vóru tó ikki nøgdar, og tær hildu tí á við at økja um leiðsluna. Landsliðsleikarin hjá Sølj- uni, Heidi Maria Akselsen, vildi eisini sleppa upp í part, og hon var eisini í sonnum málhýri, eins og nýggi útlendingurin hjá Søljuni, Lina Andrilyte, sum í fjør leikti við Neist- anum. Tá ið komið var til hálvleiks, høvdu gestirnir úr Vágum lagt seg á odda 20–11, og tí var ikki nógv at spæla fyri eftir steðgin. Bara øktu Í byrjanini av seinna hálv- leiki var ikki nógv hjá heimaliðnum at gera, tí Tjaldur bleiv snøgt sagt runnið um koll av Søljuni, ið aftaná 10 minuttir av seinna hálvleiki hevði skor- að sjey ferðir á rað, og bráddliga var støðan 27-12 til gestirnar. Heimaliðið royndi, hvat tær kundu, men brekkan var ov tung, og gestirnir úr Vágum bara øktu, og tá ið dysturin var liðugur, stóð 18-41 á máltalvuni, og ein trivaligur sigur til vága- kvinnur var komin í hús. Um stórsigurin hjá Sølj- uni er eitt tekin um, at liðið úr Vágum er nógv sterkari enn í fjør, ella at Tjaldur er ógvuliga veikt, er ilt at meta um, men tað fara næstu dystirnir óivað at geva eina ábending av. Komandi vikuskifti fær Søljan vitjan av VÍF, meðan kvinnurnar úr Tjaldrinum skulu ein túr yvir um fjørð- in at vitja StÍF á Skála. Tjaldur-Søljan 18- 41(11-20) Tjaldur: Vesna Tomajek 8(5), Mona Langgaard 3, Julianna Rasmussen 2, Heidi Heinesen 2, Sunrid Gleðisheygg 1, Kristina Ellingsgaard 1, Anna Han- sen 1. Søljan: Nicoleta Radu Hansen 17(6), Heidi Maria Akselsen 9, Lina Andrilyte 8, Hertha Jónsdóttir Sim- onsen 3, Heidi Haraldsen 2, Jana Jacobsen 1, Fía Selma Nielsen 1 Brotskøst: Tjaldur 6(5), Søljan 6(6) Útvísingar: Tjaldur 2, Søljan 5 Dómarar: Hannis og Uni Wardum Stórsigur til Søljuna Gott hál hjá KÌF Heldur óvæntað vunnu kollfirðingar á føroyameistarunum úr Kyndli ífyrsta landskappingardystin um hjá liðunum báðum í ár HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo KÍF fekk eina framúr byrj- an upp á landskappingina, tá ið teir á heimavølli sín- um í Hoyvíkshøllini bastu føroyameistarunum úr Kyndli við fimm málum. Fylgdust leingi Í fyrra hálvleiki var ikki nógvur munur á liðunum báðum. KÍF gjørdi ein lítlan vørr tíðliga í fyrra hálvleiki og legði seg á odda við fýra málum, men tað gekk ikki long tíð, so hevði Kyndil javnað aftur. Móti endanum av fyrra hálvleik fekk KÍF tó togað seg eitt sindur fram um føroyameistararnar, og teir vóru eisini á odda við trimum málum í hálv- leikinum. Eftir steðgin løgdu koll- firðingar fyri sum eitt óløgi, og við einum framúr stríðsvilja og arbeiðsinn- satsi fóru teir frá Kyndli. Við kontantum verju- spæli brutu teir rútmuna í álopsspælinum hjá føroya- meistarunum, og spakuliga fór KÍF frá Kyndli. Gestir- nir steðgaðu fullkomiliga upp, og tað sást á øllum brøgdum, at teir als ikki høvdu trúnna upp á, at tað fór at bera til at koma aftur- íaftur. Við einari rúgvu av per- sónligum mistøkum brend- um møguleikum misti Kyndil sambandið við KÍF, sum hevði lagt seg á odda við heili átta málum, tá ið seinni hálvleikur var hálv- runnin. Tá var dysturin í veru- leikanum avgjørdur, og hó- ast kollfirðingar fingu nógvar útvísingar síðstu løtuna, so var tað ongantíð nóg mikið til, at Kyndil kundi koma inn aftur í dystin. Tá ið so teir 60 minuttir- nir vóru leiktir, høvdu kollfirðingar vunnið ein uppibornan 26-21 sigur á føroyameistarunum, og tað kann ikki sigast at verða annað enn ein frálík byrjan upp á kappingarárið hjá KÍF. Góður hugburður Ein av mest sjónligu mun- unum á KÍF og Kyndli sunnudagin var hugburður- in. Kollfirðingar stríddust sum úlvar, meðan teir grønnu tóktust hava ta fatan, at tað heila nokk fór at koma av sær sjálvum. Tað er einki at ivast í, at nýggi leikandi venjarin hjá KÍF, Jóan Pauli Olsen, sum fyrr var kendur fyri sín framúr striðsvilja og ar- beiðsinnsats, hevur fingið spreitt eitt sindur av hesum til sínar leikarar, og tað kann ofta verða munurin á at tapa ella vinna ein dyst. Kyndlamenn noyðast hinvegin at taka annað skinn um bak, tí við tí hugburði, ið teir sýndu sunnudagin, verða ikki nógv stig vunnin. KÍF-Kyndil 26-21 (16-13) KÍF: Eddie Joensen 8, Gert Hansen 6, Jóan Pauli Olsen, Rógvi Hansen 3, Kristian Madsen 3, Mirko Milinkovic 2(1) Kyndil: Hans Áki Dahl- Christiansen 6(1), Ragnar Stakksund 4, Rókur Akra- líð Nielsen 4, Josef Abra- hamsen 3(2), Janus E. Sørensen 2, Jacob Jónsson 1, Høgni Klein 1 Brotskøst: KÍF 1, Kyndil 4 Útvísingar: KÍF 7, Kyndil 1 Dómarar: Dánjal og Kári Hansen VB vann trygt Í Vági vann VB trygt á Kyndli HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kvinnudysturin millum VB og Kyndil í Vági sunnudagin gjørdist ongantíð spennandi, tí til tað var ov stórur munur áliðunum báð- um. VB hevur annars mist sína einasta lands- liðsleikara, Gurið Mort- ensen, sum er farin av landinum í útbúgvingar- ørindum, men sum skilst er eisini nýtt fólk komið til felagið aðra- staðnis úr oynni. VB vann heimadystin móti Kyndli 33-17, og um tað er eitt tekin um eitt sterkt VB-lið ella eitt veikt Kyndilslið, vil komandi vikuskifti helst vísa, tí tá skal VB dyst- ast við greipuvinnarun- um úr Stjørnuni, meðan Kyndil skal dystast við grannarnar úr Neistan- um. Vit hava tíverri ongan dómaraseðil fingið úr Vági. Janus Einar Sørensen hevði tað trupult inni á strikuni móti sterku verjuleikarunum hjá KÍF. savnsmynd 23 22 Nr. 195 - 13. oktober 2004 Góð byrjan hjá strandingum StÍF fekk, eina góða byrjan upp á kapp- ingarárið, tá ið teir á útivølli vunnu trygg- an sigur á Neistanum HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Áskoðararnir vóru ikki nógvir í tali til fyrsta dystin í bestu deildini hjá monn- um í høllini á Hálsi í hesum kappingarárinum. Liðini, sum hittust, vóru Neistin og StÍF, og tað eru annars tvey lið, ið vanliga hava fitt av áskoðarum at stuðla sær. Fylgdust leingi Neistaliðið er nakað broytt í mun til seinasta kapping- arár. Ársins leikari í Føroy- um í fjør, Damir Oros, sum tá leikti við kollfirðingum, er blivin leikandi venjari í Neistanum, og so eru Birgir Kass, Karl Oddmar Ras- mussen og Ragnar Stakk- sund farnir í onnur feløg ella givnir. Harafturat eru báðir stórskjúttarnir Dra- gisa Stojovic og Heini Hanusarson ikki longur við á liðnum. Hinvegin er vest- menningurin Ólavur Brim- nes nú í Neistanum. Á liðnum hjá StÍF eru ikki tær stóru broytingar- nar. Alexandur Johansen var ikki við sunnudagin, men hann verður óivað við aftur í næstum. Dysturin á Hálsi sunnu- dagin var rættuliga javnur fyrstu longu løtuna, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Tað var ikki fyrr enn allarseinast í fyrra hálvleiki, at fleiri enn tvey mál vóru á muni millum liðini bæði. Tá gjørdi StÍF ein vørr, og frá at tað hevði staðið á jøvnum 13-13 slakar tríggjar minuttir fyri hálvleik, øktu gestirnir til 16-13, áðrenn steðgur var. Neistin kom afturíaftur Hálvleiksleiðslan hjá gestunum av Strondum helt tó ikki leingi, tí neista- menninir stríddu seg inn aftur í dystin, og tá ið níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, hevði heimaliðið bart seg upp á javnleik 19-19. Tað tóktist tó, sum um tað hevði tikið ov nógvar kreftir hjá heimaliðnum at berja seg upp á javnleik, tí eftir at tað hevði eydnast teimum at javna til 19-19, legði StÍF aftur sjógv millum seg og heimaliðið. Strandingar skoraðu nú fimm ferðir á rað, so at teir komu á odda 24-19, tá ið seinni hálv- leikur var hálvrunnin, og so var tann dysturin í veruleik- anum avgjørdur. Tað ið eftir var av dyst- inum skiftust liðini um at skora mál, og spenningur kom ongantíð í aftur dystin. Strandingar vunnu tí dystin 34-28, og hava harvið lagt seg á odda í landskapping- ini. Neistin-StÍF 28-34 (13-16) Neistin: Damir Oros 9(4), Blagoje Buha 5, Áki Mørk 4(2), Ólavur Brimnes 3, Freddie Poulsen 3, Helgi Michelsen 2, Dan Thor- leifsson 1, Tróndur Krage- steen 1 StÍF: Sveinur Justinussen 7(3), Leivur Justinussen 7, Andre F. Danielsen 5, Artur Johansen 5, Bent Djurhuus 4, Bárður Danielsen 3, Regin Didriksen 2(2), Borgar Danielsen 1 Brotskøst: Neistin 7(6), StÍF 6(5) Útvísingar: Neistin 1, StÍF 4 Dómarar: Eyðun Samuel- sen og Andreas F. Hansen Tað var um reppið, at VÍF tveitti annað stigið burtur, tá ið H71 vitjaði í Vest- manna sunnudagin HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Vestmenningar munnu óivað aftur í ár teljast mill- um favorittarnar í 1. deild hjá monnnum Sunnudagin hevði VÍF vitjan av H71 í Vestmanna, og tann dystur- in gjørdist helst eitt sindur javnari, enn tey flestu høvdu væntað. Hóast heimaliðið hevði leiðsluna allan dystin, so var um reppið, at teir tveittu sigurin fyri borð. Fáar broytingar Dia Midjord, ið er nýggjur venjari hjá vestmenning- um, hevur at kalla tað sama fólkið, sum í fjør var um reppi at tryggja VÍF meist- araheitið. Piti Negru er far- in til H71, men hann verð- ur sjáldan við á besta liðn- um hjá vestmenningum í fjør, og Áki G. Olsen var ikki við sunnudagin, tí hann er á brúdleypsferð. Hann verður tó óivað við seinni í ár. H71 hevur nakrar broyt- ingar í hópinum. Størsti styrkurin man helst verða, at Jens á Skipagøtu er komin aftur, soleiðis at H71 í Levi Nybo og Jens hevur tveir av landsins allarbestu málverjum. Har- afturat eru tveir stórir mans, Birgir Kass og Piti Negru, komnir úr ávíkavíst Neistanum og VÍF. Tað gekk ikki long tíð sunnudagin, so hevði heimaliðið lagt seg eitt sindur fram um gestirnar úr Hoyvík. Leiðslan gjørd- ist tó ongantíð so mikið stór, at dysturin var av- gjørdur, men vestmenn- ingar høvdu allatíðina nøs- ina framman fyri H71, og tá ið komið var til hálv- leiks, vóru trý mál á muni, og heimaliðið var á odda 13-10. Sámal gekk á odda Hóast VÍF royndi at sleppa frá hoyvíkingum, so eydn- aðist hetta tó ikki. H71 bleiv við at hanga í vest- menningum, men tað gekk tó striltið hjá teimum við at koma upp á javnleik. Í verjuni høvdu gestirnir úr Hoyvík stórar trupulleikar av at verja fyri Sámal Joen- sen, sum sunnudagin gekk á odda hjá VÍF og skeyt ikki færri enn tíggju mál. Tá ið so dysturin tóktist verða avgjørdur, tí VÍF var á odda við fýra málum, og einans tíggju minuttir vóru eftir at leika, settu hoyvík- ingar endaspurtin í gongd. Undir leiðslu av liðskipar- anum og drívmegini, Halg- ir Dahl-Olesen, ótu gestir- nir seg spakuliga inn á heimaliðið. Einans tíggju minuttir fyri leiklok var VÍF á odda 24-20, emn seks minuttir seinni javn- aði Birgir Kass fyri H71 til 25-25, og so var alt púra opið aftur. Men so syrgdu tveir av veteranunum hjá VÍF, Ingi Olsen og Sámal Joensen, fyri, at heimaliðið kom á odda 27-25, og tá ið leik- andi venjarin hjá H71, Henrik Gerster, fekk mink- að um munin til 27-26, var ov lítil tíð eftir, at útiliðið fekk møguleikan at koma upp á javnt aftur. VÍF-H71 27-26(13-10) VÍF: Sámal Joensen 10, Agnar Joensen 6, Ingi Ol- sen 4, Harald Bjørgvin 3, Daniel Rapa 2, Petur Frank Joensen 1, Karl Johan Djurhuus 1 H71: Henrik Gerster 6(1), Halgir Dahl-Olesen 5, Kristian Eli Zachariassen 4, Piti Negru 3, Heini Bendtsen 2, Niels V. Nicla- sen 2, Esbern Patursson 2, Birgir Kass 1, Johnny Dur- huus 1 Brotskøst: VÍF 1(0), H71 7(1) Útvísingar: VÍF 4 Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Hansen VÍF mundi mist á stokkinum Aftur í ár telist Artur Johansen millum leikararnar hjá StÍF, sum sunnudagin fekk eina frálíka byrjan upp á kappingarárið við at vinna 34-28 á Neistanum í Havn. savnsmynd C M Y K 22