Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 195 - 13. oktober 2004 Eingin trupulleiki hjá Neistanum Lættur sigur hjá Stjørnuni Klaksvíkskvinnur byrjaðu har tær sleptu, tá ið tær á úti- vølli vunnu tryggan sigur á bronsuvinn- arunum úr VÌF, sum ikki tykjast hava somu styrki sum farna kappingarár HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ikki nøkur torfør uppgáva hjá Stjørnuni at basa einum nógv broyttum VÍF-liði, sum hevur mist berandi kreftir, ið vóru sjónligani saknaðar í dyst- inum sunnudagin. Góð breidd Greipuvinnararnir úr Stjørnuni eru væl fyri. Landsliðsmálverjin Fríða Petersen er komin úr Kyndli, Beinta Joensen er komin úr Eysturoynni, og harafturat er Alina Olaru framvegis í felagnum, hóast tað fyrr í ár ljóðaði, at hon var á veg til franskan hond- bólt. Sunnudagin vóru enn- tá tveir av landsliðsleikar- unum hjá klaksvíkingum, Bára Skaale Klakstein og Annika Ljósstein, ikki við, so tað er lítið at ivast í, at Stjørnan hevur góða breidd. VÍF hevur hinvegin mist Nikolinu Eyðbjørnsdóttir, Sóley Mikkelsen og Irinu Radovici, sum antin eru farnar av landinum ella eru givnar, og tað er ikki lætt at fylla holini eftir tær. Tað sást eisini skjótt í dystinum sunnudagin, at gestirnir úr Klaksvík høvdu munin, og spakuliga vaks munurin millum liðini. Stjørnan hevði tí eina leiðslu upp á sjey mál í hálvleikinum, og eftir steðgin hildu tær á við at fara frá heimaliðnum, og tá ið dysturin var liðugur høvdu greipuvinnararnir vunnið við 12 málum. At vestmenningar ikki eru so væl fyri á kvinnu- síðuni í ár, sæst kanska best við, at tað einans vóru tríggir av leikarunum á liðnum hjá VÍF, sum komu á máltalvuna. Av teimum sekstan málunum hjá heimaliðnum skeyt Ioana Rapa tey tíggju! VÍF-Stjørnan 16-28 (10-17) VÍF: Ioana Rapa 10(5), Fríða Marjunardóttir 4(1), Eyðritt Andreassen 2 Stjørnan: Alina Olaru 10, Beinta Joensen 5, Katarina Stjepanov 4(1), Joan M. Djordjevic 4, Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreasen 2 Brotskøst: VÍF 6(6), Stjørnan 1(1) Útvísingar: VÍF 6, Stjørnan 5 Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Hansen Neistakvinnurnar vunnu sunnudagin ein lættan sigur á StÍF. Fleiri nýggj and- lit vóru at síggja á liðnum hjá Neist- anum HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Millum tær nýggju á liðn- um hjá Neistanum vóru eisini nøkur gomul og kend andlit, sum hava funnið sær skógvarnar fram aftur. Eitt nú vóru tær báðar Kára á Dunga og Inga Dahl aftur á liðnum, og so var eisini ungi landsliðsleikarin Mia Káradóttir millum neista- leikararnar. Hingu í eina løtu Strandakvinnurnar fylgdu við heimaliðnum fyrstu løtuna av dystinum, men tá ið fyrri hálvleikur fór at líða, fór Neistin spakuliga frá gestunum av Strondum. StÍF hevði ógvuliga ilt við at fáa nakað mál seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og tá ið so Simona Petersen (fyrr Dzygite blðm.) skor- aði tríggjar ferðir síðstu fimm minuttirnar, hevði Neistin fingið eina góða leiðslu upp á fimm mál í hálvleikssteðginum. Leiðslan hjá heimaliðnum øktist bara, so hvørt sum seinni hálvleikur leið, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg tað bar. Gestirnir av Strondum høvdu snøgt sagt ikki eins nógvar streingir at spæla uppá, sum heimaliðið hevði, og Neistin hevði eis- ini væl fleiri fólk á beinkin- um, soleiðis at leikarar altíð kundu koma út og fáa hvíld, um tørvur var á tí. Komandi vikuskifti skal Neistin taka dystin upp við grannarnar úr Kyndli, sum fingu oyruni í VB-maskin- una í Vági sunnudagin, meðan StÍF á heimavølli fær vitjan av uppflytarun- um úr Tjaldur, og tá skuldi verið ein góður møguleiki hjá strandakvinnum at vunnið sær stig. Neistin-StÍF 31-22 (13-8) Neistin: Ása Dam á Neystabø 8(1), Simona Pet- ersen 6(2), Marjun Trónd- arson 4, Lív Sørensen 4, Lív Reynheim 3, Mia Kára- dóttir 3, Annika Thomsen 2, Unn Kragesteen 1 StÍF: Anna Danielsen 5, Poula Olsen 4, Súnfríð Jacobsen 4(2), Rebekka Justinussen 3, Paula Høgnesen 3(2), Malan Pet- ersen 2, Johanna í Króki 1 Brotskøst: Neistin 5(3), StÍF 6(4) Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2 Dómarar: Eyðun Samuel- sen og Andreas F. Hansen Hóast tað fyrr í summar ljóðaði, at Alina Olaru fóru at halda fram í fronskum hondbólti, so var hon á liðnum hjá Stjørnuni, sum sunnudagin vann tryggan sigur í Vestmanna savnsmynd 1. deild menn Støðan: StÍF 1 1-0-0 34-28 2 KÍF 1 1-0-0 26-21 2 VÍF 1 1-0-0 27-26 2 H71 1 0-0-1 26-27 0 Kyndil 1 0-0-1 21-26 0 Neistin 1 0-0-1 28-34 0 1. deild kvinnur Støðan: Søljan 1 1-0-0 41-18 2 VB 1 1-0-0 33-17 2 Stjørnan 1 1-0-0 28-16 2 Neistin 1 1-0-0 31-22 2 StÍF 1 0-0-1 22-31 0 VÍF 1 0-0-1 16-28 0 Kyndil 1 0-0-1 17-33 0 Tjaldur 1 0-0-1 18-41 0 C M Y K 24 Nr. 195 - 13. oktober 2004 25 Ortopædiskur skómakari og bandagistur frá SAHVA verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 16. og 17. nov. og á Landssjúkrahúsinum 18. nov. 2004. Tíð fæst við at ringja á tlf. 455463 mánadag og týsdag kl. 10–12.00 í seinasta lagi 9. nov. 2004. -har tað hendir 25