mánadagur 12. juni 2017síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 12. JUNI 2017
9
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
að er Hósvík, sum eigur Sundalagsstevnu
í ár, og seinastu tíðina hava hósvíkingar
spent seg út fyri at gera bygdina og
stevnuøkið til reiðar til tiltakið.
Skáin fyri stevnuna byrjar longu hósdagin 15.
juni, og seinastu tiltøkini í skránni verða sunnu
dagin 18. juni.
Hóskvøldið klokkan 18 verður kioskin í
bygdarhúsinum opin, og tá verðs eisini liðkapp
ingar og annað á vøllinum fyri bygdafólkið í
Hósvík.
Hósvíkar Róðrarfelag fer at hava hitapottar
standandi við róðrarneystið, og hóskvøldið
klokkan 20 verður høvi at fara í pottin, sam
stundis sum róðrarneystið bjóðar skiftirúm,
brúsu og wc.
Grillhugni fríggjakvøldið
Fríggjadagin 16. juni byrjar skráin fyri Sunda
lagsstevnu klokkan 16, tá høvi verður at royna
sonevndar boing-bóltar á vøllinum, og henda
dagin verður høvi at fara í hitapottarnar frá
klokkan 17.
Millum klokkan 18 og 20 verður grillhugni
við róðrarneystið, har pylsur, skúmfidusar og
annað verður selt.
Sundalagsstevna verður sett við róðrar
neystið fríggjakvøldið klokkan 19, og tað verður
Pól Niklái, býráðslimur í Sunda kommunu, sum
Hósvík er partur av, ið fer at seta stevnuna.
Beint eftir setanina verður felagssangur við
róðrarneystið, og her verður tað Janus Trúgva
son, sum fer at skipa fyri.
Á skránni fríggjakvøldið verður eisini barna
diskotek fyri næmingum úr 1.-7. flokki. Dansurin
verður í bygdahúsinum, og í samband við titakið
koyrir bussleiðin hjá Sunda kommunu.
Kioskin í bygdahúsinum verður eisini opin
fríggjakvøldið frá klokkan 20-22.30.
FM-kappróður leygardagin
Leygardagin klokkan 13 verða ymisk tiltøk á
skránni, sum ikki eru á skránni teir báðar fyrru
dagarnar á Sundalagsstevnu.
Umframt boing-bóltar á vøllinum, verður
kaffisøla í hølunum hjá RenoVent, og kaffisøla
verður eisini í húsunum hjá Hósvíkar Bátafelag.
Andlitsmáling verður á kappróðrarøkinum, og
her verður eisini fiskibrunnur, pylsuvognur og
Myndaboks.
Barnaróðurin byrjar leygardagin klokkan
13.30, og klokkan 14 lata hoppiborgir á kapp
róðrarøkinum upp.
Klokkan 15 byrjar FM-róðurin, sum er tað
størsta einstaka tiltakið á allari stevnuni.
Klokkan 19 verður útimøti við Ólavi Jacosen
á torginum niðan fyri bygdahúsið, og klokkan
19 fer Matsmiðjan hjá Ruben Busk, kokki, at
borðreiða við góðari steik, eplum, grønmeti og
soppasós í bygdahúsinum. Tá verður eisini høvi
at keypa sær heimabakaða sjokulátukøku við
sólberjakremi og kaffi.
Klokkan 20.30 leygarkvøldið fara Bára
Silvansdóttir og Holgar Jacobsen at syngja nøkur
løg í bygdahúsinum, og hálvan tíma seinni byrjar
eisini pubquiz við Simonu Midjord.
Leygarkvøldið á midnátt verður góður dansur
við Company, sum eru sundalagsmenn, ið spæla
og syngja.
Í samband við dansin koyrir bussur av Eiði
klokkan 23 og steðgar við Magn við Streymin
– og við bussskýlini í Streymnesi og Hvalvík.
Bussur koyrir eisini av økinum við kirkjuna í
Kollafirði á midnátt.
Tá kvøldið í Hósvík er liðugt, koyrir bussur
aftur til Eiðis og Kollafjarðar.
Frásøgn um kirkjuna
Sunnumorgunin klokkan 9 verður morgun
svimjing við Kitty Trúgvadóttir, og tá verða eisini
pottarnir við róðrarneystið heitir.
Klokkan 11 verður gudstænasta í Hósvíkar
kirkju við Bergtórur Bjarkhamar, og klokkan 12-
13 verður frásøgn um Hósvíkar kirkju í kirkjuni.
Seinnapartin sunnudagin verður eisini sunnu
dagsskúli í Hósvík.
Av øðrum tiltøkum, sum halda fram seinna
partin sunnudagin, er, at hitapottarnir verða
heitir, kioskin í bygdahúsinum verður opin, tivoli
verður við bygdahúsið – og høvi verður at royna
boing-bóltar á vøllinum.
Nógv verður á skránni á
Sundalagsstevnu í Hósvík
Í døgunum 15.-18. juni verður Sundalagsstevna í Hósvík, og fríggjakvøldið 16. juni
klokkan 19 verður stevnan sett av Pól Nikláa, býráðslimi í Sunda kommunu
Sunnudagin verður gudstænasta í Hósvíkar kirkju, og beint eftir
gudstænastuna verður frásøgn um kirkjuna, sum nú stendur liðugt útbygd
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bjóðað verður nú til Sundalagsstevnu
í Hósvík, har høvuðstiltakið er
kappróðurin leygardagin, 17. juni
Mynd: Vilmund Jacobsen
TEMA
SUNDALAGS
STEVNAN