Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 12. JUNI 2017 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: SUNDALAGSSTEVNAN Vilmund Jacobsen Í samband við, at Sundalagsstevna nú verður í Hósvík, hevur Vikublaðið verið ein túr niðri við sjóvarmálan í Hósvík saman við borgar­ stjóranum í Sunda kommunu, Heðini Zacharia­ sen og trivnaðarsamskiparanum hjá kommununi, Noomi Káradóttir Rasmussen. Í góðveðrinum niðri við róðrarneystið hjá Hósvíkar Róðrarfelag sóu vit nýggja bátadráttin, sum er bygdur út í sjóvarmálan, og sum ger um­ støðurnar hjá felagnum at venja nógv betri. Hetta er ein bátadráttur, sum eisini er tøkur til brúks hjá øðrum róðrarfólki, sum koma til bygdina, eitt nú í samband við regattatiltakið, sum er eitt afturvendandi tiltak í Hósvík í fyrru hálvu av august. – Hósvík eigur nógvar eldsálir, og Hósvíkar Róðrarfelag er eitt sera virkið felag. Tað eru eisini eldsálir og stuðlar hjá felagnum, sum hava bygt snøgga og rúmliga bátadráttin við ávísum stuðli frá kommununi, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen Hósvík eigur eldsálir Borgarstjórin fegnast um, at hósvíkingar eisini hava stovnað nýtt bátafelag, Hósvíkar Báta­ felag. – Tað er so heppið fyri nýggja felagið, at Marine Harvest, sum ikki longur hevur virksemi í Hósvík, hevur latið kommununi bygningin og kaiøkið aftur, sum felagið hevur brúkt á havna­ lagnum í fleiri ár. Heðin Zachariasen vísir á, at hesin parturin av virkseminum hjá alifelagnum í Hósvík hevur verið gyrdur inni, men nú er hegnið tikið burturaftur. – Marine Harvest vildi gjarna, at bygningurin, sum arbeiðsfólk hjá felagnum hava brúkt í Hós­ vík, verður brúktur til okkurt gott endamál. Nú Hósvíkar Bátafelag er stovnað, hevur kommunan leigað felagnum húsið, samstundis sum felagið eisini hevur fingið sína egnu bryggju beint við bátahylin. Borgarstjórin hevur bjartar vónir um nýggja bátafelagið, sum eisini hevur sett sær fyri at brúka húsið til undirhús í bygdini. – Hósvík er ein perla í kommununi, og her eru eldsálir, sum hugsa um náttúru, fríðking og frítíðarvirksemi, eingin nevndur og eingin gloymdur. Lív er komið í aftur gamla gjáarfelagið Blómuna, og kring skúlan eru plantað trøð og runnar. Hann vísir á, at fyri nøkrum árum síðan varð eisini træbrúgv bygd um ánna, dygst við sjóvarmálan, og nú kunnu fólk, sum ganga túrar, síggja niðan yvir vøkru bygdina og umhvørvi úr øðrum sjónarhorni. Meðan vit eru niðri við róðrarneystið, kemur borgarstjórin í prát við tvær eldri kvinnur, sum sita á einum bonki og njóta góða veðrið. Onnur gevur borgarstjóranum nøkur ráð um, hvat kundi verið gjørt aftrat, og hann lovar, at tá Ung í Arbeiði fara til verka í summar, skulu tey taka sær av hesum. Bátafelagshús og undirhús Av økinum við róðrarneystið flyta vit okkum saman við Heðini Zachariasen og Noomi Kára­ dóttir Rasmussen suður á havnalagið, har Hós­ víkar Bátafelag hevur síni høli og bryggju. – Vit seta stórar vónir til nýggja bátafelagið, og nú felagið hevur fingið síni egnu høli og bryggju beint við bátahylin, sær hetta rættiliga spennandi út. Umstøðurnar her eru sera góðar, og vit vænta, at Hósvíkin, sum eisini rúmar stóra regattatiltakinum í fyrru hálvu av august, fer at fáa stóra gleði av nýggju fasilitetunum. Borgarstjórin vísir á, at felagið longu hevur havt gleði av umstøðunum og hevur havt frí­ tíðar­siglarar á vitjan. – Sundalagið er sera væl egnað til frítíðar­ sigling, og vit eru errin av at hava tvey bátafeløg, Sundalags Bátafelag og nú eisini Hósvíkar Báta­ felag, í kommununi, sigur hann. Hjartaliga vælkomin Umframt væleydnaða bátahugnan í Hvalvík seint í mai og stóra regattatiltakið, sum verður í Hósvík í august, fegnast borgarstjórin um, at kappróðurin í Hósvík í løtuni stendur í besta blóma við ikki færri enn seks manningum, harav bæði gentum og dreingjum í barnaróðri. – Vit gleða okkum til Sundalagsstevnu, og vit gleða okkum til kappróðurin, sum verður á stevnuni – undir kønari leiðslu av Hósvíkar Róðrar­felag. Saman við hósvíkingum fari eg vegna Sunda kommunu at bjóða øllum hjartaliga væl­komnum til Hósvíkar á Sundalagsstevnu í døg­unum, 15.-18. juni, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen. Vælkomin til Hósvíkar á Sundalagsstevnu - Vit gleða okkum til stevnuna, og vit gleða okkum til kappróðurin, sum verður á Sundalagsstevnu – undir kønari leiðslu av Hósvíkar Róðrarfelag, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen Meðan vit eru niðri við róðrarneystið, kemur borgarstjórin í prát við tvær eldri kvinnur, sum sita á einum bonki og njóta góða veðrið – Hósvík er ein perla í kommununi, og her eru eldsálir, sum hugsa um náttúru, fríðking og frítíðarvirksemi, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen