Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sólvit E. Nolsø Kvinnan hevði sagt, at mað­ urin, ið hin hevði meldað, hevði neyðtikið seg tann 29. november í 2015. Orsøkin til at kvinnan nú var ákærd fyri falska ákæru var, at ákær­in hevði heft seg í, at frágreiðingarnar, ið ákærda kvinnan hevði givið løg­ regluni, ikki hingu saman, men hinvegin víktu nógv frá hvørjum øðrum. Tað noktaði kvinnan heldur ikki fyri, men hevði hinvegin sagt tað við løgregluna sjálv. Millum annað kom fram, at kvinnan skifti staðsetingina av hend­ ingini at annahvørt at verða hent úti í túninum hjá mann­inum, ella inni. Eisini var ikki samsvar í hvussu kvinn­an forkláraði, at tey bæði møttust hetta kvøldi. Hon sigur seg ikki hava sett seg í samband við hann fyri at møtast, men hinvegin møttust tey av tilvild í býnum í Havn. Hetta hóast telefonin hjá honum vísti, at samband hevði verið millum tey bæði í fleiri umførum sama kvøld. Bæði umvegis samrøðu og send boð. Ákærda kvinnan segði seg ikki hava havt samband við mannin, hóast telefonin hjá honum vísti nakað annað og at hon ikki minnist seg hava tosa við hann hetta kvøldið, áðrenn tey møttust í býnum. Maðurin, ið er undir ákæru fyri neyðtøku, førdi fram, at hann minnist, at tey høvdu tosa saman hetta kvøldi og at tey vórðu samd um at møtast fyri at verða saman tað náttina. Verjin hjá kvinnuni segði, at samrøðurnar, ið vístu seg á telefonini hjá manninum vórðu somikið langar, at tær ikki kundu einans hava verið at avtalað at møtast. Tá kvinnan ikki minnist seg hava tosa í telefon hetta kvøldi, mátti talan verða um, at hon var komin undir tele­fonina meðan hon lá í lummanum og hevur av óvart ringt til hansara. Fylgdust heim Tá tey møttust hetta kvøldið í november, tosaðu tey saman eina løtu og byrjaðu síðan at ganga heim til hansara. Hon fór við av sær sjálvum, tí hon kendi mannin frá fyrr av og hevði tosa við hann í fleiri umførum fyrr. Komin heim til hansara, førdi kvinnan fram, at mað­ urin gjørdi seg inn á hana og neyðtók hana. Tá hon royndi at forða honum í gerðini, slóg hann hana og hon bleiv illa við. Hon kláraði tó at sleppa avstað eftir eini løtu, men maðurin førdi fram, at hóast tað var ein ósemja teirra mill­ um tá tey skiltust, so hevði hann ikki neyðtikið hana. Ósamsvar ikki nóg mikið at staðfesta skeiva ákæru Kvinnan bleiv sum sagt fríkend fyri at ákært mannin fyri neyðtøku av órøttum. Hóast ósamsvarið bleiv tikið fram í málevnisumrøðini hjá ákæranum og at frá­greið­ ingin frá kvinnuni ikki hekk saman. Tí var nóg, ið bendi á, at kvinnan royndi at fjala útyvir sína gerð við at melda mannin fyri neyðtøku. Verjin segði, at tá ein hev­ ur verið út fyri eini ógvusliga hending sum hesari, tá var ikki óvanligt, at hendingin ikki hekk saman at byrja við. Ofta gekk rúm tíð áðr­ enn yvirlit fekst yvir heild­ ar­myndini aftur, men henda kvinnan var avhoyrd fleiri ferðir í stutta tíð eftir hend­ ingina. Hann legði eisini dent á, at hóast kvinnan hevði játtað, at hóast ymsar frá­greiðingar, so broyttist útgangsstøði ongantíð. Hon var neyðtikin, men neyvt hvussu hendingin var farin fram var enn ógreitt. Dómarin gav kvinnuni við­hald í, at ákærin ikki hevði í nóg stóran mun prógv­að, at maðurin var ákærd­ur av órøttum og tí bleiv kvinnan fríkend. solvit@sosialurin.fo FRÍKEND FYRI FALSKA ÁKÆRU Ein kvinna var í rættinum í gjár, ákærd eftir paragraf 164. 1 í revsilógini, fyri av órøttum at hava ákært ein mann fyri at hava neyðtikið hana. Kvinnan noktaði seg sekan. Ákærin kravdi 30 dagar fongsul og verjin kravdi frídøming RÆTTARMÁL §164.1. í Revsilógini: Den, der afgiver urigtige oplysninger til offentlig myndighed med fortsæt til, at en uskyldig derved bliver sigtet, dømt eller undergivet strafferetlig retsfølge for et strafbart forhold, straffes med fængsel indtil 6 år.