Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RINGT SKIL UM ØGILIG KOYRING Fólkini, sum vóru møtt á borgarafundi í Kaldbak mánakvøldið fingu at vita, at verður ætlanin veruleiki, verður tað ein øgilig koyring, tí tilsamans er talan um einar 50.000 ella 60.000 lastbilar tilsamans, sum skulu koyra eftir Kaldbaksvegnum Áki Bertholdsen – Tað var ikki ikki ætlanin, at vit ætl­aði at fara undir at gera eitt ídn­að­arøki nú Tað sigur Heðin Mortensen, bý­ráðs­limur í Havn fyri Javn­að­ar­ flokkin, og fyrrverandi borg­ar­stjóri. Sum vit vísa í eini aðrari grein, var tað undanfarna býráð sum sam­tykti at gera ídnaðarøkið á Sundi, størri Men á borgarafundi í Kaldbak mána­kvøldið segði hann, at ætl­an­in var ikki at gera tað nú. Tað var alla tíðina fremsta enda­málið hjá undanfarna býráði, at grótið úr Eysturoyartunlinum skuldi brúkast til vegin ímillum tunn­ils­munnan á Hvítanesi og Havn­ina. – Vit kundu brúkt næstan alt grót­ið til vegagerð. Men Heðin Mortensen vísir á, at nú býráðið er mannað av nýggj­um, er ivi sáddur um vegin ímill­um Eysturoyartunnilin og Havn­ina, tí nú verður tosað um tunn­il. Hinvegin heldur hann eisini, at nú er so nýtt komið fram, bæði um larm og ferðslu. Og sam­ stund­is er komið undan kavi, at kald­baksfólk taka ikki undir við ætl­ an­ini, og tí eiga vit at broyta hana, sig­ur hann. – Vit løgdu størsta dentin á at brúka grótið úr tunlinum til veg­in, men nú verður ídnaðarøkið rað­fest fremst, sigur Heðin Mort­en­sen. Hinvegin viðgekk hann á borg­ar­a­ fundinum, at tað er eitt mistak, at Kald­ baksnevndin ikki er hoyrd í hes­um máli. Broyta ætlan Tað sama sigur Annfinn Brekk­stein býráðslimur fyri Sam­bands­flokk­in, sum eisini var í meiri­ lut­an­um í undanfarna býráði. Eis­ini hann staðfesti, at grótið úr tunlinum skuldi brúkast til veg­in so at hann var liðugur, tá ið tunn­il­in er liðugur. Helena Dam á Neystabø, bý­ráðs­limur fyri Javnaðarflokkin, held­ur at tað er burtur við, at ong­in hevur hugsað um ferðsluna. Men hon heldur, at nú eigur bý­ráð­ið at leggja hesa ætlanina til viks, til vit hava funnið eina loysn, sum ikki gongur kaldbaksfólki ov nær. – Tað hevur ikki skund at gera ídn­að­ar­ økið á Sundi og nú skulu vit taka í egnan barm og ásanna, at vit gjørdu nakað skjótt av, sigur Helena Dam á Neystabø. Áki Bertholdsen – Vit vistu einki, fyrrenn av­ gerð­in var tikin. Tað sigur Ingi á Smíð, sum er limur í Kaldbaksnevndini hjá Tórshavnar Býráði. Á Borgarafundinum í Kald­bak mánakvøldið greiddi hann frá viðgerðini í Tór­havn­ar Býráð, har avgerð er tik­in um at leggja grót úr Eyst­ur­oy­ar­tunl­inum inn á Sund við tí endamáli at gera eitt ídn­að­ar­økið har upp á 50.000 fer­metrar. Eini hundrað fólk vóru á borg­ara­fundinum og har vísti Ingi á Smíð á, at eftir sátt­mál­an­um, sum varð gjørd­ur í 1974, tá ið Kald­bak skuldi fara upp í Tórs­havn­ar Komm­unu, skal kald­baks­ nevndin kunnast og hoyrast, tá ið mál eru fyri, sum ávirka viðurskiftini hjá teim­um, sum liva rundan um Kald­ baks­fjørð. – Tað stendur eisini í sátt­mál­an­um, at kald­baks­ nevndin skal vera ráðgev­ andi, leggur hann afturat. Men hann sigur, at nú ætl­an­in er at gera eitt stórt ídn­að­ar­øki á Sundi, fekk Kald­b­aksnevndin einki at vita, fyrrenn avgerðin var tik­in. – Tað er eitt groft brot á sátt­málan, sigur Ingi á Smíð. Hann segði, at fyrstu ferð, Kald­baksfólk yvirhøvur sluppu at siga sína hugsan, var tá ið býráðið skipaði fyri borg­ara­fundi í Kaldbak í des­ emb­er, har kunnað varð um ætlan­ina. Tann 19. januar varð málið so lagt fyri Kald­baks­ nevndina, har nevndin mót­ mælti, at hon ikki varð kunn­ að um málið fyrr. Stutt eftir skrivaðu mest­ sum øll fólk í bygdini undir eitt mótmæli ímóti ætlanini. Í sambandi við málið, hava kaldbaksfólk sett ein áhugabólk, ið kallast Áhuga­ bólk­urin Ímóti Nátt­úru­oyð­ ing á Sundi og fyri eini viku síð­ani fekk bólkurin fund í lag við Býráðið, har tey mót­ mæltu enn eina ferð. – Tað er leikluturin, vit í Kald­bak hava havt í hesum máli, staðfesti Ingi á Smíð. VIT VISTU EINKI Tórshavnar Býráð hevur brotið sáttmálan sum varð gjørdur, tá ið Kaldbak fór upp í Tórshavnar Komunu, og tað góðtaka vit ikki, vóru kaldbaksfólk samd um á fjølmentum borgarafundi mánakvøldið NÚ ER NÓGV NÝTT KOMIÐ FRAM Javnaðarflokkurin í býráðnum í Havn vil nú steðga ætlanini at koyra grót úr Eysturoyartunlinum inn á Sund Fólk í Kaldbak hava nú valt ein áhugabólk, sum skal virka fyri áhugamálunum hjá kaldbaksfólki. Tey ætla ikki, at nýggi áhugabólkurin skal kappast við Kaldbaksnevndina, sum situr, men heldur skal hann vera ein stuðul hjá nevndini. Í nýggja áhugabólkinum, sum varð valdur á býráðsfundi í gjárkvøldið, eru Snorri á Bøgarði, Sigurd Poulsen, Unn Augustudóttir Krákustein, Hanna Vang og Jákup Petersen í Kaldbaksbotni. Hava valt áhugabólk