týsdagur 13. juni 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TAÐ VERÐUR EITT
Á KALDBAKSVEGN
Skal grótið úr Eysturoyartunlinum brúkast til eitt ídnaðarøki á Sundi, skulu eini
140 lastbilar koyra eftir Kaldbaksvegnum um dagin í samfull hálvttriðja ár og tað
er ein álvarsligur ferðsluvandi, var niðurstøðan á borgarafundi í Kaldbak
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein ómetaliga
vandamikil loysn.
Tað
staðfesti
Jóhann
Mortensen í Kaldbak, sum er
við í Áhugabólkinum Ímóti
Náttúruoyðing á Sundi og so
statt hevur hann verið ein av
teimum, sum hevur arbeitt
ímóti ætlanini at koyra grót
úr Eysturoyatunlinum inn á
Sund til eitt ídnaðarøki har.
Jóhann Mortensen stað
festir, at talan er um eitt
ídnaðarøki ið er sum ein
fótbóltsvøllur til breiddar
og fimm fótbóltsvøllir til
longdar.
Tað merkir, at tað verður
ein umfatandi koyring við
gróti eftir Kaldbaksvegnum
í samfull hálvttriðja ár, ella
kanska enn longur enn tað.
Kaldbaksfólk hava rokn
að seg fram til, at hetta fer
at krevja, at eini 70 lastbilar
skulu koyra fullir av gróti av
Hvítanesi inn á Sund og 70
tómir lastbilar skulu koyra
hinvegin aftur.
Og her verður koyring
við lastbilum frá klokkan
seks á morgni til klokkan 23
á kvøldi, allar sjey dagar í vik
uni. Sostatt skulu átta last
bilar koyra eftir Kaldbaks
vegnum um tíman, hvønn
dag í vikuni, 300 dagar um
árið í hálvttriðja ár. Tilsam
ans er talan um 50.000 ella
60.000 lastbilar tilsamans,
leggur hann afturat.
Ongin kanning
Sostatt fer tað at vera ógvu
liga nógv ferðsla við stórum
lastbilum eftir Kaldbaksveg
num, sum frammanundan er
tann vegur í landinum, har
tað er mest ferðsla, siga tey
í Kaldbak.
Eisini Marin Vang, ið
somuleiðis er í áhugabólk
inum, staðfestir, at ferðslu
trygdin er tann størsti vand
in í hesum sambandi.
Lastbilarnir fara ikki at
koyra meiri enn einar 30-
40 kilometrar um tíman
summastaðni og tað merkir,
at ferðin á Kaldbaksvegnum
má setast munandi niður.
Men tað hava bilførarar ikki
tol til, og so kunnu vit hugsa
okkum, hvussu skilið verður,
halda tey í áhugabólkinum.
Tey
í
áhugabólkinum
hava vent sær til Ráðið fyri
Ferðslutrygd, men tey eru
ikki spurd.
Heldur ikki Landsverk
hevur gjørt sær tankar um,
hvussu nógv ferðsla fer at
vera eftir Kaldbaksvegnum í
sambandi við grótflutningin.
Hinvegin fer Landsverk at
gera tað, sum er neyðugt fyri
at stýra ferðsluni við skelt
um.
Men tey í áhugabólkinum
halda, at tað er ræðandi, at
ongin hevur kannað eftir,
hvussu øll hendan koyringin
fer at ávirka ferðsluna.
Fleiri aðrir møguleikar
Heldur enn at gera eitt ger
eitt ídnaðarøki á Sundi, hev
ur Jóhann Mortensen nøkur
uppskot um, hvar grótið
hevði verið betur farið.
Tað kundi verðið brúkt
til at breiðka Kaldbaksveg
in. Eftir sáttmálanum í sam
bandi við samanleggingina,
skal Kaldbaksvegurin vera
seks metrar breiðir, men sum
heild er hann bara góðar fýra
metrar.
Eitt annað uppskot er at
brúka grótið til at gera báta
hylin lidnan, so at hann verð
ur so stórur, hann skuldi vera
eftir upprunaligu ætlanini.
Ein triði møguleiki er at
gera eina spunshavn, ella
eitt slag av fyribilshavn, niðri
í Rossagili ímillum Hvítanes
og Sandvík, beint niðanfyri
tunnilsmunnan.
Haðani
kann grótið so flytast eftir
sjónum, hagar tað skal brúk
ast.
Í Kaldbak hava tey onki
álit yvirhøvur á, á forkláring
ina úr býráðnum, at tað er so
stórur tørvur á ídnaðarøki á
Sundi.
Á økinum, sum eru, eru
tvey virki, sum ikki hava
nakað samband við sjóvinnu,
og sum tískil kundi verið
hvar sum helst.
Annars er ein umsókn
komin um aling á landi á
Sundi, men tað kann so vera
á ídnaðarøkinum, sum longu
er á Sundi, halda tey.
Áki Bertholdsen
Kaldbaksfólk vilja nú hava
Sirið Stenberg, landsstýr
iskvinnu
í
innlendismál
um,
at
steðga
ætlanini
hjá Tórshavnar Býráði at
leggja grótið úr Eysturoyar
tunlinum inni á Sundi við tí
endamáli at gera eitt ídnað
arøki har.
Á borgarafundi í Kaldbak
í gjárkvøldið varð víst á, at
Tórshavnar
býráð
hevur
brotið sáttmálan sum varð
gjørdur í 1974, tá í Kaldbaks
Kommuna og Tórshavnar
Kommuna, løgdu saman.
Í tí sáttmálanum stendur,
at øll mál, sum hava við Kald
bak at gera, skulu leggjast
fyri kaldbaksnevndina hjá
Tórshavnar Býráð, áðrenn
tey verða sett í verk. Men í
sambandi við ídnaðarøkið á
Sundi, er Kaldbaksnevndin
hjá Tórshavnar Býráð hevur
ongantíð fingið høvi til at
viðgera ætlanina fyrrenn
hon varð avgreitt.
Tey ivast ikki í, at hetta er
í stríð við samanleggingar
sáttmálan.
Síðani hava kaldbaksfólk
at kalla einmælt mótmælt
ætlanini, men kortini setir
núverandi býráð avtaluna
um grótið í verk.
Tí vilja kaldbaksfólk hava
landsstýriskvinnuna
at
ógylda samtyktina hjá Tórs
havnar Býráð um at gera ídn
aðarøkið. Og tey heita somu
leiðis á Landsstýriskvinnuna
um at tryggja, at arbeiðið at
gera ídnaðarøki ikki kann
byrja ímeðan hon viðger
málið.
Jóhann Mortensen, sum
er í Áhugabólkinum Ímóti
Náttúruoyðing á Sundi sigur,
at fáa tey ikki viðhald í kær
uni, hevur Tórshavnar Býráð
fingið ein blankokekk til at
leypa bukk um Kaldbaks
nevndina í øllum málum.
Nú skal Sirið
upp í leikin
Kaldbaksfólk hava nú kært Tórshavnar Býráð
fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu
Áki Bertholdsen
Tað var undanfarna
býráð, sum slóðaði fyri, at
grót úr Eysturoyartunl
inum skuldi koyrast inn
á sund og brúkast til eitt
stórt ídnaðarøki har.
Áðrenn havnarøkið
á Sundi varð víðkað,
varð neyðugt at broyta
almennu byggisamtykt
ina.
Í tí sambandi mæltu
tekniski stjórin, og býar
arkitekturin, í býráðnum
til at broyta byggisam
tyktina. Tað varð samtykt
í Byggi- og býarskipanar
nevndin tann 16. nov
ember í fjør og sama dag
varð tað einmælt samtykt
í býráðnum.
Samstundis hava
Tunlafelagið og
Tórshavnar samráðst
um grótið, og úrslitið av
teimum samráðingunum
var, at havnarmeistarin
mælti býráðnum til at
taka ímóti grótinum og
fylla upp eystan fyri
verandi bryggju á Sundi.
Tað tóku bæði
Vinnunevndin og
fíggjarnevndin undir við
og tann 30 november varð
tað einmælt samtykt í
býráðnum.
Men síðani hevur
býráðsval verið, og
meirilutin, sum nú situr
í býráðnum, hevur so
skrivað undir endaligu av
taluna við tunlafelagið og
sostatt hevur hetta býráð
ið samtykt tað endaliga,
og hevur sett tað í verk.
Soleiðis endaði
grótið á Sundi
Undanfarna býráð samtykti einmælt at
gera ídnaðarøki á Sundi og núverandi
býráð hevur sett hana í verk