týsdagur 13. juni 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68
BJARGING
fóru í bjargingarbátin, og síðani
legði Thor Magni seg soleiðis, at
bjargingarbáturin rak yvir til teir.
Tá lukkaðist at fáa eina línu um
borð á bjargingarbátin og fáa hann
aftur við síðuni á Thor Magna.
Á skipssíðuni hevur Thor Magni
eitt sokallð bjargingarøki, har eitt
portur kann latast upp og losleytari
kann brúkast til at ganga upp á
skipið. Á hendan hátt lukkaðist
tað at fáa menninar í øllum góðum
umborð á Thor Magna.
– Teir vóru hampuliga væl fyri,
tá ið teir komu umborð. Teir vóru
vátir og rættiliga troyttir, men teir
vóru ikki so kaldir. Sjálvstýrarin
hjá teimum hevði verið í ólagi, og tí
høvdu teir stýrt við hond í nakrar
dagar, so tað hevði verið tungt hjá
teimum, sigur Fríði Danberg.
Umborð á Thor Magna høvdu
teir fyrireikað seg væl til at taka
ímóti
neyðstøddu
monnunum.
Teir høvdu lagt turr klæði, teppi,
hjartastartara, oxygen og annað
klárt, men tað bleiv tíbetur ikki
brúk fyri nógv meira enn klæðum
og teppum at hita menninar við.
Kokkurin hevði gjørt súpan, sum
kom væl við hjá bæði manning og
neyðstøddum monnum.
Báturin lak illa
Furia var farin at leka um kjølin,
har onkrir boltar vóru loysnaðir,
og hóast menninir høvdu sett tvær
pumpur til og eisini pumpaðu við
hond, megnaðu teir ikki at pumpa
undan. Vandi var fyri, at kjølurin
fór at skrædna, og so kundi báturin
søkk eftir ongari tíð.
Tá ið Thor Magni hevði tikið
menninir umborð, settu teir kós
ímóti St. John’s. Tá ið teir fóru
frá Furia, var báturin ikki sokkin,
men hann stóð ikki til at bjarga,
og roknað var við, at hann fór at
søkka.
Í St. John’s komu umboð fyri
myndugleikarnar umborð at kanna
menninar og tosa við teir um til
burðin, og síðani tók felagið PGS
sær av monnunum og fann hotell
til teirra.
– Tað gekk væl við bjargingini,
og vit komu í so góðari tíð til
menninar, at teir vóru rímiliga væl
fyri, tá ið vit fingu bjargað teimum
umborð, sigur Fríði Danberg.
Eftir stuttan steðg í St. John’s
fór Thor Magni aftur til sjós at
røkja sína uppgávu fyri PGS.
RGA
ONNUM
Her hevur Thor Magni fingið bjargingarbátin
við bulgarsku monnunum upp á síðuna,
og so gekk væl at fáa teir umboð
Her eru umboð fyri kandisku myndugleikarnar komnir umborð at tosa við bulgarsku menninar
Teir báðir bjargaðu menninir saman við Stephen Coady, kanadiska skiparanum umborð