týsdagur 13. juni 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Myndir: Poul Jacob Magnussen
Leygarmorgunin
bjargaði
før
oyska frálandsskipið Thor Magni
tveimum neyðstøddum sjómonn
um við Nýfundland. Menninir vóru
við einum seglbáti, sum var ávegis
úr Plymouth í Onglandi til Rhode
Island í USA í einari kappsigling.
Thor Magni arbeiðir í løtuni fyri
felagið PGS og er stuðulsskip hjá
tveimum seismikkskipum, sum
skjóta seismikk á einum øki um
leið 250 fjórðingar úr St. John’s.
Í løtuni hevur skipið kanadiska
manning, men føroyskur skipari
og maskinmeistari eru við skipin
um. Thor Magni hevur verið við
Nýfundland síðani 26. mai og verð
ur har til seint í heyst.
Vágbingurin Fríði Danberg er
skipari umborð á Thor Magna,
sum tíðliga leygarmorgunin fekk
neyðarkall frá seglbátinm Furia,
sum var farið at leka í illveðrinum.
Furia er danskur seglbátur, sum
tveir bulgarskir menn høvdu lænt
til siglingina um Atlantshavið.
– Vit fingu boðini klokkan 7:35
leygarmorgunin, og fimm minuttir
seinni fingu vit boð um at fara at
hjálpa, tí vit vóru nærmasta skipið,
greiðir Fríði Danberg frá.
Teir fóru avstað, og annað av
seismikkskipinum,
sum
Thor
Magni arbeiðir saman við, var ein
hálvan tíma aftanfyri teir.
– Tað tók okkum góðar tveir
tímar at sigla til seglbátin, og vit
ætlaðu at bíða eftir Tetis, sum
var á veg. Men tá søgdu menninir
umborð á Furia, at báturin lak,
og teir roknaðu við, at báturin
kundi søkka innan 10 minuttir. Tí
fóru vit í gongd við bjargingina
beinanvegin, sigur Fríði Danberg.
Vátir og troyttir
Tað var illveður á leiðini, tá ið Furia
kom í havsneyð. Tað vóru einir 25
m/s, og aldan var góðar 7 metrar høg.
– Fyrst sigldu vit parallelt við
seglbátin og hugsaðu at fáa eina
lína yvir um, men tað vóru ikki
umstøður til tað. Vit komu til tíðir
rættiliga tætt uppá bátin, tí tað
ringt í sjónum, og tí valdu vit eina
aðra loysn, sigur Fríði Danberg.
Teir báðir bulgarsku menninir
– Tað gekk væl við bjargingini, og vit komu í so góðari tíð til menninar, at teir vóru rímiliga
væl fyri, tá ið vit fingu bjargað teimum umborð, sigur Fríði Danberg, skipari umborð á
føroyska frálandsskipinum Thor Magna, sum bjargaði tveimum neyðstøddum bulgarskum
monnum við Nýfundland, tá ið seglbáturin hjá teimum fór at leka í illveðri
BJARGING
THOR MAGNI:
GEKK VÆL AT BJA
NEYÐSTØDDUM MO
Seglbáturin Furia kom
í havsneyð í illveðri
við Nýfundland. Tveir
mans vóru umborð