Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68 KJAK Spennandi tíðarskeið hjá útnorður­ samstarvinum fyri framman Steingrímur J. Sigfússon Altingslimur fyri Vinstra grøna flokkin, limur í Norður­ landaráðnum og fyrrverandi limur í Útnorðurráðnum Á sumri 2015 bleiv 30 ára føð­ingar­ dag­ur­in hjá Út­norð­ur­ráðnum há­tíðar­hildin í Før­oy­um. Und­ ir­ritaði er ein av teimum fáu, ið hevði heiðurin at vera til staðar á fundinum í Nuuk, sum legði lunnar undir ráðið, og sum framvegis er aktivur í politikki. Tað hevur verið spennandi at luttaka í arbeiðnum hjá ráðnum og fylgja við framburðinum, sum hevur verið seinastu 30 árini, har sambandið millum tjóðirnar í út­ norði er styrkt, so hvørt sam­starvið er økt. Lívskorini í øllum trimum lond­ unum eru blivin munandi betri í hes­um tíðarskeiðnum, hóast menn­ingin ikki hevur verið uttan trupul­leikar og hevur enntá havt við sær stórar trupulleikar. Føroyar og Grønlandi arbeiða fyri at vinna størri sjálvræði, og málið er fult sjálv­ræði. Undirritaði er sannførdur um, at báðar tjóðirnar røkka málinum, áðrenn øldin er hálvrunnin. Før­ oy­ar í nærmastu framtíð og seinni Grønland, sjálvt um landið í verandi støðu ikki hevur grundarlag fyri sjálvberandi búskapi. Báðar tjóðirnar eru í holt við at gera egnar stjórnarskipanir fyri fyrstu ferð. Samstarvið verður styrkt Fyri stuttum bleiv umsøknin hjá Útnorðurráðnum um eyg­leið­ arastøðu í Arktiska Ráðnum góð­ kend. Hetta er slóðbrótandi, tí eygleiðarastøðan økir um týðn­ing­ in hjá ráðnum og styrkir røddina hjá útnorðurlondunum í hesum umráðandi foruminum. Grønlendskir myndugleikar vænta, at grønlendska sendistovan í Reykjavík letur upp 1. januar 2018. Bæði Grønland og Føroyar vilja hava diplomatiska umboðan í Íslandi, og Ísland vil hava konsu­ latir í Nuuk og í Thórshavn. Tað er gleðiligt, at júst í 2018, tá Ísland hátíðarheldur 100 ára dagin fyri fullveldi, at útnorður verður knýtt nærri at hvørjum øðrum. So sjónliga hava londini ikki verið knýtt at hvørjum øðrum áður. Samferðslan millum londini er vaksin seinnu árini og veksur fram­vegis. Talið av flogrutum mill­um Ísland og Grønland er vaks­ið nógv. Føroyar hava økt um skipa­ferðsluna til og úr Íslandi, og størstu reiðaríðini í Grønlandi og Íslandi hava nýliga gjørt eina avtalu um økt samstarv. Skráin hjá Íslandi Við søguliga vegamótið í útnorður samstarvinum, og í sambandi við at Ísland í 2018 hátíðarheldur 100 ára dagin, síðani landið fekk fullveldið, er tíðin komin at hyggja frameftir. Tað er eitt gott høvi hjá Íslandi at vísa vælvild, framsøkni og sterka stuðulin til at menna og styrkja sam­starvið í útnorði uppaftur meira. Hesar tríggjar tjóðir hava um­ vegis økt samstarv eitt ótal av møgu­leikum. Eg kann nevna menningina av ferðamøguleikum og átøkum innan ferðavinnu, samstarv um heilsu, útbúgvingar- og mentanarøkið, øktan samhandil og samstarv sum heild. Sínamillum vitan og fatan hjá íbúgvunum í teimum trimum lond­unum, og samstarvið hjá gras­ rótunum, eigur at styrkjast og vera miðdepulin í okkara samstarvi. Ísland eigur at gera sítt heima­ arbeiði, og eg ivist ikki í, at viljin eisini er til staðar bæði í Grøn­landi og í Føroyum. – Politikkurin hjá íslendsku stjórn­ini eigur at síggjast aftur í ein­um uppskoti til samtyktar um fokus­økini í samstarvinum í útnorði, javnfjart uppskotinum sum bleiv gjørt í sambandi við Arktis. – Ísland eigur í sambandi við hátíðarhaldið av fullveldinum at geva Grønlandsgrunninum eitt stórt íkast og seta á stovn ein Før­ oyagrunn. Enda­málið hjá grunn­ un­um er (framvegis) at stuðla um­boðsferðum, lestrar­uppi­haldi, lista­framsýning­um, ítróttar­til­ tøkum og øðrum hend­ingum, tá talan er um mentan-, útbúgving- og vísindaøkið, sum kan skapa økt sam­band millum grannalondini og Ísland. – Ísland eigur at geva eitt størri íkast fyri at styrkja Útnoðurráðið, tí uppgávurnar hjá ráðnum ger­ ast fleiri og hevur tískil brúk fyri størri fígging. So vildi støðið á útreiðslunum lutfalsliga verið javnari býtt í samsvar við bruttu­ tjóðarúrtøk­una í hvørj­um landi. – Ísland eigur at bjóða umboðum frá grannalondunum fyri eystan og fyri vestan til hátíðarhaldið av fullveldinum, so tey síggjast aftur í luttøkuni á ein sjónligan og serligan hátt. Í eini tíð har óvissa valdar um veðurlagsbroytingar og altjóða stríðsmál, er tað av stórum týðningi at røkja góðu sambondini og hava eitt friðaligt og uppbyggjandi sam­ starv við grannalondini. Hóast ymiskleika og lutvíst ym­iskar avbjóðingar, so hava lond­ini í útnorði sera nógv í felag. Lítlar tjóðir berjast í hørðum um­ hvørvi at byggja eitt nútíðar væl­ ferðasamfelag á hægsta stigi, og øll hava ein stórt ynski um at ráða sær sjálvum. Standa tey saman, so verður uppgávan lættari.