týsdagur 13. juni 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Nýrasteinur (urolithiasis) er stein
ur, sum verður gjørdur í land
gøgnunum og sum kann seta seg
fastan í nýrini ella landrásina.
Tilfarið í steinunum kann vera
krystallir (50-95 prosent) og úr
lívrunnum evnum (5-50 prosent).
Í størstan mun er tilfarið í stein
unum (85 prosent) kalsium ella
kálk, sum vit plaga at rópa tað.
Nýrasteinur verður gjørdur, tá
innihaldið av ávísum saltum, eitt nú
kalsium og oksalsýru ella kalsium
og fosfati, sum gera krystallir, verð
ur ov høgt í landinum. Tá verður
sagt, at landið er ovmettað.
Oftast verða steinarnir gjørdir
í sjálvum nýranum, har teir veksa
og síðan kunnu enda í nýrnakokuni
ella landrásini.
Er talan um nýragrús, eru hetta
smærri nýrasteinar.
Klassisku herðindini av nýra
steini kunnu koma sum snarljós
av klárum himli, har fólk, ið hava
hesar trupulleikar, fáa ógvusliga
pínu í síðuna sum setir niður í
rørarnar ella lyskuna.
Pínan er so ógvuslig, at tú hevur
trupulleikar við at halda teg stillan.
Eitt slíkt herðindi er tekin um,
at steinurin er ávegis gjøgnum
landrásina móti bløðruni. Sam
stundis, sum tú hevur pínuna, fært
tú ofta vaml og vilt spýggja.
Pínan stendst av, at trýstið í
nýrakokuni og landrásini veksur, tí
steinurin darvar gjøgnumrenning
av landi.
Nýrasteinur gevur ofta pínu í
síðuni, men henda pína kennist
ofta mildari.
Onnur sjúkueyðkenni við nýra
steini kunnu vera fepur, blóð í land
inum og pína og sviði við vatnlát.
Fepur í samband við nýrastein
er eitt vandatekin sum krevur bráð
feingis læknahjálp – men í aðrar
mátar geva nakrir nýrasteinar ong
ar trupulleikar.
Gongdin í sjúkuni
Tað kann vera rættiliga ymiskt,
hvør gongdin í sjúkuni er, og eitt nú
er hetta tengt at orsøkini til steinin.
Ofta byrjar steinurin í 30-50 ára
aldri, og uttan fyribyrgjandi viðgerð
vilja umleið 1/3 av sjúklingunum
fáa nýggjan nýrastein innan fimm
ár eftir fyrsta tilburðin. Eftir 20
árum kann roknast við, at ¾ av
sjúklingunum hava fingið nýggjan
nýrastein.
Umleið 60 prosent av sjúk
lingunum sleppa lutfalsliga lætt
ígjøgnum
sjúkugongdina,
har
steinurin av sær sjálvum kemur
út við landinum – og hjá øðrum er
gongdin truplari, har tað verður
neyðugt at beina burtur steinin ella
steinarnar.
Í einstøkum føri við nýrasteini,
sum ofta byrjar tíðliga í lívinum,
kann gongdin gerast meira álvar
som við fleiri nýggjum steinum, og
tá kann vandin verða, at nýruni fáa
skaða.
Tá sæð verður burtur frá undan
takinum, er tað ógvuliga sjáldan, at
nýrini taka álvarsligan skaða av
nýrasteini.
Hvør verður sjúkur?
Umleið fimmti hvør maður og
tjúgunda hvør kvinna vil onkuntíð
í lívinum fáa nýrastein.
Talið av fólki, sum fáa nýrastein,
er annars nógv veksandi – helst sum
avleiðing av lívsstílsbroytingum.
Orsøkirnar til nýrastein kunnu
vera nógvar, men tær mest vanligu
eru –
• Høg úrskiljing av kalsium (kálki)
í landinum
• Lág úrskiljing av sitrati í land
inum
Hesar orsøkir verða róptar “tann
vanliga nýrasteinsjúkan” (idio
patisk urolithiasis).
Tær minni vanligu orsøkirnar
eru eitt nú -
• Ígerð í landrásini við serligum
bakterium, eitt nú proteus.
Hesir nýrasteinar kunnu vera
rættiliga stórir, men geva van
liga fá sjúkutekin
• Tarmsjúka við vantandi upptøku
av feitti og leysum lívi
• Órógv í kalsiumstoffskiftinum
• Avskepling av landrásini
• Súrt land (lágt pH) kann elva til
gerð av landsýrusteini, sum er
knýttur at yvirvekt og sukkur
sjúku
• Høg framleiðsla av landsýru í
kroppinum, sum eitt nú sæst
við landsýrugikt og undir kemo
viðgerð
• Ein røð av sjaldsomum arva
ligum sjúkum, eitt nú cystinuri.
Í øðrum førum er eingin uppløgd
orsøk til nýrastein, men eitt nú
kann lág vatntøka vera ein viðvirk
andi orsøk til gerð av øllum sløgum
av nýrasteini.
Hvør er kanningin?
Sum oftast kann sjúkuavgerðin
staðfestast við einari røntgen
kanning við CT-skannara. Har
aftrat
skulu
blóðroyndir
og
landroyndir takast fyri at meta
um nýravirknaðin og fyri at finna
út av, um bakteriur eru í landinum.
Við hesum kanningum kunnu
orsøkirnar til gerð av nýrasteini
finnast, og finnast kann eisini
fram til fyribyrgjandi viðgerð sum
vónandi kann gera, at steinurin
ikki kemur aftur.
Men, tað er eisini okkurt, ið tú,
sum er raktur av nýrasteini, sjálv/-
ur kanst gera.
Tað kann gera mun at drekka
ríkiligt av kaloriufátækum vatni,
og her kanst tú drekka so mikið,
at vatnláti í minsta lagi verður til
tveir litrar av landi um døgnið. Í
nógvum førum kann hetta føra við
sær, at nýggir steinar ikki koma.
Aðrar sjúkur við nýrasteini,
sum eitt nú cystinuri, krevja, at tú
drekkur munandi meira vatn – fyri
at halda nýrasteini burtur.
Tilmælið er eisini, at tú etur
fjølbroyttan og heilsugóðan mat
við høgum fipurinnihaldi og við
kalsium – í fyrsta lagi mjólkarvørur
í samband við høvuðsmáltíðirnar.
Áður var tilmælið at minka um
nøgdina av kalsium, men hetta
veksur faktist um vandan fyri gerð
av nýggjum nýrasteini og kann
elva til beinbroyskni.
Nýrasteinur,
sum
ikki
fer
g j ø g n u m
landrásina
av
sær sjálvum,
v e r ð u r
v a n l i g a
b e i n d u r
b u r t u r
v
i
ð
stráluviðgerð
ella við kikara
skurði. Hinvegin kann steinur, sum
er av reinari landsýru, upploysast
við heilivági.
Tá tú fært pínu, sum stendst av
trýsti í landrásini, skalt tú sjálvandi
ikki drekka eyka vætu, tí tað gevur
tær bara meira pínu, samstundis
sum møguleikin fyri, at steinurin tá
finnur leiðina burtur, verður minni.
Heilivágur, sum minkar um
trýstið í landrásini, er samstundis
pínulinnandi og ger møguleikarnar
størri fyri, at steinurin hvørvur av
sær sjálvum.
Kelda: www.medicin.dk
HEILSA
Fleiri plágast av nýrasteini
Tað kann vera rættiliga ymiskt, hvør gongdin
í sjúkuni við nýrasteini er, og eitt nú er
hetta tengt at orsøkini til sjúkuna
Nýrasteinur er lutfalsliga vanlig sjúka, sum rakar fleiri menn enn
kvinnur. Hjá summum rakar sjúkan einaferð í lívinum, men hjá øðrum
verður hon kronisk og kann hava avleiðingar fyri lívskvalitet