Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óstøðug barnaár við ikki færri enn átta skúlaskiftum. Sangarin René Dif veit, hvussu tað er at vera ungur, hava lítið sjálvsálit og at kenna seg einsamallan í heiminum. So tá fyrrverandi danski forsætisráðharrin og protektor fyri Det Sociale Netværk og ung­ dómsráðgevingina head­ space, Poul Nyrup Rasmus­ sen, spurdi, um Dif hevði hug at skriva ein sang til head­ space, hugsaði René Dif seg ikki leingi um, áðrenn hann játtaði. Tað bleiv til sangin ”Vinterbarn”, sum handlar um, at mann er nóg góður, sum mann er, uttan mun til hvat onnur halda. René Dif ber nógv fyri brósti, tá talan er um ung, sum stríðast við alt frá hjarta­sorg til sálarligt viðbrekni. Hann hevur sjálv­ ur upplivað at skula skifta skúla átta ferðir, tá hann var barn. Hann fekk ikki 9. floks prógv, og hann hevði ynskt, at hann hevði havt eitt head­ space, tá hann var barn og ungur. – Um headspace hevði verið til, har mann bara kann koma beint inn av veg­ num uttan at skula mátast og vigast, og uttan at skula bíða í 2 ½ mánað, so hevði eg verið glaður. Tað, at mann kann koma uttan at skula vísa á alt møguligt, merkir, at mann kann koma við teimum trupulleikunum, mann hevur, nú og her. Tað eru øll tey stóru tingini, sum mann er heilt einsamallur um. Tær stóru avgerðirnar, kenslan av ikki at vera nóg góður, at mann ikki veit, hvar mann skal fara, hvønn mann skal venda sær til, hvat mann skal gera, sigur René Dif. Føroyskt headspace Ungdómsráðgevingin head­ space hevur nú 16 miðstøðir í Danmark og hevur eisini ætlan um at lata ráðgeving upp í Føroyum. Ung kunnu koma til headspace ano­ nymt og fáa hjálp til alt frá hjartasorg og einsemi til vantandi sjálvsálit og sálar­ligt viðbrekni. Í løtuni verður kannað, um til ber at finna fígging til at lata eina headspacemiðstøð upp, sum í fyrstu atløgu verður í Tórshavn. Samstarvið um eina føroyska head­space­ miðstøð er ímillum Det Sociale Netværk og Sinnis­ bata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarð­ andi teirra. René Dif og poppbólkurin Aqua seldu í sínum bestu døgum í 90’unum meira enn 36 milliónir fløgur, so vantandi sjálvsálit og ein­ semi er nokk ikki tað, sum heimurin setur í samband við René Dif. Men hansara egnu avbjóðingar sum barn og ungur gera, at hann væl skilir tey ungu, sum hava trupult við at finna fótafesti í tilveruni. Til tey ungu, sum hava tað trupult í dag, hevur hann hesa áheitan, sum eisini er kjarnan í nýggja stak­lagnum, “Vinterbarn”: – Eg tori væl sjálvur at kalla meg størsta mynstur­ brótaran í Danmark. Men øll ung hava tað í sær. Tað er bara ein spurningur um at halda á og ikki geva tí, sum onnur halda, gætur. Tað er ringt, tá mann er ungur og ikki hevur stórt sjálvsálit, men trúgv uppá tað! Um tú kanst droyma tað, so kanst tú gera tað. At hava tamarhald á egnum lívi er ein sigur. Og mann skal ongantíð vera bangin fyri at biðja um hjálp. Tað havi eg altíð gjørt, og tað fari eg altíð at gera. Um eg byrji uppá okkurt nýtt, sum til dømis nú, har eg sum 48 ára gamal havi fingið eina kokkaútbúgving, so eri eg jú noyddur at spyrja onnur, sum hava royndir. Og tað eru tey fæstu sum siga, at tey ikki vilja hjálpa tær, sigur René Dif. Rósar framleiðaranum René Dif er sera glaður fyri samstarvið við framleiðaran Kristoffer Mørkøre, sum eigur Kris-Stuff Studio í Tórshavn. Sangurin, ”Vinter­ barn”, er skrivaður á eini ferð til Føroya í samstarvi við framleiðaran og tónleikaran, Kristoffer Mørkøre, sum René Dif bert kann bera rós. – Kristoffer er ein ótrú­ lig­ur framleiðari. Hann dug­ir framúr væl at lesa tey listafólkini, sum hann arbeiðir saman við. Hann hevur eina einastandandi tónleikafatan, og hann er tann besti at samstarva við í tí tónleikaligu tilgongdini og undir menningini av einum sangi. Kristoffer er bara sum heild ein góður tónleikari. Vit hava arbeitt saman fleiri ferðir, eg havi verið í Føroyum meira enn 10 ferðir nú. Vit arbeiða so væl saman, at tá vit skrivaðu ”Vinterbarn”, gjørdu vit líka nakrar sangir afturat, nú tá vit vóru í gongd, sum vit skjótt fara í studio at spæla inn, sigur René Dif. AQUA-STJØRNA RÓSAR FØROYSKUM FRAMLEIÐARA Kristoffur Mørkøre hevur framleitt sang við Aqua-sangaranum René Dif og Poul Nyrup Rasmussen og fær nógv rós fyri sítt arbeiði TÍÐINDI Seinasta heyst fór Ebenezer í Havn undir tað tiltak at hava kafé hvønn fríggjamorgun frá kl. 10 til 12. Her eru fólk væl­komin inn at fáa sær ein drekkamunn og eitt prát. Samstundis er eisini hugni við tónleiki og sangi við ymiskum lutttakarum. Henda kaféin er væl vitjað. Seinasta fríggjadag var tað Andrew Thomsen úr Por­keri, sum spældi klaver. Tað serliga við honum er, at hann er 92 ára gamal, og at tað ikki merkist aldur á honum. Andrew hevur altíð spælt. Tað var orgul í barna­ heiminum, og Andrew var bara 15 ár gamal, tá ið hann fyrstu ferð spældi í sam­ komuhøpi. Tað hevur verið hansara leiklutur størsta parti av hansara lívi og er tað enn. Hendan dagin var hann í Havn og vitjaði dóttrina, og hesum fingu kafégestirnir eisini gleði av. Kafé í Ebenezer: 92 ára gamal klaverspælari Maria á Lakjuni og Kular Røtur á festival Maria á Lakjuni og bólk­ urin Kular Røtur fara at fram­føra í Silvalandi á Summar Festivalinum í august. Fuglfjarðagentan Maria á Lakjuni hevur givið tónleik út, sum hevur verið nógv at hoyrt, og hon hevur eisini framført víðahvar sein­astu árini. Hon fer at syngja sínar kendu sangir fyri gestunum í Silvalandi. Kular Røtur hava síðani aldarsskiftið givið føroysk­ um børnum og familjum frá­líkar barnasangir á før­oyskum máli. Rakul Ró, Beinir og hini í bólk­in­ um fara á Summar Festi­ valinum at spæla teir góðu, gomlu og nýggjari sangir hjá Kulum Rótum. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august. René Dif og Poul Nyrup Rasmussen hava tikið stig til nýggja sangin, sum Kristoffur Mørkøre hevur framleitt