Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Við uttanríkispolitisku lóg­ ini hava Føroyar av­mark­að rættindi at gera al­tjóða­rætt­ ar­lig­ar av­tal­ur. Men lógin hev­ur frá fyrsta degi verið ein spenni­troyggja, sum forð­ar fyri, at vit fáa útint okk­ara uttanríkispolitisku ætl­an eftir egnum tørvi. Vit eru tí á einum utt­an­rík­is­pol­ it­isk­um vegamóti við fleiri av­bjóðingum. • Við uttanríkispolitisku lóg­ini kom sonevnda DFG-skip­an­in. Skipanin fløkir Dan­mark, Føroyar og Grøn­land saman og noyðir Før­oy­ar og Grønland at stíga fram á altjóða pallin sam­an. • Sostatt kunnu Føroyar ikki sjálvstøðugt røkja og fremja síni fiski­ veiðu­áhuga­mál í økisfelagsskap­um í Norðuratlantshavi. Sum kunnigt hava Føroyar og Grøn­land ikki altíð somu áhuga­mál – ofta eru okk­ ara áhuga­mál beint øv­ugt av grønlendskum. • At Føroyar ikki eru lim­ir í ES, ber harafturat í sær, at Føroyar og Dan­mark viðhvørt hava mót­stríð­ andi áhugamál. • Uttanríkispolitiska lógin let­ur upp fyri, at Føroyar fáa limaskap í ávísum al­tjóða felagsskapum og gerast sjálvstøðugur part­ur av altjóða avtalum. Men lóg­in forðar kortini fyri, at Føroyar sjálvstøðugt sleppa uppí avtalur og fe­lags­skapir, har Danmark longu er. • Tí sleppa vit til dømis ikki uppí EBS-samstarvið ella heims­handilsfelagsskapin WTO. Lógin hevur ikki tænt sín­ um endamáli, tí danskir mynd­ug­leikar hava tulkað hana óbrúki­liga strangt í mun til okk­ara vónir. Á teimum avmarkaðu økj­um, uttanríkispolitiska lóg­in heimilar okkum sjálv­ræði, er tað ikki undir okk­ara egna navni, men undir marg­hátt­liga heitinum Kongeriget Dan­mark for såvidt angår Fær­øer­ne. Tí ber heilt einfalt ikki til hjá okkum sjálvstøðugt at røkja og fremja føroysk áhuga­mál í altjóða sam­fe­ lag­num. Á jøvnum føti mugu dansk­ir og føroyskir mynd­ ug­leikar tí fara undir eitt muna­gott orða­skifti um okk­ara utt­an­rík­is­politisku av­bjóð­ing­ar. Men fyri at tryggja eitt fram­skygt orða­ skifti, má danska stjórnin sleppa síni av­mark­að­andi og pol­it­isku grund­lóg­ar­tulking. Ser­liga tá danska stjórnin tví­held­ur um, at grundlógin ikki loyv­ir einum sjálv­støð­ ug­um før­oysk­um utt­an­ rík­is­poli­tikki, tí ríkisins vegna virk­ar kong­ ur í mill­um­tjóða­við­ ur­skift­um. Grein 19 í donsku grund­ lóg­ini heimilar kongi, seinni tulkað sum stjórnin, at virka ríkisins vegna í mill­um­tjóða­viðurskiftum. Danska stjórn­in heldur tí fast um, at grund­lógin eftir øllum at døma ikki loyvir einum parti av rík­inum sjálvstøðugt at virka egna vegna. Henda fyriskipan er kort­ ini eingin forðing fyri, at Før­oy­ar sum partur av rík­ in­um kunnu virka í egn­um utt­an­rík­is­pol­it­isk­um við­ ur­skift­um. Danska stjórn­in fær utt­an­rík­is­pol­it­isku heim­ild­irnar, tí hon er betur skikk­að enn Fólkatingið at reka uttanríkispolitikk. Grein 19 í grundlógini snýr seg sostatt einans um valds­být­ið ímillum stjórn og lóg­gávu­vald í Danmark, ikki um sam­bandið ímillum donsku stjórn­ina og stjórnirnar í Før­oy­um ella Grønlandi. At ríkisvaldið nýtir grund­lógina at tekna eina óviki­liga sannleikslinju fyri, hvat Føroyar kunnu og ikki kunnu samsvarar heldur ikki við danskan grundlógarsið. Tí danska grundlógin er tulk­að og víðkað við tí fyri eyga at laga hana til, so hvørt tíð­ir broytast og samfelagið menn­ist. Tí hevur grund­ lóg­ar­tulk­ing­in hjá donsku stjórnini við­víkj­andi føroyskum utt­an­ rík­is­heimildum einki søguligt grund­ar­lag. Tíðargrein Poul Michelsen Landsstýrismaður Føroyar hava tør sjálvstøðugari u Herfyri harmaðist Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, loyvir einum sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki. ríkisvaldið endurtekur hetta uppáhald ferð eftir ferð ger tað við forsætisráðharran, men fyri at leggja lunnar undir eitt