Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein sjálvstøðugari før­oysk­ur uttan­ríkis­ politikkur er tískil ikki bara ein spurn­ ingur um løgfrøði, men sanni­liga eisini ein spurn­ing­ur um politikk. Søgan um donsku grund­lógina er í stór­an mun søg­an um eina prag­matiska pol­it­iska skipan, ið hevur verið so mikið at sær komin, at form­ ali­tetir ikki eru slopnir at forða fyri gagnligum loysn­ um og røtt­um broytingum. Innanfyri grund­lóg­ar­ innar føstu karmar sigraði parla­ment­arisman í 1901, og kong­ur misti sína ávirkan á politisku skipanina. Ikki fyrr enn 50 ár seinni varð parlamentariska meg­in­regl­ an feld inn í grundlógina. Grundlógin hevur eis­ini hýst gagnligum loysn­ um í mun til politiskar broyt­ingar í Føroyum. Við heima­stýr­is­lógini fingu Føroyar egið lóggávuvald. Fyri heima­stýr­is­lógina tvíhildu ríkisvald og rík­is­ lærd um, at eitt føroyskt lóg­gávu­vald als ikki bar til, tí grundlógin einans loyvdi ein­um lóggávuvaldi í rík­in­ um – Fólkatinginum. Eftir 1948 tvíhelt rík­is­ valdið um, at heima­stýr­is­ lógin gav Føroyum so víð­ar heimildir sum grund­lóg­in yvirhøvur loyvir. Men rembingarnar um alda­mótið 2000 elvdu enn eina­ferð til broytingar í máls­økja­být­ inum ímillum Føroyar og Dan­mark, tá yvirtøkulógin í 2005 varð samtykt. Grundlógin hevur verið karm­ur um stór fólkaræðilig og politisk framstig. Tí er tað ein andsøgn, at danska stjórn­ in nú nýtir hana at seta garð fyri fólka­ræði­liga orða­skift­inum um møgu­ leik­ar­nar fyri ein­um meira sjálv­støð­ug­um før­oysk­um utt­an­rík­is­poli­tikki. Rík­is­ vald­ið á Slotshólmi í Keyp­manna­havn nýtir grund­lóg­ina sum skálkaskjól, hvørja ferð ósemja er við før­oysk­ar mynd­ugleikar um máls­økja­býti. Í grundlógarsøguni eru bæði søgulig fordømi og løg­frøði­ligt grundarlag fyri, at tíð­arhóskandi loysnir verða funn­ar – eisini í føroyskum við­ur­skiftum. At Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heim­ ildir er tí meira ein spurn­ ingur um politikk enn um løgfrøði. Lars Løkke Rasmussen, for­sæt­is­ráðharri, harmaðist í tíð­ar­grein 23. mai um, at grund­lóg­in forðar føroyska ynsk­inum at reka egnan utt­ an­ríkispolitikk. Men við grund­ lógini í hond­ini kann danska stjórn­in gera sítt til, at før­oyskar utt­an­ríkis­heim­ild­ir verða víðk­að­ar. Tað vil danska stjórn­in bara ikki. At brúka grundlógina í einum politiskum spæli, sum køvir fólkaræðiliga orða­skift­ið, haldi eg vera bæði ósømi­ligt og harmiligt. Eg fegnist kortini um, at for­sæt­is­ráð­harrin sigur dyrn­ar standa opnar og ynsk­ir at samstarva. Tí vit eiga at fara undir eitt opið og reiðiligt orðaskifti, seta hvørj­um øðrum teir góðu spurn­ing­ar­nar og virða ym­isk­leikar hvør hjá øðrum. For­treytin er, sum í øllum týð­andi samráðingum, at vit hittast við opnum sinni sum javnbjóðis partar. Um annar parturin longu framm­an­ undan sigur, hvat úr­slitið skal verða, er eingin grund til at fara undir nakað orða­ skifti. Tá danska stjórnin velur javn­ bjóðis samstarv framum ein­oygt treiskni, kunnu vit fara undir eitt framskygt orða­ skifti um okkara utt­an­rík­is­politisku heimildir. v á og rætt til ein ttanríkispolitikk í donskum og føroyskum miðlum, at danska grundlógin ikki Í tí er einki nýtt. Sjónarmiðið nýtir ríkisvaldið ofta. Men at hvørki løgfrøðiliga haldført ella søguliga rætt. Eg eri ósamdur munagott orðaskifti, taki eg táttin upp eftir hansara fortreytum.