týsdagur 13. juni 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað er stórur spenningur undan 12.
umfari í landskappingini í fótbólti.
At kalla allir dystirnir kunnu hava
stórar avleiðingar, tá hugsað verður
um, at kappingin ikki er komin í
helvt enn. Millum annað B36 og
ÍF eru kroyst, meðan Víkingur og
NSÍ hava úr at gera við at fylgja KÍ
í oddinum.
12. umfar verður í kvøldið og
hósmorgunin verða vit væl klókari
upp á føroyskan landskappingar
fótbólt 2017.
Tað er ræðuliga
keðiligt og “unfair”
Jákup á Borg verður ikki at síggja
á síðulinjuni, tá B36 tekur ímóti
HB. Árstalsfelagið er kroyst, hóast
liðið spælir undirhaldandi fótbólt.
Fyrrverandi landsliðsspælari og
samlaði toppskjúttin í føroyskum
fótbólti hevur fingið leikbann í
tveir dystir. Tað var eftir ótrúliga
steypasigurin á HB, tá B36 seinasta
partin av dystinum spældi við
níggju móti 11, at Jákup á Borg fór
ov langt í samrøðu við Rás2.
Fótbóltssambandið tók málið
upp og kappingarnevndin kom
fram til, at Jákup á Borg skal sita
uttanfyri í tveir dystir. Tað er venj
arin als ikki samdur í.
– Eg haldi tað er ræðuliga keði
ligt og unfair. Tað keðiligt fyri
føroyskan fótbólt. Nú taka teir
bara og pilka ein venjara úr rúgv
uni og revsa hann. Sjálvt um eg fór
eitt sindur ov langt, so haldi eg at
samfelagið og føroyskur fótbóltur
missur eitt sindur av glansinum.
Ikki tí tað er glansur, at eg brúki
meg í eini samrøðu, men tú fær eitt
samfelag og fótbólt uttan lit og per
sónligheit, tí tað er ikki lov longur,
sigur Jákup á Borg.
Hann heldur at vit eru í holt við
at taka kantin úr føroyskum fót
bólti. Tey, sum kunnu geva einum
kjaki ella samrøðu lit verða revsaði.
Og tað dámar honum ikki.
– Hvussu oftani hava menn sum
Alti Gregersen og aðrir, ikki sett lit
á eina samrøðu ella kjak við at tora
at seta orð á nakað. Tað blívur for
grátt og trist uttan tað. Eg haldi
hetta er langt úti og ræðuliga un
fair, sigur Jákup á Borg, venjari hjá
B36.
Hann fær partvís stuðul frá
Sigfríð S. Clementsen, venjara hjá
HB.
– Hatta er eitt leikbann. Eitt ella
annað stað er tað ikki í ordan, sum
hann sigur. Mín trupulleiki við
hesum er, at tað er heldur tilvildar
ligt nær leikbannið fellur. Har eru
aðrar útsøgnin, sum eg ikki haldi
hava staðið aftanfyri tað sum Ják
up á Borg segði, sigur Sigfríður S.
Clementsen.
Troyttir av javnleikum
B36-HB: MIKUDAGIN KLOKKAN 18.00
Bæði Jákup á Borg og Sigfríður
S. Clementsen ætla sær at vinna
grannauppgerðina hesaferð.
– Fyri ikki at detta niður í millum
mugu vit vinna. Vit hvíla ikki í at
vit eru komnir í steypafinlauna. Vit
hungra eftir meir og vit hava mót
upp á meir, sigur Jákup á Borg.
– Hesir dystirnir eru altíð javn
ir. Vit kundu hugsað okkum at
koppa teimum hesaferð. Vit eru
troyttir av øllum javnleikunum.
Vit hava verið í einari góðari gongd
í seinastuni og klárað okkum væl.
Vit skaptu ikki nógvar møguleikar
at byrja við, men nú hava vit tvær
ferðir skotið fýra mál. Vit skaptu
eisini fleiri møguleikar móti B36,
sigur Sigfríður S. Clementsen.
Seinast B36 var á vøllinum tapti
liðið 5-3 í Gundadali fyri Víkingi.
Tað hevur venjarin hjá HB eisini
lagt til merkis.
– B36 ger nógvar persónligar
villur í tí dystinum. Tað gera teir
vanliga ikki, men tað er klárt at vit
skulu trýsta teir til at gera villur,
sigur Sigfríður S. Clementsen.
Jákup á Borg er eisini klárur yv
ir, at hansara menn gjørdu fleiri
mistøk, men hann ynskir ikki at
broyta hugburðin til framrættaðan
fótbolt.
Tá tú spælir
á l o p s f ó tb ó l t ,
so
kann
verjan koma í
trupulleikar,
men vit fara
ikki at broyta
nakað.
Málið
er at minka um
persónligu villur
nar. Eisini skulu vit
verða meiri grammir
í verjustøðu, sigur Ják
up á Borg.
Hann vil ikki leggja
størri
trýst
á
onkrar
av
ungu monnunum, sum í løtuni
eru berandi kreftir á liðnum. Á
stigatalvuni er B36 undir stóru
trýsti, men tað verður ikki dysturin
í kvøld, sum verður avgerandi.
– Vit hava framvegis fleiri spæl
arar, sum ikki eru við aftur. Eg
vóni at vit vinna, men eg kann ikki
leggja eitt ov stórt trýst á ungu
spælararnar, sum bera liðið í løtuni,
sigur Jákup á Borg.
B36 verður uttan miðverjan
Andrias Eriksen, sum ikki hevur
vant í vikuni. Hann hevur trupul
leikar við lærinum. Eli F. Nielsen
hevur framvegis leikbann, eins og
liðskiparin hjá HB, Jóhan Troest
Davidsen.
Teitur M. Gestsson, málverji hjá
H B ,
h e v u r
ikki vant síðani landsliðið var
samlað. Hann hevur verið sjúkur
og vandi ikki í gjár, men Sigfríður
S. Clementsen væntar at hann
spælir í kvøld. Um ikki, so hevur
HB ein trupulleika, tí eykamálverj
in, Mattias Lamhauge hevur fing
ið heilar fýra dystir leikbann, eftir
útvísing í 3-0 tapinum móti AB á
Argjum.
Tað verður Fróði Clementsen,
sum kemur at standa á odda fyri
B36 í kvøld.
Sosialurin tippar 2-2
Møguleikin hjá NSÍ
Tað sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Hann er argur um leikbannið upp á tveir dystir,
sum hann fekk eftir ótrúliga steypasigurin á HB. Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá
HB, heldur fyri, at tað tykist ov tilvildarligt, tá bann verða deild út til venjarar
Ikki: Andrias Eriksen (lærið,
óvist), Fróði Rasmussen (knæið,
óvist), Eli F. Nielsen (leikbann, 2
dystir)
Ivasamir: Alex Mellemgaard,
Hannes Agnarsson, Philip Lund
og Christian R. Mouritsen)
Ikki við: Arnbjørn T. Hansen
(beinskaði, ógreitt hvussu leingi)
Andras Olsen (fótskaði, ógreitt
hvussu leingi)
Ikki við: Jóhan Troest Davidsen
(2 leikbann), Ari Mohr Olsen
(fipur)
Ikki við: Sørmundur Kalsø
Ikki við: Haraldur R. Højgaard
(fótskaði, ein vika)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
EB/Streymur
KÍ
ÍF
ÍTRÓTTUR
Upptakt: 12. umfar
LEIKBANNIÐ
ER “UNFAIR”