týsdagur 13. juni 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NSÍ-KÍ: MIKUD. KLOKKAN 18.00
Tað eru fimm stig millum NSÍ og KÍ,
sum er oddalið í landskappingini.
Tá liðini hittust seinast var í seinnu
hálvfinaluni í steypakappingini. Tá
vann NSÍ geitt 3-0, men støddin á
sigrinum kann snýta eitt sindur, tí
KÍ elti mál fyri at koma í finaluna.
Í kvøld kann KÍ í nógv størri
mun brúka ein javnleik. Tí verður
hetta væntandi ein heilt øðrvísi
dystur, har tað kanska í størri
mun er NSÍ, sum skal hava sigurin.
Runavíkingar eru í eini góðari
gongd, men tað enn langt upp til KÍ.
Hetta er einasti møguleikin NSÍ fær
at vinna á KÍ við Løkin. Tá liðinni
hittast aftur verður tað í Klaksvík
í 27. umfari.
KÍ hevur at kalla alt fólkið
tøkt til dystin. Sørmundur Kalsø
er framvegis uttanfyri, meðan
runavíkingar
bara
eru
uttan
Harald Højgaard, sum ikki hevur
spælt nakran stóran leiklut á besta
liðnum í ár.
Við 3-0 sigrinum og stigatalvuni
í huga hevur NSÍ størri áhuga í at
vinna dystin, men KÍ hevur fleiri
ferðir klárað frísak á útivølli í
landskappingini.
Sosialurin tippar 1-1
07 Vestur – ÍF
07 VESTUR-ÍF: MIKUD. KL. 18.00
Hetta kann blíva dómadagurin hjá
Fuglfirðingum. Teir liggja aftast
við seks stigum. 07 Vestur hevur
átta stig á næstaftasta plássi og er á
heimavølli. 07 Vestur hevur meldað
allar sínar spælarar tøkar til dystin.
Teirra millum Petter Bjørlund og
Ken Fagerberg, sum báðir hava
stóran týdning fyri heimaliðið.
ÍF roynir í hesum døgum nýggj
ar áleyparar, men teir kunnu einki
gera til hetta vikuskiftið, tí flyting
arvindeygað er latið aftur.
Í ringasta falli, so kann ÍF standa
eftir við eini uppgáva, sum fá lið
hava klárað at arbeitt seg úr. Vinnur
07 Vestur og Skála fær minst eitt
stig í heimadystinum móti TB/FCS/
Royn – teir hava ikki tapa á Skála í
ár – so verður minst fýra stig upp
til niðurflytingarstrikuna. Tað ljóð
ar ikki av nógvum, men bæði 07
Vestur og Skála síggja út sum lið,
ið kunnu fara at fáa fleiri stig í ár.
07 Vestur við Ken Fagerberg á
liðnum er favorittur
Sosialurin tippar 3-1
Skála aftur á Skála
SKÁLA-TB/FCS/ROYN:
MIKUDAGIN KLOKKAN 18.00
So hevur Skála aftur heimavøll á
Skála. Roydardysturin á Tórsvølli
bleiv eitt lítið sjálvmál, tá hugsað
verður um, at Skála ongan annan
heimadyst hevur tapt. Hinvegin
verður sagt av Skála at dysturin á
øllum øðrum økjum hevur verið
eitt framstig. Millum annað siga
meldingar, at áskoðaratalið var
høgt, og at felagið fekk væl burtur
úr dystinum.
Nú fáa teir vitjan av TB/FSC/
Royn, sum aftur er á vinnarakós
eftir frálíka stórsigurin á ÍF í
Fuglafirði. Skála er endað í niður
flytingarstríðnum, meðan TB/FSC/
Royn hevur lagt seg millum grann
arnar í Gundadali, sum ikki hava
síni bestu kappingarár.
Hetta dysturin líkist nógv einum
javnleiki, men millum allar javnleik
irnar í Effo-deildini í ár, so hevur
TB/FSC/Royn ikki verið partur av
nøkrum av teimum. Skal eina ferð
verða fyrstu ferð, ella?
Sosialurin tippar 1-1
Seinast vann Víkingur stórt
NSÍ-ÍF: MIKUDAGIN KLOKKAN 19.00
Víkingur liggur í sínum stilla sinni
á øðrum plássi. Liðið hevur dystir,
har teir vísa FM-form, meðan teir
aðrar dystir ikki heilt eru við. Ein
FM-avrikunum hjá Víkingi var á
útivølli móti EB/Streymi fyrr í ár,
tá liðið vann 5-1.
Tí verður torført at koma utt
anum favoritt leiklutin hjá Víkingi.
Tó er vert at hava í huga, at Atli
Gregersen, Fróði Benjaminsen og
Sølvi Vatnhamar allir spældu fulla
dyst móti Sveis fríggjakvøldið.
EB/Streymur knúgvaði HB í
Streymnesi og kláraði frísak móti
B36 í málleysum javnleiki, men við
3-0 ósigrinum fyri NSÍ í huga, so er
Víkingur favorittur.
Sosialurin tippar 0-2
ÍF
TB/FSC/ROYN
SKÁLA
Ikki við: Poul N. Mikkelsen
(knæið, møguliga tøkur til
seinnu hálvu)
Ikki við: Ólavur Mikkelsen
(Knæskaði, ógreitt hvussu
leingi), Jan Ingason Hansen
(Brotið fótin, 6 vikur)
Ikki við: Salmundur Bech
(knæið, óvist)
07 VESTUR
VÍKINGUR
ÍTRÓTTUR
Atli Gregersen (1 dystur,
4 gul), Hans Jørgen
Djurhuus (1. dystur, 4 gul)
Ivasamur: Fróði
Benjaminsen
Allir mans tøkir