Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Mánadagin vitjaði danski uttanríkisráð­ harrin í Føroyum. Anders Samuelsen var komin á árligan fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum og uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Vitjanin í Føroyum endaði við einari máltíð á matstovuni RÆST í Havn, har danski uttanríkisráðharrin slapp at royna ymiskan føroyskan mat. Á sínum Facebook-vanga rósar hann matinum, hann slapp at royna. – Mín vitjan í Føroyum endaði við endaði við einum ógloymandi døgurða í húsunum, har kenda Barbara búði, og har ein lítil køkur er í miðdeplinum. Dugnaligi kokkurin gjørdi traditionellar rættir so sum tur-ran fisk og grind. Hann fær 6 stjørnur frá mær, skrivar Anders Samuel-sen. Uttanríkisráðharrin hevur lagt fleiri myndir av rættunum, hann fekk. Seks stjørnur til føroyskan mat UTTANRÍKISRÁÐHARRIN: Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lívið tveitur teg av kós Sveinur Tróndarson Síða 14-15 Ber til at fyribyrgja skilnaði Jógvan Zachariassen Síða 12-13 Forvirringin er fullkomin Tað má sigast at vera nakað forvirrisligt at finna útav, júst hvat hesin vegurin so skal brúkast til. Tá kvinnurenningin var kundi man hvørki snara til vinstru – sum man ongantíð sleppur – ella til høgru. Men heldur enn at koyra eitt skelti upp, sum bannaði allari ferðslu, so valdi man heldur at gera skelti, sum forðar fyri teimum báðum møguleikunum, sum eru. Tað hevði nú verið lættari at skeltað: “Eingin ferðsla loyvd” Øll hús eiga at hava roykvarnarar Fyri eini viku síðani sóu vit, hvussu skjótt stór virði kunnu oyðast, tá Varðin Pelagic á Tvøroyri fór upp í royk. Og aftur mikudagin fekk allur heimurin eina ávaring um, hvussu galið tað kann ganga, tá illa vil til. Stóri eldurin í Grenfield Tower í London er ein sorgarsøga, og eftir nógvum at døma eisini ein byggigøla, sum hevur fingið fatalar avleiðingar. Enn er ógreitt, hvussu nógv fólk doyðu, men tey eru nógv, og myndugleikarnir rokna við at finna fleiri deyð fólk í leivdunum, so hvørt tey koma longur upp í bygningin. Tíbetur fekk eingin skaða í stóreldinum á Tvøroyri, tó at sera stór virði eru farin fyri skeyti, og nógv fólk eru vorðin arbeiðsleys. Hendingin á Tvøroyri fer heilt víst at seta ein nýggjan standard fyri brunatrygd í bygninginum, um roykvarnarar og um tilbúgving í Føroyum. Tað hevur allar størstan týdning, at fólk verða ávarað, tá eldur er um at koma í. Tí er geniala uppfinnilsið, roykvarnarin, eitt tól, sum sjálvandi skal vera í øllum húsum og hølum, har fólk eru. – Øll hús í Føroyum eiga at hava fleiri slíkar. Hann kostar ikki meira enn einar 50 krónur, og kann gera nyttu fyri fleiri milliónir – og mest av øllum, so bjargar hann mannalívum. Eitt stórt virki við hundraðtals starvsfólkum og nógvum vandamiklum evnum eigur sjálvandi eisini at hava allar bestu og tøkniliga fremstu ávaringarútgerð. Okkurt bendir á, at so hevur ikki verið á Tvøroyri. Hví so er vita vit ikki. Brunatrygd er myndugleikakrøv, og bygningurin á Tvøroyri er góðkendur av brunamyndugleikunum á staðnum. So tað hevur helst alt verið eftir bókini, hóast tað ikki hevur verið nóg mikið. Men tíðindni um, at eingin sjálvvirkandi ávaringarskipan var í bygninginum, ljóða ørkymlandi. Tað skilst eisini, at brunaumsjónin av landsmyndugleikunum ikki hevur havt hægstu raðfesting seinastu árini, og tað er sera órógvandi, at landsins myndugleikar ikki altíð hava fult fokus á trygdini. Nógv húsarhald eru bjargað av hesum lítla roykvarnaranum. Stóra nyttu ger hann, tá hann ávarar okkum um, at nú er við at enda galið. Tá eldurin hevur fingið fastatøkur, er ov seint. Ert tú ein av teimum, sum ikki hevur roykvarnarar í húsinum, so fær alt fyri eitt og keyp tær nakrar! 16. JUNI 2017