hósdagur 15. juni 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
3
LAND Í EYGSJÓN:
HEJA SVERIGE!
23.–29. SEPTEMBER
SCENER UR ETT ÄKTENSKAP
Tey hava verið gift í 10 ár. Tvey børn, summarhús og
sunnudagsdøgurða. Tey hava verið gift í 20 ár. Tey hava
verið gift í 30 ár. Seks sjónleikarar. Seks tættir úr einum
hjúnabandi. Og dreymurin úr lívlangan kærleika.
Fríggjadagin 29. og leygardagin 30. september kl 19.30
PAPPER – EN ORDLÖS SAGA OM LIVET
Ein undurfullur barnaleikur, sum tekur støði í hugflogi
barnanna. Úr pappíri skapast sveimandi fuglar, flákrandi
firvaldar, ein hábærslig skjaldbøka og óteljandi aðrar verur.
Pappírið verður rukkað, boygt, snúrað og skrætt, og verurnar
umskapast, hvørva og koma aftur til lívs. Hóskandi fyri øll úr
4 árum og uppeftir.
Mikudagin 27. september kl 17.00
SVENSKUR JAZZUR OG POPPUR
Konsert við VOICE & CELLO Katarina & Svante Henryson
og Svante Henryson kvartett.
Sunnudagin 24. September kl 16.00
RYDH/SÖRENSEN
Rydh/Sörensen arbeiða við at skapa fyribils, staðkend verk í
náttúruni. Eitt projekt, tey kalla Environmental Ephemerals.
Tað at skapa nakað, sum er stokkut og fyribils, letur upp fyri
eini serligari sjarmu og fyri heimspekiligum møguleikum.
23. september – 5. november
FSO VIÐ SVANTE HENRYSON
Føroya Symfoniorkestur spælir svenskan tónleik eftir Tarrodi,
Henryson og Berwald. Svante Henryson er solistur.
Leygardagin 23. september kl 19.30
Fullfíggjað skrá fyri Land í eygsjón: Heja Sverige!
verður kunngjørd á www.nlh.fo
Svenskt síðsummar í
Norðurlandahúsinum
Fröken Elvis
„Kongurin livir á svenskum“ DN
Ein viðurkend framførsla: Elvis sangir í nýggjari útseting,
umsettir til svenskt. Ein skemtilig og fjálg, men eisini
álvarsom framførsla við nógvum tónleiki og kærleika.
Leygardagin 19. august kl 19.30
Fröken Elvis
Scener ur ett äktenskap
Papper
Rydh/Sörensen
Katarina & Svante Henryson