hósdagur 15. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
4
MANGT OG HVAT
Seinast í mai mánaði fór Sigrun
Wardum frá sum nevndarforkvinna
í Javna. Javni er felag hjá fólki við
menningartarni.
Tá Sigrun Wardum fór frá hevði hon
sitið sum forkvinna í sjey ár. Hon sigur,
at í einum starvi sum at verða forkvinna
í Javna, skal ein hava gott tol.
– Nógv av tí, sum nú er komið, eru
viðurskiftir, sum vit hava arbeitt við í
nógv ár. Tað tekur ofta langa tíð at fáa
nakað ígjøgnum. Tí krevur tað, at mann
er áhaldandi, sigur Sigrun Wardum.
Hon sigur, at hon fór uppí arbeiðið tí
tað hevur ligið henni á hjarta at arbeiða
á hesum øki, tí hon eigur ein son við
menningartarni. Hesi árini, ið hon hevur
sitið sum forkvinna hava verið gevandi
og tað hevur verið nógv frambrot.
Serliga tekur hon tvey framstig sum
dømi
– Tað er komið gongd á íbúðarbygg
ing til fólk við meningartarni og eisini
miðnámsskúlaútbúgvingar. Tað síggi eg
sum nakað stórt, sigur Sigrun Wardum.
Hon sigur tó víðari, at hóast tað er
gott, at fólk við menningartarni fáa
íbúðir at búgva í, so harmast hon um,
at tað sær út sum tey ætla at byggja
stór hús, har nógv fólk koma at búgva
saman. Sambært gransking, sum hevur
við trivnað at gera, er ikki skilagott at
samla nógv fólk við fráviki frá tí sum
vanliga verður sæð sum normalt á sama
stað.
– Tað, at tey byggja stórt ger, at tað
verða ov nógv fólk saman og tað kann
ganga út yvir trivnaðin. Tað skulu helst
ikki verða meir enn millum fýra og seks
fólk saman. Í tí sum gongur fyri seg nú
eru tó onnur viðurskiftir tikin framum,
sigur Sigrun Wardum.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Aftaná úrslitini í kvøld,
kundi 3-2 sendingin broyt navn
til 2-2
40% av ljósmøðr
unum hava verið
sjúkrameldaðar síðani
mai og juni. Mikudagin
var Ljósmøðrafelagið
dømt at viðurkenna
óheimilað stríðsstig
orsaka av nøkrum
stutttíðarsjúkrameld
ingum á føðideildini.
Eitt háhús í London
festi í ógvusligan eld,
og tað hevur kostað
fleiri fólkum lívið.
Enn veit løgreglan
ikki, hvussu nógv
eru deyð, men mett
verður, at tey verða
nógv, tá ið avtornar.
Stór ósemja stendist av
umbønini hjá Glasum
um at fáa tøknibreyt.
Landsstýrið sigur nei –
partvíst orsaka av, at
slík breyt er í Klaksvík.
Nýggju orðini fyri
kynsgøgn eru “pitta”
og “pittur”. Tað sæst
í faldara, sum øll
smábørn í Tórshavnar
Kommunu hava fingið.
Týsmorgun vórðu fleiri
fólk skotin í tokstøð
í Munchen, og sama
dag rendi ein stolin
lastbilur inn í fleiri
bilar í Stockholm.
»Eldur«
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk búgva í
Tórshavnar
Kommunu
21.000
Eldsbrunin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri
hevur ivaleyst verið millum heitastu
evnunum í samfelagnum farnu vikuna.
Um orðið sigur Sprotin millum annað:
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Skuldi keypa gjøgnumskygdar
posar í dag, men eg fann teir
ikki ...
Lot til andøvsgul av vestri og
útnyrðingi, 2-7 m/s, sum seinna
partin snarar í ein sunnan. Tað
verður turt og nakað av sól, og
hitin millum 10 og 12 stig. Um
náttina veksur hann vindin til
gul til stívt andøvsgul 5-10 m/s
av útsynningi, í støðum upp í
13 m/s. Tað verður skíggjað og
um kvøldið regn av útsynningi,
hitin millum 8-10 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av
útsynningi, 8-13 m/s. Tíðliga upp
á dagin verður skíggjað og regn,
men annars klárnar og nakað av
sól kann væntast, og einstøk æl.
Hitin um dagin millum 10-13 stig,
og um náttina millum 8-10 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av
útsynningi, 8-13 m/s, sum
seinni minkar og verður til
gul til stívt andøvsgul, 5-10
m/s. Tað verður nakað av sól
og einstøk æl. Hitin um dagin
verður millum 10 og 12 stig, um
náttina millum 7 og 10 stig.
2-7 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s
Krevur gott
tol at arbeiða
fyri eini sak
Visti tú?
At danskar
standmyndir fýra
ferðir eru undirdíktar
í máling seinastu
tíðina?
eldur1-s -ar k6
1 logi, brenna 1, (elds)bruni, brimi, eldslogi, avbrandaður
eldur; bráður eldur stórur eldur; makur eldur lítil eldur; sita
við eldin; hava e-t standandi úti á eldinum; taka eld festa í;
tað er. sum tað tekur eld, so blankt (um nýblankað kopar),
gera eld kyka; eldur er í tað logar (1) el. brennur 2(1); kóka í
eldin kóka yvir; (flutt m.) nú kókar í eldin (um e-n ið sigur
ov nógv, leggur óspurdur uppí); (tilt.) lokið er hálvur eldurin
(grýta kókar skjótari við loki á); (bíbl.) hin ævigi eldurin (í
helviti); tað er við at taka eld (er bjart, skínandi); vera sum
ein eldur (snarsintur); tíðindini fóru sum eldur um bygdina
(ógvuliga skjótt); hann fór sum eftir eldi (skundisliga); vera
í eldi og løgi av e-m (illa staddur); alt var sum í einum eldi (í
ruðuleika); eldur er í teirra millum (ósemja); seta eld á (e-t)
festa í (e-t); tá var eldur í koluni el. í skálanum el. tá var alt
sum í einum eldi tá var ikki gamansleikur