Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017 SOSIALURIN 69 5 ELDURIN Á TVØROYRI Serfrøðingur - Tað er heppið, at hol fór á ammoniak­tangarnar. Gjørdi tað ikki tað, so hevði tað kunnað elvt til stóra eksplosión, sum ein illa kann ímynda sær vavið av, sigur Bjørn Schmidt, specialkonsulent á danska Kemikalieberedskaben. – TAÐ KUNDI VERIÐ NÓGV VERRI BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO T á ið eldur kom í Varðan Pelagic fríggjamorgun, var trupult at meta um, hvussu stórur skaði kundi standast av ógvusligu flamm­unum. Tað var skjótt, at almenningurin fekk ávar­ing­ar um, at ammoniak var í luft­ini. Men tað, sum tey fægstu helst vistu tá var, at tað var í veru­leikanum hepni í tí óhepna. Hetta tí, at lak ammoniaki ikki úr tang­unum, so hevði tað kunnað eks­plod­erað. Og gjørdi tað tað, so var óalmindeliga illa statt á Tvør­ oyri. – Um haldararnir við ammoniak ikki høvdu likið, so høvdu teir kunna eksploderað. Hetta tí, at blíva slíkir tangar hitaðir upp­ um kókipunktið, so høvdu teir kunna skrædað og tá hevði gassið í haldarunum beinan vegin eks­ plod­er­að. Tað er tað, sum vit kalla “bleve”, sigur Bjørn Schmidt. Hann vísir á, at á Youtube ber til at síggja fleiri brot sum vísa, hvat hend­ir, tá ið “bleve” kemur fyri. Tað er ein ógvuslig eksplosión. Á heimasíðuni hjá be­red­skabs­ sty­rel­sen stendur skrivað um “ble­ ve”. – Bleve merkir Boiling Liquid Ex­panding Vapor Explosion. Tað er ein trýstspreinging av ein­um afturlatnum haldara, har í ein væta er upphitinað til tem­pe­ra­ tur langt omanfyri kóki­punkt­ið hjá vætuni undir van­lig­um at­ mosfæriskum trýstið. Allar væt­ ur, sum eru hitaðar væl om­an­fyri sítt kókipunkt, kunnu geva trýst­ spreing­ingar í einum haldara. Ein ser­stakur vandi er, um vætan í hald­aranum er brandfarlig, tá ið gass­ið frá hesum kann endað við at kveikja í eldurkúlur, skriv­ar Be­ red­skabs­styrelsen á heimasíðuni. – Vanliga hava vit sum meg­in­ reglu, at er vandi fyri “bleve”, so halda vit 1000 metrar avstand, sig­ ur Bjørn Schmidt og vísir á, at or­ søk­in er, at ein slík eksplosión kann leggja tað rundan um seg í oyði.       Her er eitt dømi upp á ein miðal tanga, sum fer í gjøgnum “bleve” og eksploderar. Her sæst, hvussu ógvusligt tað kann blíva, um haldarin heldur stand og at enda fer upp um kókipunktið og skrædnar.