hósdagur 15. juni 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
6
SAMRØÐA
SKAL UPPLIVA
ALT MILLUM
HIMMAL OG JØRÐ
– Vit taka ikki altíð serlig atlit til, at hann ikki sær so væl, tí
vit ynskja, at hann skal sleppa at uppliva alt millum himmal
og jørð, meðan hann enn kann. So vit hava verið á skíferiu í
Eysturríki, súkkluferiu á Bornholm og hava fleiri ferðir gingið
upp á Slættaratind við honum. Tað sigur Súsanna Eliassen,
mamma at Gutta Eliassen, ið hevur sjáldsomu diagnosuna Bardet-
Biedl, ið førir við sær, at hann fyrr ella seinni verður blindur
HALLUR AV RANA
A
lt gekk sum tað skuldi.
Súsanna Eliassen lá
og hvíldi seg í songini
í føðistovuni og hevði
júst fingið nýføðingin í favn. Hetta
var seinni sonurin hjá henni og
manninum Jákup Petur Eliassen,
og kundi hon gleðast yvir, at
alt spældi væl av, tó at Gutti, ið
var navnið nýføðingurin fekk,
við sínum 5180 grammum og 60
sentimetrum var nakað størri enn
flestu nýføðingar.
Friður hvíldi hesa løtuna inni
í føðistovuni og við hennara lið
stóð maður hennara og eygleiddi
nýggjasta limin í teirra lítlu familju,
meðan starvsfólkini tókust við
sítt. Súsanna Eliassen varnaðist,
at maðurin var upptikin í høgru
hondini hjá nýføðinginum.
– Eg legði merki til, at hann
taldi spakuliga, meðan hann rørdi
við fingrarnar hjá Gutta. So mest
sum í spølni spurdi eg hann, um tað
ikki vóru fimm fingrar har, minnist
Súsanna Eliassen aftur á.
Svarið frá manninum kom tískil
heilt óvart á hana.
– Nei, har eru faktiskt seks
fingrar, var stutta svarið frá Jákup
Petur Eliassen.
Einki óvanligt
Hóast hvørki Súsanna Eliassen ella
ljósmóðurin, ið hevði hjálpt til við
at bera barnið í heim, høvdu lagt
merki til tann sætta fingurin, so
skapti avdúkingini hvørki nakra
stúran ella ótta í føðistovuni
hendan dagin. Tað er nevniliga ikki
so óvanligt, at børn verða fødd við
einum fingri ella einari tá ov nógv.
– Hondin hjá Gutta var eisini
so vøkur skapt. Um man ikki taldi
eftir, so legði man ikki merki til
eyka fingurin. Tað var slett ikki
soleiðis, at fingurin sá vanskaptur
út ella ikki hoyrdi heima har. Man
mátti telja eftir fyri at síggja hann,
tí hondin sá púra vanlig út, sigur
Súsanna Eliassen.
Tann sætti fingurin, ið var utt
ast á høgru hond við síðuna av
lítla fingur, bleiv seinni skorin
burtur uttan nakrar trupulleikar,
og at alt tykist at vera sum tað átti.
Gutti treivst væl, og familjan bleiv
send heim uttan nakrar serligar
vegleiðingar um at halda eyga við
nýføðinginum.
Fekk ikki nokk
Skjótt fingu Súsanna og Jákup
Petur Eliassen illgruna um, at
alt ikki var sum tað átti, tí menn
ingini hjá Gutta tyktist at vera so
nógv øðrvísi enn tann hjá eldra
beiggjanum, ið var føddur hálvt
triðja ár frammanundan.
– Hann var bara nakrar heilt fáar
vikur gamal, tá vit søgdu við hvønn
annan, at vit blivu ikki kløkk, um
har var okkurt øðrvísi við honum.
Øll børn mennast ikki á sama hátt,
og tí ber ikki heilt til at samanbera
børn, men vit løgdu merki til, at har
var okkurt, ið var grundleggjandi
øðrvísi við menningini hjá Gutta.
Hesi lítlu ljóðini, ið nýføðingar
mangan gera, tey gjørdi hann t.d.
slett ikki og so slevaði hann eisini
illa, sigur Súsanna Eliassen um
fyrstu vikurnar hjá næstelsta son
inum.
Men tað var serliga, tá Súsanna
Eliassen skuldi geva bróst, at upp
livingin var heilt øðrvísi enn frá
fyrra soninum.
– Tað virkaði fyri okkum, sum
hann ikki visti, nær hann var
mettur. Hann helt bara á at súgva.
Og um vit tóku hann burturfrá, tá
ið vit mettu, at hann hevði fingið
nokk av mjólk, so byrjaði hann at
gráta. Endin var eisini tann, at eg
bleiv innløgd, tí eg fekk bruna í
bróstini, greiðir Súsanna Eliassen
frá, og leggur afturat.
– Maðurin mátti tískil vera
heima við Gutta og gav honum
fløsku, og tað gjørdist eisini ein
varandi loysn, tí hitt bar ikki til.
So fyrsta tíðin við Gutta var nokk
so buldraslig, men vit høvdu ikki
fingið staðfest, at nakað var á vási
við honum.
Arvaligt
Tá ið Gutti fór í vøggustovu, varn
aðust eisini starvsfólkini har, at
okkurt tykist at vera øðrvísi við