hósdagur 15. juni 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
7
lítla smádronginum, og avgjørt
varð, at Gutti framyvir skuldi fáa
ein stuðul knýttan at sær, so leingi
tørvur var á tí.
Øðrvísi atburðurin hjá sonin
um gjørdi, at hjúnið skjótt byrj
aði at leita á alnetinum eftir
upplýsingum um møguleikar
sjúkur, ið kundu hava samband
við, at Gutti varð føddur við seks
fingrum, men hóast bæði tey og
heilsumyndugleikarnir gjørdu
sítt besta at finna svarið til hvat
mundi vera á vási, so skuldi tað
ganga fleiri ár áðrenn foreldrini
fingu eitt endaligt svar.
– Tá ið Gutti var fimm ára gamal
fóru vit til Danmarkar til nærri
kanningar. Har fingu eg, maður mín
og Gutti framdar ílegukanningar,
og vístu tær, at bæði eg og maðurin
eru berarar av eini arvaligari sjúku,
ið var orsøkin til støðuna hjá Gutta,
greiðir Súsanna Eliassen frá.
Eitt eyðkenni við sjúkuni er, at
børn við henni kunnu verða fødd
við fleiri fingrum ella tær. At tann
eyka fingurin á lítla nýføðinginum
goymdi á eitt slíkt loyndarmál
hevði Súsanna Eliassen ongan
varhuga av, tá hon lá á føðideildini.
– Tá ið eg lá á føðistovuni fall tað
mær als ikki í huga, at vælskapta
og vakra hondin hjá Gutta var eitt
tekin um, at hann hevði eina serliga
sjúku. Tað var óhugsandi, sigur
Súsanna Eliassen.
Bardet–Biedl
Talan var um ílegusjúkuna Bardet-
Biedl, ið Gutti fekk staðfest fyri
góðum seks árum síðan. Tá ið tað
bleiv greitt hvat talan var um, fingu
foreldrini loksins svar upp á fleiri
spurningar.
– Millum annað er eitt av eyð
kennunum, at fólk við Bardet-Biedl
ikki merkja nær tey eru mett. Tí
kunnu tey bara halda á við at eta.
Tað er tað, ið hendi við Gutta, tá eg
gav honum bróst sum nýføðingur.
Hann fekk aldrin hasa kensluna av,
at hann var mettur, sigur Súsanna
Eliassen.
Manglandi kenslan av at vera
mettur er eisini orsøkin til, at fólk
við Bardet-Biedl syndrominum
stríðast við yvirvekt. Kanningar
hava víst, at miðal-BMI hjá fólkum
við syndrominum er 31,5 hjá
konufólki og 36,6 hjá mannfólki.
Støðan versnar eisini av, at mong
teirra hava vánaliga sjón, og hava
tí torført við at fylgja ráðunum um
at røra seg meira,
Í dag er Gutti ellivu ára gamal,
og er tað vorðin ein fastur táttur í
degnum hjá foreldrunum at halda
eyga við hvat og hvussu nógv miðl
ingurin etur.
– Tað at hann hevur lætt við
at taka upp á og aldrin følir set
mettan, kann føra við sær, at hann
skjótt kann gerast ov tungur. So
faktiskt hevur hann alt sítt lív
liva eftir einari kostætlan, har
vit hava verið noydd at sagt frá,
tá ið hann hevur fingið nokk at
eta. Tað hevur virkað, tí í dag vigar
hann sum aðrir dreingir á hansara
aldri, sigur Súsanna Eliassen.
Talan er um eina sera sjáldsama
sjúku. Í Danmark verður mett, at
tað er ein persónur fyri hvønn
125.000 persón, ið hevur sjúkuna.
Um títtleikin var tann sami í Før
oyum, so hevði Gutti verið einastu
føroyingur við sjúkuni, men við
so mongum øðrum arvaligum
sjúkum, so er títtleikin munandi
størri í Føroyum enn aðrastaðni í
kongaríkinum, og kenna Súsanna
og Jákup Petur Eliassen til fýra
aðrar føroyingar, ið hava fingið
staðfest Bardet-Biedl.
Niðursetta føling
Eitt annað eyðkenni við Bardet-
Biedl er, at fólk við syndrominum
hava niðursettan følisans í øll
um likaminum. Hjá Gutta er føli
➥
Tað er ein
ordans
avbjóðing
hjá honum at
koma niðan á
Slættaratind og
vit eru vanliga
ikki tey fyrstu
upp, men vit
taka ta tíð, ið
tað tekur, og
koma niðan
hvørja ferð «
– Tá ið eg lá á føðistovuni fall
tað mær als ikki í huga, at
vælskapta og vakra hondin
hjá Gutta var eitt tekin um,
at hann hevði eina serliga
sjúku. Tað var óhugsandi
Myndir: Álvur Haraldsen