Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. juli 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hava sjálvir skyldina av vánaligu støðuni DIA MIDJORD Ringir tú á telefonsvararan hjá Anniku Olsen ella Dánjal Petur Højgaard, so fært tú at vita, at læknin er í summarfrí. Og tíverri fyri okkum í høvuðsstaðnum, so fara nærum allir kommunu- læknarnir í feriu í senn. Eitt skifti í hesum mán- aðinum vóru bert tveir av teimum átta kommunu- læknunum at hitta. Og var tað ringt at fáa fatur í lækna, so var støðan so mikið nógv verri hjá hesum báðum, ið stríddust bæði dag og nátt. Sjálvgjørt Maria á Dul, starvsfólka- leiðari í Almanna og Heilsu- málastýrinum, sigur, at kommunulæknarnir mugu taka í egnan barm, nú nakrir teirra hava úr at gera. – Allir kommunulæknar í Føroyum fingu eitt skriv í januar, har teir skuldu frá- boða, nær teir fóru í feriu, og um teir skuldu hava av- loysara, sigur Maria á Dul. – Onkur teirra var ov seinur á sjóvarfallinum, so vit fingu einki svar fyrr enn ov seint varð. Hetta er tí at avloysararnir søkja fleiri staðni. Kortini eydnaðist at fáa avloysara til tveir av kommunulæknunum, sigur Maria á Dul. Hon sigur víðari, at tað er torført at fáa avloysarar fyri allar kommunulækn- arnar. Og tá Almanna og Heilsumálastýrið raðfestir avloysarar, so verður fyrst og fremst hugsað um út- jaðaran. Hetta ger, at mið- staðarøkið mangan verður við skerdan lut. Í juli mánaði taka nærum allir komm- unulæknarnir sær summarfrí, so sera torført er at fáa læknahjálp. Sambært Almanna og Heilsumálastýrinum so vilja læknarnir ikki hava avloysarar Av tí at kommunulæknarnir ikki fráboða í góðari tíð, nær teir fara í feriu, fáast ikki avloysarar. Hetta ger tað sera torført at fáa læknahjálp í juli og august Mynd: Jens Kr. Vang DIA MIDJORD Flogfarið var einar 8 kilo- metrar uppi, tá brádliga ein riva kom í rútin. Flogskip- arin fylgdi fyriskipaðu reglunum, tá okkurt óvænt- að hendir, og fleyg skjótt niður í eina trygdarhædd á slakar tríggjar kilometrar. Hetta var orsøkin til, at fleiri av ferðafólkunum á ferðini til Keypmannahavn- ar tann 29. juni fingu eitt sindur ilt í oyruni. Hevur fleiri løg – Tað var eingin dramatikk- ur, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Hann sigur, at flog- skiparin av trygdarávum skal flúgva niður, so trýstið verður útlíknað, um okkurt annað skuldi hent. Rúturin í stýrhúsinum er sergjørdur við fleiri løgum, og tað skal nógv til, áðrenn rúturin fer allur sum ein. – Flúgvarin bleiv stand- andi nátt yvir í Kastrup, og nýggjur rútur bleiv ísettur. Dagin eftir varð aftur flogið sum vanligt, sigur Magni Arge. Fekk rivu í rútin Hent fyrr Tummas Jacobsen, teknisk- ur leiðari hjá Atlantic Air- ways, sigur, at rúturin í stýr- húsinum er einar 3 senti- metrar tjúkkur. – Tað er loyvt at flúgva, hóast ein riva kemur í rútin. Men vit valdu at skifta rútin beinanveg. Tað er hent onk- untíð fyrr, at ein riva er komin í okkurt av løgunum, sigur Tummas Jacobsen. Vit spyrja, hvat hendir um allur rúturin brotnar? – Tá fer trýstið í stýr- Undir innflúgving til Kastrup klovn- aði uttasta lagi á rútinum í stýrhús- inum á nýggja flogfarinum hjá Atlantic Airways húsinum, og flogskiparin verður sogin út, um hann ikki er væl íbundin, sigur Tummas Jacobsen. Hann leggur aftrat, at tá skal veita illa við. – Eg veit ikki um, at rútur nakrantíð er brotn- aður á flogi, sigur tekniski leiðarin hjá Atlantic Air- ways. gult cyan magenta svart 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 136 - 19. juli 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Miðbýurin í Havn kortini varðveittur Tað er at fegnast um, at formansskapur- in í løgtinginum kortini hevur slept ætl- anini um at ríva niður gomlu tinghúsini og at byggja nýggjan stóran bygning í miðbýnum í Havn. Formansskapurin hevur nú gjørt er av, at tinghúsini aftur skulu hava sniðið, tey høvdu eftir umvælingina í 1907, tá tey vórðu út- og umbygd. Tað er ein sannroynd, at løgtingið ikki hevur havt nóg góðar arbeiðsumstøður, so einki forgjørt er í tí, at bøtt verður um hetta, so bæði politikarar og umsiting fáa virðiligar umstøður at arbeiða undir. Men fleiri ivaspurningar vóru um hina verkætlanina, sum formansskapurin í fjør ætlaði at seta í verk: at byggja stóran modernaðan bygning, har tinghúsið hev- ur staðið seinastu hálvuaðru øldina. For- tíðin hevur so mangan sagt okkum, hvussu skeivt tað er at lata tað gamla falla fyri tíðarinnar tonn, heldur enn at nýta framskygni - og finna onkra frægari loysn, sum ikki forkemur tí gamla. Nýggja tinghúsætlanin byggir eftir øllum at døma á hesa læru. Ætlanin er at lata tinghúsið verða karmin, skifta klædning, vindeygu og tak, so tinghúsið aftur fær ta útsjónd, tað hevði til umbyggingina seinast í sjeytiárunum. Tann útbyggingin var heldur miseydnað - í øllum førum, um ætlanin var at frá fram gamlan før- oyskan byggisið. Tá er byggingin í Tinganesi nakað heilt annað. Har hava tey bygt nýggj skivstov- uhøli í gamlan stíl, so at gomlu handils- húsini, sum brunnu í grund í 1950, eru endurreist til mikið prýði fyri býin. Havn- arfólk kunnu vera stolt av Tinganesi. Miðbýurin í Havn er ov illa hagreiddur, tá tað ræðu um stórar bygningar, sum ikki eru bygdir við fyriliti. Slíkt er altíð trupult. Men at fríðka um og brúka ver- andi bygningar, er altíð frægari, enn at oyðileggja enn meira. Ætlanirnar hjá Tórshavnar býráð, um fríðkan av gongugøtuni og økinum við Tinghúsið fara eisini at fríka munandi um miðbýin í Havn. Havnarborgarar kunnu tí fegnast um, at miðbýurin verður varðveittur í tí gamla, hugnaliga stíli, vit eru von við… Viðmerking: Fyri okkum, sum vilja taka ábyrgd! Nú noyddust vit so aftur at hoyra hasa óhugnaligu nið- urgering av føroyingum, ein málburður, sum lutar okk- um øll sundur í ábyrgdar- fullar og ábyrgarleysar før- oyingar. Her verður hugsað um miðvikuna í Útvarpi Føroya frá 12.07. í ár, sum varð endursend dagin eftir. Hesa- ferð var tað okkara løgmað- ur, sum annars altíð hevur ein siðiligan og fólkaligan atburð. Higartil hevur tað meira verið amboðskassin hjá varaløgmanni, sum hev- ur átt slíkar lýsingar. Sum viðmerking til tey góðu fíggjarligu og búskap- arligu viðurskiftini í Føroy- um í dag, meðan vit enn eru í ríkisfelagsskapi, segði løg- maður at hann gleddist yvir støðuna, men legði so aftur- at: »At hendan støðan er nakað serligt fyri okkum, sum vilja taka ábyrgd av hesum landinum«. Hvør vísir ikki ábyrgd? Hóast spurningurin er sett- ur óteljandi ferðir áður, fari eg tó enn einaferð at spyrja okkara løgmann, hvar vit finna tann føroyingin, sum ikki vil taka ábyrgd av okk- ara góða landi? Er tað nú veruliga so spinnandi galið, at tað er meira ábyrgdarfult, at økja um okkara sjálvræði við pantseting og lántøku, held- ur enn at gjalda, og serliga nú har okkara gjaldføri er sera gott? Hví er tað ein ábyrgdar- leysur politikkur at menna og útbyggja okkara sjálv- stýri í mun til okkara egnu umsitingarligu og fíggjar- ligu førleikar? Hví ikki brúka góðu møguleikarnar? Umstøðurnar fyri at vísa veruliga ábyrgd við at út- byggja verandi sjálvstýri munandi, hava ongantíð verið so góðar sum júst nú, men tíverri hevur landsstýr- ið ikki gjørt brúk av hesum góða møguleika. Samgong- an kennir bert eina loysn, og tað er loysing og full- veldi. Hin sjálvberandi búskapurin gloymdur Samgongan veit, at hon kann fáa fullveldi og loys- ing í ár um hon bert vil gjalda tað, sum ein slík av- gerð kostar, men tað vil samgongan ikki. Hon setur ístaðin krøv um, at danir í 15 ár skulu gjalda okkum milliardaupphæddir fyri okkara politisku avgerðir. Hetta krav setir samgongan við ávísing til avtaluna frá 10. juni 1998. Í hesi avtalu bindur danska stjórnin seg til at virka fyri, at minka blokkstuðulin á ein slíkan hátt, at Føroyar fáa ein sjálvberandi búskap. Men hvat hevur sam- gongan gjørt fyri at fylgja hesi avtalu, og hvussu nógv hevur samgongan roynt at minka um blokkstuðulin? Púrt einki! Hon hevur ístaðin HÆKKAÐ blokk- stuðulin, og hevur somu- leiðis einki gjørt, sum ger tað lættari at lækka nevndu veiting – samanber ávaring- arnar frá Bjarna Djurholm, fíggjarnevndarformanni. Danir skulu bert veita og gjalda Álitið hjá Sambandsflokk- inum og Javnaðarflokkin- um í Uttanlandsnevndini er hinvegin í góðum samsvari við umrøddu avtaluna frá 10. juni 1998. Um sam- gongan veruliga meinar nakað við at taka ábyrgd, ja so er bara at taka undir við nevnda áliti. Tað er sostatt heilt burturvið at geva døn- um skuldina fyri, at sam- ráðingarnar nú eru fastlæst- ar, tað má eisini sigast, at vera ein løgin samráðing- arháttur, har tann eini part- urin dugir væl at seta krøv, meðan hin partrin bert skal veita og gjalda, uttan at hava nakra ávirkan á tað, sum goldið verður fyri. Skulu teir hava fíggjarliga revsing? Slík mannagongd minnir mest um ein, ið er dømdur sekur og skal inn at sita og har umframt at gjalda milli- ardaupphædd í 15 ár til tann sakleysa. Álvaratos, er hetta veru- liga tað, sum ein tinglimur hjá Fólkaflokkinum nú kall- ar fyri eina virðiliga loysn? Tórshavn tann 18.07. Trygvi F. Guttesen Føroya fólk letur seg ikki taka av fótum! Landsstýrið við síni propa- gandamaskinu aftan fyri seg roynir at fáa Føroya fólk at halda, at um bert skiftistíð- in verður 15/20 ár, so held- ur alt áfram sum higartil. – Tað gerst eitt skrall, siga bú- skaparfrøðingar. Landsstýr- ið brúkar seinastu veljara- kanning sum prógv fyri at fólk ynskja loysing, sjálvt um hon í veruleikanum sig- ur tað øvugta. Tað gerst eitt búskaparligt skrall í Føroyum, um loys- ingarætlanin hjá landsstýr- inum verður framd, líka- mikið um skiftistíðin verður 4 ella 15/20 ár. Hetta eru allir óheftir búskaparfrøð- ingar samdir um. Sjálvandi gerst niður- gongdin til lækkaða livi- støðið hjá føroyingum ógv- usligari við 4 árum enn 15/ 20. Um livistøðið lækkar til bretskt støði, ella kanska portugisiskt, sum tað hevur verið sagt, er ilt at meta um, men vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag, verður burtur, tað verður mist. Arbeiðsloysi og fólka- flyting verður fylgjan, stendur eisini í teimum bú- skaparmetingum, sum eru gjørdar í sambandi við loys- ingarætlanina. Seinasta veljarakanning Seinasta veljarakanning vísir, at 61,87% av Føroya fólki velja ríkisfelagsskap- in. 27,53% siga nei, 10,60% vita ikki ella vilja ikki svara. Við øðrum orðum, sami stóri meiriluti fyri ríkisfe- lagsskapinum, sum vit hava sæð áður í kanningunum. Kortini trumlar landsstýr- ið fram við sínar loysing- arætlan, sum um tað hevur alt Føroya fólk aftan fyri seg. Rópt verður eftir ST at leggja uppí, ella øðrum triðja parti. Gud viti hvat ST hevði svarað, um tað varð spurt, eitt er í hvussu so er vist, hetta hevði gjørst søgu- ligt eindømi í søgu ST. Onki land í øllum heim- inum hevur higartil biðið ST um hjálp fyri at lækka livistøðið í sínum egna landi, taka rættindi frá fólk- inum og somuleiðis væl- ferðarsamfelagið. Tey høvdu ivaleyst flent í kíkið at landsstýrinum. Slíkir luksustrupulleikar eru sanniliga ikki hvønndags- kostur hjá ST. Álvaratos Tíðin má vera komin til, at føroyingar siga at nú kann tað vera »well« við at lands- stýrið spælir sær við lagn- uni hjá føroyska fólkinum, vælferðarsamfelagnum og ríkisfelagsskapinum. Nú kann tað vera »well« við at landsstýrið forpestar viðurskiftini millum fólkið í Føroyum og fólkið í Dan- mark og ríkinum annars. Landsstýrið má gera sær greitt, at tað, sum stóri fólkaviljin stendur aftanfyri, er ein nýmótansgerð av við- urskiftunum í ríkisfelags- skapinum. Nýggj stjórnar- skipan fyri Føroyar í rík- isfelagsskapinum. Hetta kemur so týðuliga fram allastaðni úti millum fólk. Í veljarakanningum er heldur ongin ivi, fólk velja ríkisfelagsskapin. Føroya fólk letur seg ikki taka av fótum Føroya fólk hevur sæð, at loysing ella fullveldi hoyrir eini farnari tíð til, og lands- stýrið arbeiðir fyri hesi farnu tíð. Føroya fólk hevur sæð, at framtíðin eitur sam- band og samvinna ímillum lond, sjálvstýrandi tjóðir og landspartar. Tey hava sæð, at samstarv tvørtur um landamørk eyð- kennir altjóðarpolitikk í dag, og í nógv teimum flestu førunum hevur tað økta frmleiðslu og búskap- arvøkstur við sær. Tey hava sæð, at saman við Danmark og Grønlandi standa vit sterkari. Tí, hvat meira kanst tú ynskja tær, enn at vera part- ur av einum størri ríki og samstundis stýra tínum egna landi? Hesum vilja vit í Sam- bandsflokkinum fegin standa fyri og fremja tað í verki. Edmund Joensen Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo