mikudagur 19. juli 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 136 - 19. juli 2000
Nr. 136 - 19. juli 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
JOHN JOHANNESSEN
– Fyrsta stigið av Grind
Stop 2000 eydnaðist avbera
væl. Vit sigldu inn í Før-
oyskt sjóøki og gjørdu
greitt, hvat vit vildu. Vit
fingu góða umrøðu frá før-
oysku, donsku og há-
lendsku miðlunum.
Hetta sigur Paul Watson
millum annað í tíðinda-
skrivi á heimasíðuni hjá Sea
Shepherd, har hann tekur
samanum vitjanina í Før-
oyum.
Paul Watson sigur eisini,
at tað eydnaðist væl at fáa
sjónarmiðið fram, um kyk-
silvurvandan hjá børnum, ið
eta tvøst.
Watson væl nøgdur við túrin
Sambært Paul
Watson eydnaðist
fyrsta stigið av
Grindstop 2000
ætlanini í Før-
oyum frálíka væl
– Meðan vit vóru í Før-
oyum almannakunngjørdu
føroysku myndugleikarnir
eina almenna ávaring um
vandan við kyksilvuri í
tvøsti, sigur Paul Watson. Í
hesum sambandi sipar hann
til kyksilvurkanningina hjá
Pál Veihe.
Watson vísir eisini á, at
tað eydnaðist at gera før-
oyingar varugar við, at eitt
virkið handilsbann móti før-
oyskum vørum er á veg.
Oman á alt sigur skiparin
á Ocean Warrior, at skipið
ótarnað sigldi inn og út úr
føroyskum sjóøki, hóast
føroysku myndugleikarnir
royndu at forða teimum. Í
hesum sambandi vísir Wat-
son eisini á, at hann eisini
fekk gleðina av at jagstra
eitt danskt herskip gjøgnum
føroyskan sjógv.
– Sum ein herferð fyri at
fáa fólk at rakna við, eydn-
aðist hendan ferðin væl, sig-
ur Watson. Hann vísir tó á,
at eingir hvalir vórðu sæddir
ella dripnir, meðan hann var
í Føroyum. Tí fekk felags-
skapurin ikki møguleika
fyri beinleiðis at forða fyri
nøkrum grindadrápi.
Paul Watson sigur, at
hann royndi útgerðina, hann
hevur at lurta eftir hvalum
við, meðan hann var í Før-
oyum. Hendan útgerðin
virkaði sambært Paul Wat-
son væl, hóast hann ongan
hval hoyrdi, meðan hann
var her.
Í hesum sambandi sigur
Watson seg stúra eitt sindur,
tí hóast føroyingar siga, at
tað eru 700.000 hvalir til,
siga teir seg ikki hava sæð
nakran hval síðani septemb-
er, hóast tað er ógvuliga
vanligt at síggja hval í juni
og juli.
Paul Watson sigur at enda
í
tíðindaskrivinum,
at
manning hansara gleðir seg
til at koma aftur til Føroya,
og at fleiri av manningini
hava sagt sær, at tey eru fús
at vága bæði lív og frælsi
fyri at steðga grindadráp-
inum.
JOHN JOHANNESSEN
Enn hevur løgmaður ikki
gjørt av, um hann fer at
seta Tórbjørn Jacobsen í
starvið sum landsstýris-
maður í undirvísingar- og
mentamálum, hóast fíggj-
arnevndin í farnu viku
vísti aftur fíggjarnevnd-
arskjalinum frá løgmani,
um at játta pening til
landsstýrismannløn
hansara fram til fyrsta ok-
tober.
Løgmaður kom seint
týsnáttina við flogfari
heim úr Grønlandi, og var
hann tískil ikki til arbeiðis
í Tinganesi týsdagin.
Orsøkin til, at neyðugt
er við eykajáttan til lønina
hjá Tórbirni Jacobsen er,
at
fyrrverandi
lands-
stýrismaðurin, Signar á
Brúnni, hevur rætt til og
fær løn fram til fyrsta
oktober.
Av tí, at lógarbundnar
útreiðslur
sambært
nýggju
stýrisskipanini
krevja játtan frá tingin-
um, ber ikki til hjá løg-
manni at seta nýggja
landsstýrismann, fyrr enn
løgtigið
hevur
játtað
peningin.
Løgmaður segði kortini
í farnu viku, at hann
ætlaði sær at kanna, um
nakar møguleiki var at
seta landsstýrismannin
kortini, og síðani skuldi
hann taka støðu til málið
týsdagin. Men enn hevur
løgmaður ikki havt stund-
ir at taka hesa avgerð.
Eingin
nýggjur
landsstýris-
maður
Bjóðar Grønlandi
hægri blokkstuðul
JOHN JOHANNESSEN
Afturfyri, at grønlendingar
velja økt sjálvstýri fram um
fullveldi,
eigur
danska
stjórnin at løna grønlend-
ingum við at hækka blokk-
stuðulin til Grønlands.
Hetta sigur formaðurin í
fólkatingsins fíggjarnevnd,
Peter Duetoft úr Centrum
Demokratiska flokkinum,
við Berligske Tidende.
Men skal blokkstuðulin
økjast, mugu grønlendingar
góðtaka, at danska stjórnin
oyramerkir blokkstuðulin
og krevur, at almenna grøn-
lendska umsitingin verður
skerd.
Krevur trygd
– Mótvegis Føroym, hevur
Grønland borið seg væl at
og ikki rópt upp um at ger-
ast sjálvstøðugt ríki. Grøn-
land hevur hildið fast við,
at tað verður í ríkisfelags-
skapinum, og tað skal ikki
vera teimum ein vansi. Tí
skulu grønlendingar hava
størri frælsi, eins og vit
noyðast at hyggja uppá bú-
skaparligu
trupulleikar
teirra, sigur Peter Duetoft.
Danski fíggjarnevndar-
formaðurin heldur, at ser-
liga grønlendska undir-
støðukervið, sum til dømis
elveitingin, er so vánaligt,
at neyðugt er at hækka
blokkstuðulin fyri at fáa
hetta í rættlag.
Men skal blokkstuðulin
til Grønlands hækka, krevur
Peter Duetoft trygd fyri, at
danski
peningurin
ikki
hvørvur í stóru, almennu
grønlendsku umsitingini.
– Skal Grønland hava
øktan blokkstuðul, skulu vit
hava trygd fyri, at umsiting-
in verður betrað og heldur
uppat at hava eina stóra ov-
urnýtslu, sigur Peter Due-
toft.
Krøvini frá danska fólka-
tingsliminum stríða tó bein-
leiðis ímóti 21 ára drúgvum
mannagongdum, har grøn-
lendska heimastýrið sjálvt
hevur umsitið blokkstuðul-
in. Tí fær uppskotið hjá
Duetoft harða mótstøðu frá
grønlendskum politikarum.
Stórt afturstig
Hans Pavia Rosing, sum
umboðar
grønlendska
stjórnarflokkin, Siumut, á
fólkatingi, sigur við Ber-
lingske Tidende, at hann er
samdur við Peter Duetoft í,
at grønlendska umsitingin
skal skerjast, millum annað
við at privatisera almenn
virki.
Men Hans Pavia Rosing
er hart ímóti, at danir skulu
gera av, hvat peningurin
skal nýtast til.
– Tað fer at vera eitt stórt
afturstig fyri heimastýrið,
um staturin skal leggja til
rættis grønlendsk viður-
skifti. Eg vil helst ikki, at
Danmark skal blanda seg í
okkara umsiting, sigur Hans
Pavia Rosing.
Ellen Kristensen, ið um-
boðar grønlendska and-
støðuflokkin, Atassut, á
fólkatingi er tó ikki samd
við Hans Pavia Rosing.
Ellen Kristensen heldur,
at brúk er fyri meira pen-
ingi, serliga á almanna- og
heilsuøkinum. Men sam-
stundis heldur hon tað vera
neyðugt at oyramerkja pen-
Formaðurin í
donsku fíggjar-
nevndini, Peter
Duetoft, mælir til,
at danir hækka
blokkstuðlin til
Grønlands aftur-
fyri, at grønlend-
ingar velja
víðkað sjálvstýri
fram um fullveldi
Túgvurnar í Ognarhaga om-
an fyri Kvívík eru nú liðugt
innrættaðar og klárar at taka
í nýtslu.
Smátturnar eru 27 fer-
metrar til støddar og verða
leigaðar út til ferðafólk og
onnur, ið hava hug til eitt
friðarligt vikuskifti ella
kanska eina heila viku í
vøkru náttúruni millum
Kvívík og Vestmanna.
Hvør smátta hevur pláss
fyri fýra vaksnum og einum
barni og er útgjørd ivð øll-
um hentleikum.
Formaðurin í fólkatingsins
fíggjarnevnd, Peter Due-
toft úr CD, heldur, at
Danmark eigur at løna
Grønlandi við hægri
blokkstuðuli afturfyri, at
Grønland ikki krevur
fullveldi
Mynd: Føroyska
Tíðindastovan
ingin.
– Vit mugu nú prógva, at
vit kunnu gera nakað fyri
peningin, vit fáa. Higartil er
umsitingin bara vaksin og
vaskin, meðan fólkið hevur
fingið alt ov lítið burturúr,
sigur hon.
Partur av grønlendska
upplegginum
At hækka blokkstuðulin til
Grønlands er partur av upp-
legginum um víðkað sjálv-
stýri, grønlendska sjálvstýr-
isnevndin í løtuni arbeiðir
við.
Grønlendingar ætla sær at
víðka heimastýrislógina frá
1978, soleiðis, at Grønland
fær meira at siga á uttan-
ríkispolitikkinum, eins og í
hernaðarmálum.
Øðrvísi hús
oman fyri
Kvívík
Fittligur brenniovnurin
hitar væl, og har er eisini
el-radiatorur,
sum
ein
møguleiki,
Baðirúm við brúsu, vaski-
maskina,
strúkijarn
og
bretti, el-ovnur við tveimum
kókiplátum, kuldaskáp við
frystara, kaffimaskina o. a.
køksútbúnaður.
Eisini eru sjónvarp, radio
og telefon við íbinding til
internetið.
Dýnur og koddar eru til
taks, so fólki nýtist bert at
hava seingjarklæði við.
Vikuskifti 21.-23.
juli, skipar Sumbiar
Ítróttarfelag fyri
árligu
bygdastevnuni.
Á stevnuni verða ymisk
áhugaverd tiltøk. Seyða-
hundafelagið sum hev-
ur havt nógv tiltøk norð-
anfjørðs, kemur á fyrsta
sinni til Suðuroyar, at
vísa sera vælvandar
seyðahundar reka, har-
afturat verður ein sera
áhugaverd framsýning
í Skúlanum har millum
annað Heri Andreasen,
sum skipaði fyri kav-
ingini niður á Jólaskip-
ið greiðir frá, og sýnir
upptøkur av kavingini,
og lutirnar sum blivu
tiknir upp av Jólaskip-
inum. Meira um skránna
verður
í
bløðunum
seinni í vikuni, sigur
Sumbiar Ítróttarfelag
Hendur og
Hugflog á
Hálsi
Í døgunum 21. til 23.
juli verður sølufram-
sýning í høllini á
Hálsi, sum verður
nevnd Hendur og
Hugflog
STEFAN Í SKORINI
Tað eru fólk frá menn-
ingarstovuni og Føroya
Heimavirkisfelag, sum
skipa fyri tiltakinum,
og endamálið við tí er
at vekja ans fyri før-
oyskum handverki. Her
verður serliga hugsað
um gávulutir.
Framsýningin letur
upp fríggjadagin kl. 15,
og 51 básar verða við á
framsýningini.
Bygdar-
stevna í
Sumba