Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017 SOSIALURIN 69 9 Starvsfólk til verkætlanar­ arbeiði í Fólka­ heilsuráðnum Fólkaheilsuráðið søkir eftir starvsfólki at seta í verk sálarliga heilsukonseptið “ABC for Mental Health” í Føroyum. Í starvinum kemur tú at hava ein lyklaleiklut í at kunna um ABC-konseptið og at menna eina føroyska tilgongd at seta í verk “ABC for Mental Health” í øllum landinum. Tú kemur í hesum sambandi eisini at samskifta við útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við. Umframt ABC for Mental Health kemur tú eisini at hava aðrar fyrifallandi uppgávur í Fólkaheilsuráðnum. Kravt verður: • Kandidatsprógv innan fakøkini sálarfrøði og heil- sufremjan/strategi • Royndir innan verkætlannararbeiði á sálarliga heilsuøkinum • Hollan kunnleika til ABC-konseptið, arbeiðsroyndir við hesum og altjóða samstarvsroyndir í ABC- felgsskapinum • Royndir innan miðlan av heilsuboðskapum • Royndir innan ráðgeving og vegleiðing innan sálar- liga heilsuøkið • Sterkar skrivligar og munnligar førleikar í føroys- kum, norðurlendskum og enskum • Góð evni til greining • Innlit í arbeiði við fólkaheilsu • Royndir innan sjálvboðið arbeiði • Fleksibul • Góð samstarvs- og samskipanarevni Vit bjóða: Eitt fjølbroytt starv, sum tú verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi. Lønar – og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og Innlendismálaráðið og stovnar undir tí. Starvið er fulla tíð frá 01/08-17 til 31/07-18. Møguleiki kann vera at leingja starvssetanina. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ólav Jøkladal á 515155. Umsókn: Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: Fólkaheilsuráðið J.C. Svabosgøta 43 100 Tórshavn ella til: t-post: fhr@folkaheilsa.fo Umsóknarfreistin er 26. juni 2017 Fá meiri at vita um ráðið á: www.folkaheilsa.fo Direktør P. Gorm-Petersen og hustrus legat til fordel for sidstnævntes slægtninge Býtið av legatpørtum fyri 2017 fer fram í oktober mánað. Støddin av legatpørtunum er millum kr. 500,00 og kr. 3.000,00 eftir nærri áseting nevndarinnar. Legatið verður latið til ástøðiliga og verkliga útbúgving hjá ættarfólki, eisini ætt-leiddum hjá systkjum Sofíu Louisu Gorm-Petersen, fødd Nielsen. Í undantaksføri kann legatpartur latast til at hjálpa einum av nevndu ættarfólkum í sambandi við fyribils fíggjartrupulleikar í virki teirra, ella fyri at viðkomandi kann byrja yrki, har íløgu- peningur er neyðugur. Saman við umsóknunum skal sendast: 1. bústaður, møgulig teldupostadressa og P-tal umsøkjarans (danskt cpr.nr. hjá teimum sum búsitandi eru í Danmark), 2. ljósprent av dóps- ella navnabrævi, 3. frágreiðing um hvussu umsøkjarin er ættaður frá einum av systkjum Sofíu Gorm- Petersens. 4. frágreiðing um hvat ætlanin er at nýta legatið til. 5. váttan frá útbúgvingarstað (t.d. skúla ella læruplássi) við frágreiðing um, nær útbúgvingin er byrjað, og um vanliga útbúgvingartíð og 6. upplýsingar, um umsøkjarin hevur framíhjáinntøku, fær onnur legat ella fær hjálp frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum. 7. banki, skránr. og kontonummar umsøkjarans Umsøkjari, ið ikki hevur sent inn frammanfyri nevndu upplýs- ingar og váttanir, kann ikki vænta at umsóknin verður viðgjørd. Umsóknirnar skulu, í seinasta lagi 31. august 2017, verða sendar legatnevndini v/ Páll Nielsen, Mýrisnípuvegur 21, FR- 100 Tórshavn (pall@advokatvirkid.fo ) STUÐULSSTØRV í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2017-2018 Hesi størv sum námsfrøðingur ella hjálparfólk eru leys at seta frá 1. august 2017 at rokna: Fýra størv sum stuðlar. Eitt starv við setanarbroti á 0,5 og trý størv við setanarbroti á 0,6 skúlaárið 2017-18 til næmingar við serligum tørvi. Stuðlarnir verða knýttir at næmingum í grunddeildini, miðdeildini og hádeildini. Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, taka ábyrgd, samstarvshugaðir og síggja møguleikar. Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv. Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum. Lønar- og setanartreytir: Námsfrøðinga- ella hjálparfólkastørvini eru sátt- mála sett størv sambært sáttmála millum Føroya Peda gog felag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðs gevarafelagið og eru tíðaravmarkað til skúla árið 2017/2018. Námsfrøðingarnir eru løntir sam bært sáttmála millum Fíggjarmálaráði og Før oya Pedagogfelag. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 til næm ingarnir fáa fríð eftir døgurða. Umsóknir: Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møgu- lig um viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni kl. 18.00. Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til: Skúlin á Giljanesi á Giljanesi 2 360 Sandavágur Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo Um skúlan: Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3.-10. flokk ur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2.flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Um 320 næmingar ganga í skúl anum, og 37 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starv- ast í skúlanum. Skúlin á Giljanesi byggir á tríggjar súlur: Stundvísi, háttvísi og øðrvísi. Stundvísi merkir, at gera tingini til tíðina. Viðra tann partin ið krevur av okkum, at tíðin –hvørt talan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði. Háttvísi er eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina. Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, at vit læra okkkum nýggjar hættir at loysa upp gávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir ella nóg drúgvir. Øðrvísi merkir dirvi til at hugsa sjálvstøðugt. Dirvi at gera tað, vit meta vera rætt. Dirvi at seta spurnartekin við vanar. Dirvi at fara út um rammuna. Við hvørt finnur mann so útav, at vanin veit best, men tora vit ikki at leita og fregnast í tí ókenda vaksa vit ikki. ALMENN MÓTTØKA Í samband við at Hanus Joensen fer frá sum skúlastjóri í Skúl anum á Fløtum, verður skipað fyri hátíðarhaldi í skúlanum í Konga­ gøtu (við Grasagarð) hósdagin 22. juni 2017 kl. 14:00-17:00 Øll eru hjartaliga vælkomin