hósdagur 15. juni 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
10
SOSIALURIN 55
TEMA Hjúnaskilnaður
Talið á hjúnaskilnaðum er
næstan tvífaldað seinastu
20 árini. Moralskar og
samfelagsligar broytingar
hava skapt grundarlag fyri
fleiri hjúnaskilnaðum
NÓGV FLEIRI F
T
alið á hjúnaskilnaðum
í Føroyum hevur ver
ið støðugt vaksandi
seinastu 20 árini.
Yvirlit frá Hagstovu Føroya
vísir, at í fimm ára skeiðnum frá
2011 til 2015 vórðu 403 hjúna
skilnaðir skrásettir. Fimm ára
skeiðið frá 1991 til 1995 var talið
218.
Í níti árunum vóru vanliga
millum 30 og 50 hjúnaskilnaðir
um árið. Síðani 2010 hevur talið
vanliga verið millum 70 og 90.
Fólkatalið í Føroyum er
vaskið síðani 1990’ini, men
eisini tá ið hædd verður tikið
fyri fólka-talinum, eru fleiri
hjúnaskilnaðir í dag, enn tað
vóru fyri 10 og 20 árum síðani.
Fyrru hálvu av 1990’unum
vóru millum 0,8 og 1,2 hjúna
skilnaðir fyri hvørjar 1000
íbúgvar. Frá 2011 til 2015 var
talið millum 1,6 og 1,8 fyri hvørji
1000 íbúgvar.
– Gjøgnum tíðina er hjúna
skilnaður vorðin ein nýggjur
normalur, og tað er ikki longur
skomm knýtt at tí at velja at
fara hvør til sítt. Fyri bert 50
árum síðani var tabu at skiljast,
og tað var ikki nakað, sum
ein mátti gera, sigur Jógvan
Zachariassen, pastorur í
Lívdini, sum ráðgevur fólki við
trupulleikum í parlagnum.
Samfelagið broytist
Fleiri orsøkir eru til, at talið á
hjúnaskilnaðum er vaksandi.
– Ein av orsøkunum er, at
børn, sum vaksa upp í brotnum
familjum, ongantíð arbeiða við
sárum sínum, og tí taka tey alt
viðføri við sær, tá tey sjálvi
verða gift. Av tí at tey hava
nógv óviðgjørt frá fortíð síni
við inn í hjúnabandið, og tey
ikki hava góðar fyrimyndir
fyri, hvussu eitt gott parlag
kann at vera, so verður torført
at fáa hjúnabandið at rigga og tí
enda slík parløg ofta í skilnaði,
sigur Jógvan Zachariassen.
– Kanningar vísa eisini, at
hugsunarhátturin er nógv
broyttur, og at tað í dag ikki er
vanligt at halga seg til nakað í
longri tíð. Tað at vera knýttur
at einum arbeiðplássi í 40 ella
50 ár var ein sannur heiður hjá
fyrra ættarliðnum, meðan tað í
dag ikki er virt á sama hátt. Tey
ungu í dag hava ikki tað sama
í merginum, tá tey skulu halga
seg til nakað í longri tíð, hel-dur
Jógvan Zachariassen.
– Ein onnur eyðsýnd orsøk er
eisini hon, at kvinnan er vorðin
frælsari og er ikki fíggjarliga
bundin at manni sínum longur.
Av tí at hon ikki er bundin á
tí økinum, so er eisini lættari
fíggjarliga at skiljast.
– Grundirnar til skilnað eru
tí bæði vanrøkt av parlagnum,
óviðgjørdar støður frá for
tíðini og samfelagssligar og
moralskar broytingar, har ting
sum hava verið mett moralskt
skeiv at gera fyri nøkrum árum
síðani, ikki eru tað longur,
heldur hann.