hósdagur 15. juni 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
23
inum, meðan man hinvegin eisini
skal taka avgerðir um hvørji øki
hava slíkan natúrligan vakurleika
ella slík søgulig virði, at tey ikki
mugu ávirkast ov nógv av ídnað
inum. Tað sigur seg sjálvt, at tað
vil ongantíð vera full semja um
júst hvørji øki eru ”minst verd” og
tí kunnu ídnaðargerast, men tað
ber til at debattera seg fram til
hetta. Eisini er tað ein sannroynd,
at summi øki longu eru sera ídnað
argjørd og at tað tískil kann vera
skilagott at halda fram í sama
spori.
Undir øllum umstøðum eigur
man at skilja, at tað ikki er rætt at
menna ídnaðarøki og bústaðaøki
upp at hvørjum øðrum. Hesi eiga
at skiljast sundur í tann mun tað er
gjørligt. Spjadda búsetingin í Før
oyum ger sjálvandi, at hetta ikki
altíð ber til, men til ber at finna
tær ”minst ringu” staðsetingarnar.
Sum dømi kann nevnast, at Klaks
víkar kommuna hevur flutt nógv
av tyngsta vinnulívinum norður
í Ánirnar, har fá fólk búgva. Tórs
havnar kommuna hevur flutt nógv
av tyngsta vinnulívinum norður í
Kollafjørð, ið hóast alt er minni
tætt bygdur enn Tórshavn sjálv.
Tað er sjálvandi eisini syrgiligt, at
økini sunnanvert á Kaldbaksfirði í
so stóran mun verða nýtt til dálk
andi virksemi, men umvent: nú
hevur Tórshavnar kommuna valt
tað økið til endamálið, og tá er
frægari at halda fram á sama øki
heldur enn eisini at dálka onnur
øki.
Hugsið um bústaðaøkini
og børnini
Flestu teirra, ið sita og taka avgerðir
í Føroyum í dag, eru uppvaksin í
ídnaðarsamfelagnum og hava so
statt nøkur ídnaðarsamfelagslig
virði, ið stýra teirra avgerðartøku.
Hetta er væl skiljandi, og harum
framt er lættari at byggja víðari á
tey planleggingarmynstur, ið fyri
eru slóðað.
Hesi eldru ættarliðini tykjast tó
ikki skilja, at samfelagið er í mikl
ari broyting og í grundini longu
hevur ment seg frá einum ídnað
arsamfelagi til eitt tænastuvinnu
samfelag. Alsamt færri arbeiða
innan ídnað, meðan alsamt fleiri
arbeiða innan tænastuvinnur. Við
tíðini hevur hetta ið sær, at íðn
aðarsamfelagsligu virðini fána
og nýggj virði taka yvir. Hetta
fær eisini avleiðingar fyri okkara
virðisgrundarlag, soleiðis skilt, at
vit fara at seta prís á onnur viður
skifti enn okkara forfedrar gjørdu.
Lívið snúði seg í landbúnaðar-,
fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag
num um at lívbjarga sær og skapa
sær og sínum eina trygga tilveru. Í
dag liva vit hinvegin í einum sam
felagi við yvirflóð av vørum, og tó
kenna vit stundum á okkum, at
okkum vantar okkurt í tilveruni.
Vit kunnu vænta, at framtíðar
ættarlið – tey, ið eru børn í dag og
teirra børn – fara at hava nøkur
heilt onnur virði enn tey, ið sita
við valdið í dag. Framtíðar ættar
lið skulu eisini hava góð støð at
búgva, ið hóska til teirra tørvir,
væntanir og dreymar. Vit eiga
tí ikki bert at hugsa um nútíðar
bráðfeingisinntøkur, men eisini
um framtíðina, tá vit planleggja
bústaðar- og ídnaðarøki.
Vert er eisini at hava í huga,
at bústaðaøki kunnu menna seg
áratíggju ella øldir fram í tíðina.
Ídnaðarøki eru hinvegin íløgur,
ið tæna ár ella áratíggju fram. Við
tíðini vil búskapurin broytast og
gomlu vinnuøkini verða ónýtilig.
Tey vilja síðani kanska forfella og
standa eftir sum rustaðar toftir,
ið ikki kunnu nýtast til stórvegis.
Umvent gomlu bygningarnar frá
einahandilstíðini og slupptíðini,
ið framhaldandi kunnu nýtast til
onnur – til dømis mentanarlig –
endamál, ber illa til at nýta nútíðar
ídnaðarøki til nógv onnur endamál
uttan so at stórar ábøtur verða
gjørdar.
Fyri at seta tað eitt sindur skarpt
upp, so eiga vit ikki at ofra langtíð
arvælferðina hjá borgarunum fyri
stutttíðar inntøkumøguleikarnar
hjá fyritøkunum. Tað er ikki altíð,
at treytaleysur her-og-nú vøkstur
er tað besta. Øgiliga nógv øki í land
inum hava gjøgnum árini fingið
ólekjandi sár av at gravkýr og
dynamittstengur sluppu at liva sítt
egna lív. Vøkur øki eru løtt at oyði
leggja, men sera trupul – ja ofta
ógjørlig – at fáa aftur til høldar.
Bæði frá virkj
um, skipum og
akførum standast
nógvir trupulleikar,
ið í ringasta føri
kunnu føra við sær umhvørvis- og
heilsutrupulleikar. Umframt hetta
fer fram ein ógvuslig ljóðdálking,
eins og tað kann henda ein ”estet
isk dálking” við at áður vøkur støð
missa ein stóran part av sínum vak
urleika