Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017 SOSIALURIN 69 22 F yri nøkrum árum síð­ ani var mikið kjak um staðsetingina av Varð­an­ um Pelagic mitt á Tvør­ oyri. Hetta er ein óheppin stað­set­ ing – av fleiri ymiskum orsøkum – og fingu vit eina av meiri eks­ tremu orsøkunum at sanna við elds­brunanum í farnu viku. Tað eru øgiliga nógv viðurskifti, ið gera, at tað standast trupulleikar av at stað­seta tungan ídnað somu støð sum búseting, summi ógvusligari enn onnur. Mest upplagdi trupulleikin er luft­dálking, men eisini onnur um­hvørvisdálking fer fram, m.a. av sjógvi, áum og lendi. Bæði frá virkj­um, skipum og akførum stand­ast nógvir trupulleikar, ið í ring­asta føri kunnu føra við sær um­hvørvis- og heilsutrupulleikar. Um­framt hetta fer fram ein ógv­ us­lig ljóðdálking, eins og tað kann henda ein ”estet­isk dálk­ing” við at áður vøkur støð missa ein stór­an part av sín­um vak­ur­leika. Yv­ir­ skipa missa støð­ini part av sín­um ”ameni­teti”, ið tað kallast á bú­skap­ ar­máli. Yvirskipað má tó sigast, at tal­an ikki bert er um ”objektivar” trup­ ul­leikar, men eisini um upplivaðar trup­ul­leik­ar. ”Amenitets-pre­fer­ ans­urnar” eru jú ymiskar” Tolsemið hjá ymiskum borgarum í mun til ídnað er sostatt sera ymiskt, og uttan iva er mentanin eisini ym­ isk ymsastaðni í landinum. Tó er tað ikki rætt framhaldandi at lata hetta evnið vera tabuiserað, so­ leið­is at fólk noyðast at kenna seg sum ”framburðssvíkjarar” við at hava eina kritiska støðu mótvegis ídn­að­in­um. Eg havi sjálvur havt samband við fleiri fólk, ið als ikki tora at siga sína meining um hetta, tí tey óttast av­leið­ingarnar, t.d. hevnd frá vinnu­lívs­fólki ella kommu­nal­pol­ it­ik­ar­um. Frá ídnaðarsamfelag til tænastusamfelag Tað er rætt, sum fleiri føra fram, at nógv­ar av føroysku bygdunum og bý­un­um upprunaliga eru bygdar kring ídnaðarkent vinnulív. Vinnu­ lív­ið hevur skapað arbeiði, ið hevur fing­ið bygdirnar at vaksa frá lítl­ari land­búnaðarbygd til størri ídn­að­ ar­bygd. Nú á døgum miðsavnast fólk held­ur kring tænastuvinnur, bæði tí flestu størvini eru innan hesar vinn­ur (sí talvu), men eisini tí eitt gott lív nú á døgum ikki bert snýr seg um arbeiði og inntøkur, men eis­ini um gagnnýtslu av al­menn­um og priv­at­um tæn­astu­veit­ingum. Eis­ini er lut­fallið millum materiella og im­materi­ella vælferð í broyt­ing sum av­leið­ing av hesum sam­fe­lags­ broyt­ing­um. Umframt hetta er tað vorðið lætt­ari at flyta seg runt í býum og kring landið við bilum, bussum og øðr­um akførum, soleiðis at ein lætt­liga kann búgva fleiri kilo­metr­ ar frá arbeiðsplássinum. Tað er snøgt sagt hend ein av­ ger­andi broyting í bú­set­ing­ar­ tanka­gongd­ini. Tað eru ei longur líka eyð­sýnd­ir fyri­munir við at búgva so nær við ídn­að­arvirkið sum gjørligt. Heldur eru tað onnur við­ur­skifti, ið draga. Positivir og negativir eksternalitetir Somuleiðis kann nevnast, at ein bú­staður eisini er ein strategisk fíggj­ar­lig íløga, og ikki bert ein­hvør nýtslu­íløga. Bústaðurin er lívs­ íløg­an hjá flest­um húsarhaldum og stóri dreym­urin hjá nógvum hús­ar­hald­u­m. Bú­staðurin er bæði fíggj­ar­liga og kensluliga nakað av tí týdn­ing­ar­mesta, ið landið hevur at bjóða sín­um borgarum. Hetta er ikki bert okkurt tilvildarligt stað, men tað týdningarmesta staðið í lív­in­um hjá flestu føroyingum. Eitt bústaðarøki er ikki bert eins egna hús, men alt grannalagið, øll bygd­in, ja alt umhvørvið, ið um­ fevn­ir bústaðin. Góðskan av bú­ stað­in­um er sostatt eisini ein spurn­ing­ur um t.d. umhvørvisligan vak­ur­leika, mentanararv, socialt um­hvørvi, atkomuleika, ítróttar- og fríøki, privatar tænastur, al­ menn­ar tænastur o.s.fr. Øll hesi við­ur­skifti eru við til at gera bú­ stað­ið til eitt gott stað at búgva. Hetta eru alt sokallaðir ”positivir eks­ternalitetir”, ið geva tínum egna bústaði eitt hægri virði – fyrst og fremst fyri tey, ið har búgva, men sanniliga eisini fyri onn­ur. Ikki minst vilja framtíðar bú­stað­ar­ keyp­arar hyggja væl eftir hvørjir eks­ternalitetir eru kring bústaðin, ið stendur til sølu. Í hesum viðfangi eru eisini við­ ur­skifti, ið kunnu bólkast sum ”nega­tivir eksternalitetir”. Eitt larm­andi ella dálkandi virki, ein veg­ur við nógvari, tungari ferðslu, larm­andi og dálkandi skip. Dømini eru nógv, og sjálvandi kann t.d. land­bún­að­ur eis­ini upp­liv­ast sum nega­tivur eks­tern­ali­tet­ur fyri nógv. Tó kann land­bún­að­ur illa mið­savn­ast, av tí at lendið er avger­ andi fram­leiðslufaktorur fyri hesa vinnu­grein. Miðsavnið ídnað og annað dálkandi virksemi! Hinvegin kann ídnaður og ídn­að­ ar­kent virksemi í nógv størri mun miðsavnast heldur enn at spjað­ast tilvildarliga kring um í komm­un­un­ um. At miðsavna ídnað er í stóran mun tað sama sum at miðsavna dálk­ing­ina. Tú fært kanska ikki minni saml­aða dálking, men tú savn­ar dálk­ingina, soleiðis at hon rak­ar færri. Eisini er tá lættari og bílig­ari at gera skipanir, ið kunnu savna inn dálkandi avleiðingar av virk­sem­inum. Føroyskar kommunur áttu at ver­ið betri til at miðsavna dálk­ ing­ina á so fá øki sum gjørligt. Tað ræður um at taka avgerð um hvørji øki man vil ”ofra” á vinnu­lívs­alt­ar­ Tíðargrein Sámal Matras Kristiansen Samfelagsfrøðingur Stríðið millum ídnaðar- og bústaðaøki Tungoljuroykur í Fuglafirði og Runavík. Skipasmiðjuhøll á Skála. Bingjuhavn í Tórshavn. Stóreldur á Tvøroyri. Dømini um óhepnar avleiðingar av ídnaðarstaðseting eru nógvar í hesum tíðum. Vinnugreinabólkar sb. Hagstovu Føroya Løntakarar mars 1986 Løntakarar mars 2017 Fiski- ali- o.o. ráevnisvinna 6433 4005 Byggivinna o.o. tlvirking 3544 3740 Privatar tænastuvinnur 5831 8490 Almennar tænastvinnur 5249 9346 Tilsamans 21057 25581