hósdagur 15. juni 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
21
VILMUND JACOBSEN
S
undalagsstevna verður
hetta vikuskiftið.
Stevnan skiftir millum
Kollafjørð, Hósvík og
Hvalvík, og í ár eru tað hósvíkingar,
sum eru vertir.
Tað eru Hósvíkar Róðrarfelag
og Bygdafelagið Varðin í Hósvík,
sum saman við eldsálum í bygdini
hava lagt til rættis skránna og fara
at skipa fyri tiltøkum.
Umframt at sundalagsstevna
hevur bæði barnaróður og FM-
róður leygardagin, verður eisini
nógv annað á skránni – fyri bæði
børnum og vaksnum.
Pól Niklái setir
Umframt tivoli, hoppiborgir og
annað, bjóðar sundalagsstevna
eitt nú heitar pottar, grillhugna,
PubQuiz, ymiskar kappingar, mat
og dans.
Sundalagsstevna verður sett
fríggjakvøldið – tað er í kvøld
– klokkan 19, og tað verður Pól
Niklái Thorkildshøj, býráðslimur
í Sunda kommunu, sum fer at seta
stevnuna.
Eftir setanina verður felags
sangur, og tað verður Janus
Trúgvason, sum fer at skipa fyri.
Á skránni fríggjakvøldið
verður eisini barnadiskotek fyri
næmingum í 1.-7. flokki. Barna
dansurin verður í bygdahúsinum,
og í samband við tiltakið koyrir
bussleiðin hjá Sunda kommunu.
Kappróðurin er størsta einstaka
tiltakið á sundalagsstevnu. Lagt
verður fyri við barnaróðri leygar
dagin klokkan 13.30, og klokkan 15
byrjar FM-róðurin.
Ein varði í bygdini
Bygdafelagið Varðin er eitt virkið
felag – ja, ein varði í Hósvíkar
bygd - og hetta sæst eisini aftur,
nú hósvíkingar fara at skipa fyri
sundalagsstevnu, har bygdahúsið
verður karmur um fleiri av
tiltøkunum.
Hotelkokkurin, Ruben Busk,
sum eigur og rekur Matsmiðjuna,
fer leygarkvøldið at borðreiða við
góðari steik, eplum, grønmeti og
soppasós, og hetta tiltak verður
eisini í bygdahúsinum. Høvi
verður at keypa sær heimabakaða
sjokulátukøku við sólberjakremi
og kaffi.
Í Bygdahúsinum verður eisini
høvi at keypa børnunum eitt nú
pizza, toast og pylsur, umframt at
fólk kunnu keypa sær kaffi, køkur
og annað.
Leygarkvøldið fara Bára Silv
ansdóttir og Holgar Jacobsen at
syngja nøkur løg í bygdahúsinum,
og um kvøldið verður eisini
PubQuiz við Simonu Midjord.
Leygarkvøldið á midnátt verður
góður dansur í bygdahúsinum,
og tað verða Company, sum eru
sundalagsmenn, ið fara at spæla
og syngja.
Í samband við dansin koyrir
bussur av Eiði klokkan 23, og hesin
steðgar við Magn við Streymin –
og við bussskýlini í Streymnesi
og Hvalvík. Bussur koyrir eisini av
økinum við kirkjuna í Kollafirði á
midnátt.
Eftir dansin sleppa fólk heim
aftur við bussi til Eiðis og Kolla
fjarðar.
Frásøgn um kirkjuna
Sunnumorgunin klokkan 9 verður
morgunsvimjing í Hósvík við Kitty
Trúgvadóttir, og tá verða eisini
pottarnir við róðrarneystið heitir.
Klokkan 11 verður gudstænasta
í Hósvíkar kirkju við Bergtórur
Bjarkhamar, og klokkan 12-13 verð
ur frásøgn um Hósvíkar kirkju.
Hósvík, sum verður vertur fyri sundalagsstevnu
um vikuskiftið, eigur virkin feløg og einstaklingar,
sum skapa lív, trivnað og samanhald í bygdini
Ruben Busk, sum eigur og rekur
Matsmiðjuna, er eisini við til at
seta Hósvík á Føroyakortið
Fakta um bygdarhúsið
Bygdarhúsið í Hósvík varð reist hin 17. august í 1991.
Húsið er í trimum hæddum og hevur
stóran ídnaðarkøk og kølirúm.
Stórur salur er í stovuhæddini, og
salur er eisini í niðaru hæddini.
Bygdarhúsið verður brúkt til nógv
ymisk tiltøk og endamál.
Eins og húsið kann leigast, kann steintoy, borð
og stólar eisini leigast út úr húsinum.
Eldsálir og náttúra seta
Hósvík á Føroyakortið
Áhugaverd
tiltøk í Føroyum
longsta dag,
sum er 21. juni:
Eiðiskoll longsta dag
Kom við familjuni niðan á Eiðiskoll, sum er 352 m høgt.
Hóvast tú ikki ert í ørandi hæddum er hetta eitt gott stað at síggja
sólina seta í vestri um sýni er gott.
Við góðum ferðaleiðara, fáa vit frásagnir um radarstøðna uppi á
kollinum og hvussu tað ávirkaði Eiðisbygd at verða hersett av bretum.
Tíð og stað: Mikukvøld, 21. Juni. 2017, mett til 3 tímar, miðal lætt
gonga. Byrjar á Eiði kl. 22.00 (sólsetur kl 23:17 og sólarris kl 03:41)
kostnaður: 150,- kr (íroknað ferðaleiðara)
Tilmelding: á Kunningarstovunum í Eysturoy
Torleikastig: lættur til miðallættur túrur
Skælingsfjall longsta dag
Takið av tí frálíka møguleikanum, og komið við niðan á Skælingsfjall
longsta dag, 21. juni. Skælingsfjall er 767 metrar høgt. Á tindinum
hevur tú eitt sera vakurt útsýni yvir Vágalandi, Koltur, Hestoynna
og fjallatindarnar norðureftir.
Um man ætlar sær upp á tindin, krevur hetta ein staðkendan
ferðaleiðara. Tað er bratt at ganga, men leiðin er trygg og teir tríggir
ferðaleiðararnir vegleiða væl um hvussu gingið verður.
Farið verður við bussi av Vaglinum í Havn kl. 19.00
Kl.19.30 verður byrjað at ganga av Skeiðsskarðið, og vit vænta at
vera á toppinum uml. kl. 23.00
Kl. 23.34 er sólsetur og hetta hátíðarhalda vit saman við einari
hugnaløtu.
Eftir midnátt verður gingið oman og vit vænta at vera niðri aftur
uml. kl. 03.00
Síðan koyrir bussurin aftur til Havnar.
Kostnaður fyri luttøku er kr. 295 fyri hvønn.
Eisini ber til at bíleggja føroyskan matpakka at hava við fyri kr.
195 fyri hvønn.
Ferðaseðil fæst til keyps hjá Visit Tórshavn
Túrur upp á Gluggarnar
longsta dag
Longsti dagur er ónsdagin 21. juni. Ætlanin er at fara niðan á hægsta
fjall í Suðu-roynni, Gluggarnar, hetta kvøld og vónandi síggja sólina
fara í kav millum oyggjarnar norðanfyri. Sólsetur er kl. 23.20. Er sýnið
gott, síggast flestu oyggjarnar og tey hægstu fjøllini fyri norðan.
Túrurin verður bert, um veðurlíkindindi eru góð. Farið verður úr
Rangabotni kl. 21.30. Gingið verður fyrst niðan á Galvin, sum er ves-
tasti partur av Gluggunum. Har er vallað, gott at ganga og vakurt
útsýni niður í Botn. Síðan verður gingið eystur á hægsta punkt á
Gluggunum.
Sólin rísur afur kl. 03.35, og fólk, sum hava frí, hava sjálvsagt høvi
til bíða eftir hesi løtu. Túrurin er ókeypis