Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017 SOSIALURIN 69 20 ANNIKA KUNOY IM U m vit ynskja eina livandi ferðavinnu við fíggjarligum yvirskoti, so merkir tað mil-lum annað, at vit føroyingar brúka tey tilboð, sum kunningarstovurnar kring landið bjóða, og at vit velja ferðaleiðara til túrarnar, sum vit fara á, heldur Sissal Kristian-sen, samskipari av Ferðist í egnum landi. – Eg kenni tað frá mongu ferð­ unum, sum eg sjálv havi verið á. Tá eg var í Japan í eitt tíðarskeið, uppførdi eg meg sum japanarar gera. Eg roykti ikki á gøtunum og brúkti ikki fartelefon í tokinum, tí soleiðis verður ikki gjørt har. Tað er bara so. Á sama hátt gera ferðafólk soleiðis, sum teir síggja okkum føroyingar gera, sigur hon. – Tá vit ikki brúka tey tilboð sum eru í landinum og tá vit ikki leggja pening eftir ok-kum á støðunum sum vit vitja, so gera ferðafólk tað heldur ikki, greiðir hon frá. Halda lív í mentanini Hon leggur afturat, at tað er nokk til av ferðafólki í Føroyum, men at vit skapa bert vinnuna, um vit sjálvi taka hana til okkum og brúka hana. Tað er møguleiki fyri fleiri túrum við ferðaleiðara í Føroyum. Ferðaleiðarar sum vita nógv og eru staðarkendir. Hesir hava vitan um staðið, mentanina og sagnirnar á staðnum, sum er ein uppliving, sum tú ikki hevði fingið um tú fórt túrin uttan ferðaleiðara. Eisini er tað umráðandi, at vit halda lív í mentanini og søgufrásiganini, sum er partur av føroyskum siði, heldur hon. – Tað nyttar onki at vit dansa føroyskan dans fyri útlendingum, um vit ikki dansa tá teir ikki eru har. Soleiðis livur dansurin ikki víðari, tekur Sissal Kristiansen sum dømi. Ov stóra ognarkenslu Hon heldur orsøkina til, at so nógvir føroyingar ikki brúka møgu­leikarnar, sum er í Føroyum vera hana, at vit hava so stóra ognarkenslu í Føroyum, og halda at vit eiga øll landið. – Eitt dømi um hetta var tá mamma mín arbeiddi á kunn­ ingar­stovuni. Ein eldri danskur maður kom tá til Føroya við einum skúlaflokki, og hann ætlaði sær ein túr við øllum børnunum upp á Heystoynna. Mamma segði, at hann mátti hava ferðaleiðara, men tað var tað ikki tørvur á, helt hann, tí kona hansara var føroysk, flennir Sissal Kristiansen. Vinningurin er at vit kenna tilboðini Tað er áhugavert hjá okkum, sum føroyingar at kenna landið vit eiga og búgva í. Tá vit kenna søgur og sagnir er eisini stuttligari at viðmæla ferðafólki tey tilboð, sum vit kenna, og sum vit sjálvi hava roynt, heldur hon. – Tá tú fert við staðkendum ferðaleiðara tryggjar tú tær, at tú ert tryggur og eisini, at tú ikki skaðar náttúruna óneyðuga, sigur hon. Vit mugu ansa okkum Hon leggur afturat, at av tí at ferðavinnan er vaksandi, so mugu vit ansa serliga væl eftir landinum og virða tey tilboðini, sum verða bjóðað. – Eg hoyri ferð eftir ferð ferða­ fólk, sum vitja her í Føroyum siga, at vit mugu ansa væl eftir tí, sum vit hava, tí tað er skjótt til, at tað verður oyðilagt verður tað ikki gjørt rætt, sigur hon. – Vit mugu taka røttu atlit, so vit fáa vinningin, leggur hon afturat. Stoltleikin sameinir okkum Vit eru øll stolt av at vera føroyingar og at eiga hetta landið. Tað eru vit felags um líkamikið hvønn polit­ iskan lit ella átrúnaðarliga sann­ føring vit hava. – Tað sum ger okkum serstøk, er uppruni okkara, og tí eru ferðafólk fasineraði av, sigur hon til endans. ANNIKA@SOSIALURIN.FO FERÐAVINNA FØROYINGAR MUGU TAKA AV TILBOÐNUM SUM ERU Í FØROYUM Sissal Kristiansen samskipari av Ferðist í egnum landi vil fegin fáa orðaskifti í lag um ferðavinnuna í Føroyum. Hon heldur, at tað er umráðandi, at føroyingar hugsa um ferðavinnuna sum nakað, sum skal byggjast upp heldur enn brótast niður. Tað hendir bert, tá vit føroyingar uppføra okkum soleiðis, sum vit ynskja, at ferðafólk skulu uppføra seg Vit eru øll stolt av at vera føroyingar og at eiga hetta landið, sigur Sissal Kristiansen