hósdagur 15. juni 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
19
at hava støðukenning og vita nær
hon er hvat. Umframt tað, so er
nógv frá prestayrkinum, sum hon
heldur, at hon kann taka við sær, tá
hon hjálpir og tænir barnakonum
sum doula.
Hon heldur, at bæði sum prestur
og sum doula fær hon lutað amboð
við onnur, sum tey sjálvi fáa brúkt
í støðum tey eru í.
– Tað er ikki ein doula, sum
føðir barnið, og tað er ikki prestur,
sum skal gjøgnum sorgina, men í
staðin fái eg veitt hjálp og stuðul í
tilgongdini, sigur hon.
Er ein føroyskur tørvur?
Anne Mette Greve Klemensen
er sera spent uppá at finna útav,
hvørt tað er ein tørvur á yrkisfólki
sum hesum í Føroyum.
– Í Danmark er stórur tørvur, og
doulair verða nógv eftirspurdar,
og tað kann vera tí, at tað er
nógv niðurskorið fíggjarliga á
barnsburðaøkinum, sigur hon.
Hon leggur tó afturat, at tað er
umráðandi at skilja, at tørvurin
á eini doula ikki neyðturviliga er
treytaður av, at tað eru trupulleikar
á sjúkrahúsinum. Ein doula er har
fyri at stuðla og hjálpa tí, sum skal
eiga barnið.
Enn er hon ikki vís í, hvussu
stórur tørvurin í Føroyum er, tí
hon er ikki liðug við útbúgving
sína enn, og hevur ikki kannað
landsslagið ordiliga. Tó, so hava
fleiri kvinnur, sum ganga við barni,
sett seg í samband við hana, tí tær
eru áhugaðar í tilboðnum um eina
doula.
Tað kunnu vera serliga støður
sum gera, at man ynskir sær
eina doula. Anne Mette nevnir til
dømis, at hevur ein upplivað eina
trupla føðing, so kann ein ynskja
stuðul næstu ferð, ella er maðurin
til skips, og hevur ikki møguleika
til at vera við, so kann ein kvinna
ynskja eina doula ístaðin. Tað
kann eisini vera, at kvinnan sum
skal eiga er tannáringur, og tørvar
stuðul og hjálp. Tað er ikki altíð, at
ein kvinna ynskir at biða onkran
av teimum, sum standa henni nær
koma við. Tað er heldur ikki altíð,
at ein kvinna hevur nakran at biða
koma við sær, greiðir hon frá.
Hon leggur afturat, at ikki er
neyðugt, at umstøðurnar eru ser
ligar fyri at ein doula skal traðka
til, tað er eisini vanligt, at ein doula
hjálpir mammum undir vanligum
umstøðum, har pápin eisini er við
til føðingina og alt gongur væl.
Endamalið er, at tað eru foreldr
ini, sum eiga føðingina og ein doula
er bert ein dyggur stuðul.
– Tað besta hevði verið, um tað
ikki var fyri neyðini, at eg traðkaði
til, men ístaðin fekk alt rundan um
føðingina at fella uppá pláss. Tað
er umráðandi at fáa foreldrini at
trúgva uppá sína egnu styrki, sigur
hon sannførd.
Anne Mette Greve Klemensen
er fyrsta kvinna við útbúgving sum
doula í Føroyum. Hon væntar, at
eftirspurningurin fer at vaksa, tá
fólk finna útav, hvat ein doula er
og hvat hon ger.
– Hóast vit í Føroyum hava
góðar treytir á føðideildini, og før
oysku kvinnurnar sleppa at liggja
í nakrar dagar, so eru vit sum sam
felag við at finna útav, at ein ikki
kann skunda sær ígjøgnum eina
tilgongd sum barnsburð. Ting taka
tíð, og tað er meir fokus á, hvussu
umráðandi tað er at lata alt ganga
sína nátúrligu gongd, sigur hon.
Doula effektin
Kanningar vísa, at tá ein doula
er til staðar, meðan ein kvinna
eigur, so minkar meðaltíðin ein
kvinna hevur verkir, og kvinnan
hevur minni tørv á linnandi heili
vági. Eisini vísa kanningar, at ein
doula hevur positiva ávirkan bæði
kropsliga og kensluliga á mamm
una og barnið. Hetta kallast doula
effektin.
Í londunum rundan um okkum
er vorðið alsamt meir vanligt, at
kvinnur velja at hava eina doula
við, tá tær skulu eiga, tí viðurkenn
ingin av ávirkanini ein doula hevur
er ikki til at taka feil av.
Tað er umráðandi, at tosa við
foreldrini um væntanir tey hava
áðrenn termin, tí um tey vóna
eitthvørt ella eru bangin fyri onkr
ari ávísari støðu, so er best at siga
sum er. Slíkar stúranir kunnu vera
ymiskar og alt frá ótta fyri pínu og
ótta hjá pápanum at síggja hana
hann elskar í avmakt, greiðir Anne
Metta frá.
Ein doula er friðað
Tað kann vera trupult at finna seg
til rættis í einum nýggjum leikluti.
Hetta er ikki bert, tá ein fær fyrsta
barnið, men eisini næsta ella fimta.
– Tað verður ikki altíð tosað um,
at tað eisini kann vera torført at
koma til sættis, og tað kann kenn
ast, sum ein miseydnast, um alt
ikki kennist gott og deiligt, eftir at
man hevur átt. Tá er tað gott at tosa
við eina, sum ikki hevur tilknýti til
samfelagsskipanina, so sum eina
doula. Tað er tað sama sum, tá ið
prestur vitjar eitt fongsul. Tú ert
friðað, tí tú ert ein, sum mamman
hevur biðið komið, staðfestir hon.
– Eg havi sum prestur einaferð
sitið hjá eini kvinnu, sum lá til tað
síðsta, og hon tosaði um, hvussu
ræðuligt tað var, tá hon átti fyrsta
barnið. Hetta hevur ikki verið tosað
um, og tí er tað gagnligt at venda tí
og koma til sættis við upplivingar
ein hevur havt, sigur hon álvarsom.
Prestur vónar broyting
Hóast tað hevur verið vanligt, at
kvinnur fingu stuðul til føðingina
fyrr, so hevur man ikki funnið útav,
hvussu umráðandi tað veruliga
er, fyrr enn stuðulin knappliga
ikki var har longur. Tá kvinnur
skuldu á sjúkrahús at eiga, mistu
tær stuðulin, og hóast kvinnur fáa
góðan stuðul frá ljósmøðrum og
øðrum viðkomandi persónum á
sjúkrahúsinum, so vísir tað seg at
eftirspurningurin eftir eini kvinnu
sum tænir - sum ein doula jú er - er
vaksandi í øðrum londum, greiðir
hon frá.
– Eg vóni, at vit fara at duga
betur at tosa um kenslur okkara
á ein konstruktivan hátt, og vit
skulu ansa okkum, so alt ikki
verður ov ljósarreytt, tí hóast vit
eru tilvitað um gleðina, so er eisini
umráðandi at vera tilvitaður um,
hvussu útfordrandi tað er at eiga
børn, sigur Anne Mette Greve
Klemensen.
ÐLA BARNAKONUM
Anne Mette Greve
Klemensen
36 ár
Prestur í Fuglafirði
frá Rødding í
suður Jútlandi
Gift Leif Hansen úr
Nólsoy, og saman
eiga tey fýra børn
Hevur búð í Føroyum
í seks ár
Hvat er ein doula?
Ein doula er ein kvinna,
sum hevur átt barn sjálv og
sum hevur útbúgving í at
stuða foreldrum í tilgongdini
áðrenn barnið er føtt, til
føðingina og eftir barnið er
føtt. Orðið er úr grikskum og
merkir “kvinna sum tænir”.
Endamálið er ikki, at
ein doula kemur í staðin
fyri pápa, ljósmóðir
ella onnur avvarðandi.
Heldur er ein doula ein
stuðul hjá mammuni og
teimum avvarðandi.
Hjá ljósmóðir og øðrum
fakbólkum er ein doula
at rokna sum avvarðandi
hjá mammuni, sum skal
eiga barnið. Starvsfólkið
á deildini tekur neyðugar
avgerðir í tilgongdini, tá
barnið verður borið í heim.
Útbúgvingin sum doula er
skipað í trimum modulum
Undirvísingin hevur verið
intensiv í vikuskiftum, og
síðani skulu næmingarnir
lata inn fýra uppgávur.
Eftir tað skulu næmingarnir
við til føðingiar og fáa
supervisión frá læraranum.
Les meir á www.
doulauddannelsen.dk
Eg havi sum prestur
einaferð sitið hjá eini
kvinnu, sum lá til tað
síðsta, og hon tosaði
um, hvussu ræðuligt
tað var, tá hon átti
fyrsta barnið. Hetta hevur ikki
verið tosað um, og tí er tað gagnligt
at venda tí og koma til sættis við
upplivingar ein hevur havt