hósdagur 15. juni 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
18
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
F
yrr varð sagt, at størsta
broyting í lívi okkara
hendir, tá vit verða gift.
Soleiðis er ikki í dag. Í dag
størsta broytingin í lívinum hjá
mongum okkara, tá vit verða for
eldur. Tað er avbjóðandi á nógvar
ymiskar háttir at fáa eitt barn. Ein
verður konfronteraður við hvør
ein er, og hvat ein skal. Ein verð
ur trýstur út í odd og egg, tá lítla
barnið kemur, sum krevur alt, og
sum man eisini vil gera alt fyri.
Hetta er ein avbjóðing, sum Anne
Mette Greve Klemensen, prestur í
Fuglafirði kennir til bæði persón
liga og professionelt. Nú hevur
hon valt at víðka um stuðulin til
barnakonur við eini útbúgving
sum doula. Ein doula er ein kvinna,
sum stuðlar barnakonuni í tíðini
áðrenn, í meðan og aftana hon eig
ur barnið. Anne Mette Greve Klem
ensen hevur altíð havt áhuga í tí,
sum hendir tá fólk eru á markinum
millum lív og deyða, og hon heldur
at førleikarnir, sum krevjast sum
prestur og doula ikki eru heilt
ólíkir, og hon gleðir seg til at finna
útav, hvussu føroyskar mammur
fara at taka í móti nýggja tilboð
num.
Markið millum lív og
deyða hugtekur
Prestur er sálarhirði og fylgir
menniskjum í ymiskum skeiðum
í lívinum. Prestur er har bæði tá
sorgin og tá gleðin eru størst. Anne
Mette Greve Klemensen hevur
altíð havt áhuga í tí, sum hendir
tá fólk eru á markinum millum
lív og deyða. Hóast hon, sum aðrir
prestar, hevur verið eggjað til at
hava onnur áhugamál enn tey,
sum hoyra til arbeiði sum prestur,
so eru førleikarnir sum prestur og
sum doula ikki ólíkir.
– Tá vit eru á markinum millum
lívið og deyðan eru vit viðkvom.
Har møtast vegirnir sum doula og
sum prestur, sigur hon.
Hon hevur altíð havt hendan
áhugan, greiðir hon frá, og tá hon
sá útbúgvingina á netinum, valdi
hon at loypa út í tað og gerast
doula.
Tað er ikki eitt
nýtt fyribrygdi
Orðið doula er úr grikskum, og
merkir ein kvinna, sum tænir.
Ein doula skal hjálpa mammuni,
tá hon hevur verkir og skal eiga
barnið, men er eisini við í við
gongutíðini og í tíðini eftir, at
barnið er komið til heimin. Ein
doula er ein professionellur um
sorganarpersónur, sum traðkar til
sum ein stuðul. Hetta er ikki eitt
nýtt konsept, tí kvinnur hava altíð
havt nærkonu ella fólk, sum hjálpa
til tá ein kvinna skal eiga. Tó, so
broyttist alt, tá føðingin varð flutt
á sjúkrahúsini og nærkonurnar
hvurvu – men tørvurin á einum
dyggum stuðli hvarv sjálvsagt ikki.
– Ein doula er við mammuni og
teimum avvarðandi, og er á ongan
hátt fakpersónur, tá føðingin er í
gongd. Tá er tað ljósmóðurin, sum
er fakpersónurin, og doulain tekur
sær av upplivingini hjá kvinnuni,
sum skal eiga. Tað er ikki tí, at
ljósmóðurin ikki kann taka sær
av upplivingini eisini, men tær
hava ofta nógv um at vera, og ein
doula kann tí savna seg bert um
mammuna, og stuðla henni, sigur
hon.
Anne Mette Greve Klementsen
hevur sjálv átt fýra børn, og hevur
havt systur sína við til eina av
føðingunum. Hon hevur ongantíð
sjálv nýtt eina doula, men sigur,
at hevði hon havt møguleikan, so
hevði hon tikið hann.
Verður eftir tørvi
Tað er ongin loyna, at starvið
sum prestur krevur nógva tíð
og orku. Spurd um, hvussu hon
ætlar at nýta útbúgvingina sum
doula, greiðir Anne Mette frá, at
hon sjálvsagt ikki fær brúkt hana
fulla tíð, og at tað heldur ikki varð
uppruna ætlan hennara.
– Eg ímyndi mær, at eg møguliga
fylgi eini mammu í senn, og at eg
ikki fylgi nakrari, sum er sett at
eiga um høgtíðirnar, tá prestur
hevur nógv um at vera. Sum
doula mást tú vera tøk, tí tú veitst
ongantíð, nær ein mamma fær
verkir. Tað verður óivað meir eftir
tørvi, at eg brúki útbúgvingina
sum doula, sigur hon.
Tá Anne Mette gekk við fjórða
barni sínum fyri einum góðum
ári síðani, skipaði hon saman við
eini ljósmóður í Fuglafirði fyri eini
løtu tær kallaðu Barnakonuløtir í
kirkjuni.
– Vit møttust um kvøldið og
sótu í kirkjuni og sungu og høvdu
andakt. Eisini hevði ljósmóðurin
framløgu, og vit luftaðu hugsanir
og stúranir við hvørja aðra. Tað er
ikki bert kroppurin, sum broytist,
tá tú ert við barn, men tankarnir
broytast eisini, greiðir hon frá.
– Tað er umráðandi, at vit
sum foreldur eru erlig og tora at
luta hugsanir okkara. Tað er ikki
víst, at vit altíð halda, at tað er so
lekkurt at vera mamma, og tær
hugsanirnar eru eisini okay og ein
partur av tí at fáa barn í Føroyum.
Vit verja ofta okkum sjálvar við at
vera grunnskygdar, tí tað ger man
ofta í smærri samfeløgum sum
hesum, sigur hon.
Hon leggur afturat, at hon
væntar ikki, at tað verður ein
samanstoytur millum yrkini bæði
– prestur og doula – í gerandisdegi
hennara. Hetta tí hon er tilvitað um
– Eg ímyndi mær, at eg møguliga
fylgi eini mammu í senn, og at eg
ikki fylgi nakrari, sum er sett at eiga
um høgtíðirnar, tá prestur hevur
nógv um at vera. Sum doula mást
tú vera tøk, tí tú veitst ongantíð,
nær ein mamma fær verkir. Tað
verður óivað meir eftir tørvi, at
eg brúki útbúgvingina sum doula,
sigur Anne Mette Greve Klemensen,
prestur, sum nú eisini ber heitið
“doula” Ein doula er ein kvinna, sum
stuðlar barnakonuni í tíðini áðrenn,
í meðan og aftana hon eigur barnið.
Anne Mette Greve Klemensen inn á føðideildina:
SAMRØÐA
– PRESTUR VIL STUÐ