Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juni 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017 SOSIALURIN 69 17 Hjúnaskilnaður kom ongantíð uppá tal Bæði Betty og Jógvan halda, at uppælingin tey hava fingið heiman­ífrá hevur havt tað við sær, at hjúnaskilnaður ongantíð er komin upp á tal. Tey hava lært, at tá ið man hevur sagt ja til hvørt annað, so er tað fyri lívið. – Vit hildu tað vera undarligt ella syndarligt, tá fólk fóru frá hvørjum øðrum. Heldur ikki vistu vit um so mong, sum valdu hesa loysnina tá, sigur Betty við Keldu. – Man má taka kampin upp og klára skerini, og ongantíð leypa frá, leggur hon afturat. Hon sigur eisini, at tey mongu síðstu árini hava tey verið líka lukku­lig, sum tey fyrstu árini, tá tey vóru gift. – Eg vildi unt mongum, at tey kláraðu kreppuna, og at tey fingu hesi seinnu árini saman, sigur hon. Jógvan leggur afturat, at tað ræður um at hugsa seg um, hvussu støðan verður um eitt ár ella tvey ár, og ikki at taka skjótar avgerðir. – Hjúnaskilnaður kemur ikki eftir eini nátt, sigur hann. Hóast skilnaður ongantíð hevur verið umhugsaður av hvørki Betty ella Jógvani, so dylja tey ikki fyri, at tey hava skeldast hesi 52 árini, tey hava livað saman. Fyri Betty hevur mítt ringa tempera­ment onkuntíð verið trup­ ult at takla, greiðir Jógvan frá. – Tað eru nógv orð, sum høvdu verið betri ósøgd og gerðir sum vóru betri ógjørdar, sigur hann erliga. Tað er heldur ikki altíð, at tað er tann stóra ósemjan sum elvur til klandur millum hjún. Av og á er man eisini óklárur nakrar dagar yvir okkurt lítið orð, sum hevur irreterað makan, ella vanar sum knappliga vera ótolandi, greiða tey frá. – At liva uttan ósemju er ótrúliga undunarsamt. Tað sum man lærir við árunum er, hvat sárar hin og ikki er altíð tørvur á at siga alt, sum man hugsar, sigur Jógvan við Keldu. – Tað lærir man “hen ad vejen”, og hatta kemur ikki beinanvegin. Tey fyrstu árini er alt nýtt, spenn­ andi og stórt, leggur Betty við Keldu afturat. Strævna tíðin Bæði eru tey samd í, at tann strævnasta tíðin í hjúnabandinum hevur verið, tá tey settu føtur undir egið borð, og tá tey fingu børn. – Tá visti vit ikki, um vit fóru at klára tað ella ikki. Tað sum bjargaði okkum tá var, at vit vóru ung og høvdu styrki og vón um, at tað fór at verða betri og lættari, sigur Jógvan við Keldu. Betty heldur eisini, at tíðin eftir at børnini eru flutt út er av­ bjóðandi, tá man hevur verið nógv heima. – Tá skal man finna hvønn ann­ an aftur, tí tá børnini eru útfarin hevur man brúk fyri hvørjum øðrum, sigur hon. Hóast børnini eru flutt út og tey hava verið í gjøgnum ta tilgongdina at skula finna hvønn annan aftur, so halda bæði, at tað er umráðandi fyri familjuna at halda saman. – Øll børnini hava verið av landinum, og øll eru tey komin heim aftur til Klaksvíkar. Vanliga eta vit saman hvønn sunnudag og drekka kaffi saman hvønn leygardag. Tí eru vit ikki einsamøll, sigur hann. Orsøkirnar til skilnað Hjúnini halda, at ein av orsøkunum til, at fleiri velja at fara frá hvørjum øðrum í dag er, at tey geva alt ov skjótt upp. Lívið kann tykjast meir spennandi við einum øðrum partnara, og eingangsmentanin ger, at vit lættliga skifta út – eisini maka. Eisini halda tey, at tað er ein spurningur um moral, tí lyftini sum givin verða, tá tvey verða gift, eru jú ikki broytt. – Vit tóku tað meir alvorligt tá, at vit góvu lyfti fyri lívið, siga tey bæði. Tá Betty og Jógvan vóru børn vórðu tey lærd, hvat var rætt og hvat var skeivt. Jógvan heldur, at av tí at børnini í dag vera uppæld professionelt, so er uppælingin eisini meir opin enn hon var fyrr. Bæði halda tey eisini, at føroyska samfelagið er broytt ómetaliga nógv, og at nógv av opinleikanum kemur uttanífrá og er ikki nakað føroyskt fyribrigdi. – Tú verður ávirkaður uttan­ífrá, og ert tí ikki sjálvur við til at forma avirkanina á samfelagið. Tað ger alt meir fløkt, heldur Jógvan við Keldu. – Talið av hjúnaskilnaðum er akselererað, og eg ímyndi mær, at tað eru nógvar ólukkuligar løtur fyri pørini sum skild verða, familju teirra og umhvørvið tey eru í. Ofta kann sleppast undan slíkum støð­ um, um fólk gjørdu sær størri ómak, halda tey. – Tað krevst at man ikki er stolt­ ur, og av og á sigur við seg sjálvan, at man er eitt vaksið fólk, og má arbeiða og tosa saman. Lívið, og hjúnalagið við, er ein dystur og hart arbeiði. Er ein ikki klárur til tað, so er best at bíða nøkur ár, heldur Jógvan við Keldu. Samfelagið nógv broytt – Tá vit vóru ung høvdu vit litaðu bløðini og útvarpið. Viðhvørt hoyrdu ella lósu vit um onkran, sum varð fráskildur og vit hildu tað vera løgið, greiða hjúnini frá. – Alt er so opið í dag í sjónvarpi og á netinum, at tað næstan er vorðið romantiskt at skiljast. Eg eri bangin fyri, at man hugsar ikki alt ígjøgnum, tí nógvir av hesum trupuleikunum, sum elva til skilnað kunnu jú loysast, sigur hann. Betty leggur afturat tí, sum maður hennara staðfesti og greiðir frá, at umstøður hjá fólki laga seg ymiskt, og tí er umráðandi ikki at vera stoltur yvirfyri øðrum menniskjum. – Tað eru umstøður sum hava gjørt, at vit hava hildið saman øll árini, hóast tað eisini eru nógv, sum lættliga geva upp í dag, sigur hon. ANNIKA@SOSIALURIN.FO At liva uttan ósemju er ótrúliga undunarsamt. Tað sum man lærir við árunum er, hvat sárar hin og ikki er altíð tørvur á at siga alt, sum man hugsar« Betty og Jógvan við Keldu á brúdleypsdegnum í 1965 Saman eiga tey børnini Gunnvá, Pætur og Tóra